
Aðalfundur felagsins 2015
Sum lýst í bløðunum leygardagin 28. Mars 2015 verður
aðalfundur felagsins verður flaggdagin 25. apríl 2015 kl. 17.00 í Sjónleikarhúsinum.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Aftaná verður ábit
- Karin Djurhuus
- Anna Sofía Egilstrøð
- Beinta Flóvinsdóttir
Uppskot til nevdarlimir skulu vera felagnum í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin.
Innkomin mál skulu vera nevndini í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin.
Bert tey sum hava goldið limagjald hava atkvøðurætt til aðalfundin.
Limagjaldið er 200,00 kr og skal flytast á konto 140.156.6 í Eik.
Havnar Sjónleikarfelag er farið undir fyrireikingar til heystleik sum verður: Fólk og dólgar í Kardamummubýi eftir Thorbjørn Egner.
Hesin leikur var seinast framførdur í 2004. Í hesum sambandi verður audition í mai.
Leikread 2015 hevur júst verið í Sjónleikarhúsinum, og í juli/august er Sjónleikarhúsið karmur um Operation Valentine sum Det Ferösche Compagnie setur upp.
So spennandi dagar eru fyri framman.
Møtið fjølment
Vegna nevndina
Karin Djurhuus, formaður