Havnar Sjónleikarfelag - Sjónleikarhúsið

Leiga høli

Reglugerð fyri leigu av hølum Havnar Sjónleikarfelags

Tann ella tey, sum leiga høli frá Havnar Sjónleikarfelagi, skal/skulu vísa á eitt ábyrgdarfólk, ið heftir persónliga, um nakar skaði hendir nøkrum av ognum felagsins.

Húsini eiga at latast aftur í sama standi, sum tey vóru fingin í.

Upprudding eigur at vera liðug áðrenn middag dagin eftir. 
Havnar Sjónleikarfelag vaskar aftaná, men um annað er at taka upp, verður rokning send leigaranum fyri hetta.

Leigan skal vera goldin, áðrenn hølið/hølini kann/kunnu nýtast.

Limir, ið hava verið limir í minst eitt ár í Havnar Sjónleikarfelagi, 
fáa avsláttur.

Depositum á 500,00 kr. verður at lata fyri lykil til Sjónleikarhúsið.

Hesi stuðlað Havnar Sjónleikarfelag: