Havnar Sjónleikarfelag - Sjónleikarhúsið

Havnar Sjónleikarfelag 100 ár

30. januar 1918 stendur lýsing í bløðunum at tey sum vilja verða limir í Havnar Sjónleikarfelag kunnu siga frá ella tekna seg hjá einum av okkum undirskrivaðu. Limagjaldið er 9 kr. um árið, og gevur atgongd til felagsins mánarligu samkomir. Fyrsta samkoman (aftenunderholdning) verður hildin 10. Februar.

Undirskriva av: J. Waagstein, H.C.W. Tórgarð, J. Baia, Andreas Djurhuus, Herluf Lútzen, Holm-Isaksen, Nyholm Debes, M.A.Jacobsen, P.A.Restorff, Poul Hansen, P. Alberg, Oluf Joensen

13.februar 1918 stendur at lesa í Tingakrossi:

Havnar Sjónleikarfelag

Fastelavnssøndag bød den nylig dannede “Havnar Sjónleikarfelag” paa sin første Underholdning. Programmet var helt igennem viet den nordiske Digtkunsts Primas i den nyere Tid BJ. Bjørnsson. I et kort Foredrag fremdroges Digterens Liv i Hovedtræk,og et af hans dramatiske Arbejder. “De nygifte”, oplæstes. Resten af det righoldige Program var forbeholdt et skønsomt Udvalg af Bjørnssons populæreste sange – de sange, hvormed han har sunget sig ind i de tusen hjem i alle de nordiske lande. Udførelsen af saavel den instrumentale som den vocale Del af Programmet var god, og Aftenen formede sig til et smukt Hele og gjorde den nye Forening al Ære; det hele var smagfuldt arrangeret, og der var Flugt og Stemning over aftenen. – Det er sikkert en god Ide saaledes at samle hele Programmet om et enkelt Navn; det kan derved – som Aftenen viste – lykkes at skabe et forholdsvis fyldigt Indtryk af en Digters Person og Livsværk.

Det er Foreningens Agt at afholde en lignende Underholdning hver måned; næste Gang en Drachmann Aften. – Standarden er sat: vi haaber, det maa lykkes “Havnar Sjónleikarfelag” at holde den lige saa højt i Fremtiden

Hin politiski kannustoyparin eftir L. Holberg

Í Tingakrossi stendur 24.juli 1918 at lesa:

Føroysk komedia

Eins og Ludvig Holberg sáli í árinum 1747 byrjaði ein “danske skueplads” við “Den politiske kandestøber”, byrjaði “Havnar Sjónleikarfelag” sítt yrki við hesum sama tiltikna sjónleiki í føroyskari umseting. Hitt forna og fremmanda í tí fornu “comediuni” fær alt ein meira heimligan dám av at vera framført á okkara egna máli. Tað er Richard Long cand.phil, ið týtt hevur.

Tá ið Kannustoyparin kom fram av fyrstan tíð var hann lítið umtóktur av “tí frægari slagnum”, eina mest tí at hitt danska málið – móðurmálið! – var hildið at vera so “simpult”: tey spældu tá einans týskar og franskar sjónleikir í Keypmannahavn. Henda vanvirðing fyri móðurmálinum er tíbetur ikki til yvir høvur í Føroyum nú á døgum og fólk fer nú fult so fegið at síggja føroyska komediu sum nakra aðra.

Útlendskir leikir verða umsettir og spældir, og eftir yvirlitinum sum er at finna í Sjónleikarhúsinum, er tað ikki fyrr enn seint í 20-unum at Havnar Sjónleikarfelag sýnir føroyskir leikir.

Tað var eitt megnartak, tá ið sjónleikaáhugaði fólk í Havnini, so stutt eftir at Havnar Sjónleikarfelag var stovnað, gjørdi tað bragd at fáa húsið upp og við tí skapa so góðar karmar fyri sjónleikin

Tað sum hendir á sjónleikarpallinum í Havn í árunum aftaná, er at finna í bløðunum. Ongar gerðabøkur eru tøkar fyrr enn í 1941.

Enska hersetingin legði hald á Sjónleikarhúsið undir krígnum, so virksemi hjá Havnar Sjónleikarfelag lá meir ella minni stilt hesi árini.

Í Sjónleikahúsinum hevur altíð verið sagt at tá ið kríggið var av, og eingilsmenn fóru úr Sjónleikarhúsinum, hvarv eitt skrivaraborð. Hetta verður eisini umrøtt í brævaskiftið millum Tórshavnar kommunu og Havnar Sjónleikarfelag.

Í hesum skrivaraborðið lógu gerðabøkurnar hjá felagnum, umframt leikrit og onnur skjøl. Ein søga sigur at skrivaraborðið fór inn á Skálafjørðin, onnur at tað fór av landinum. Tað hevur ikki eydnast felagnum at staðfesta hvat hendi, og seinasta roynd felagsins var at venda sær til British Warmuseum, men tey finna onki tilfar frá Havnar Sjónleikarfelag í goymslum teirra.

Virksemi at fáast við áhugaleik er ógvuliga skiftandi, og soleiðis eisini við Havnar Sjónleikarfelag. Umframt at vera karmur um áhugasjónleik, sjónleikaraskúla saman við Tórshavnar kvøld og ungdómsskúla er Sjónleikarhúsið karmur um onnur tiltøk, sum t.d. føroyskan dans, enskan dans, konsertir, ráðstevnur og útleigan til privatar veitslur.

Frá 30-unum og fram til 70-ini er Studentakabarett, við fáum undantøkum, hvørja Ólavsøku í Sjónleikahúsinum. Seinnu árini eru kabarettirnar framleiddar av bólkum her á landi og heiti er nú Ólavsøkukabarett.

Myndatilfar er til taks frá einstøkum av teim fyrstu leikunum, sum allir vóru útlendskir leikir umsettir til føroyskt. Ikki fyrr enn í 50 - unum verður meira regluligt við myndatilfari

 

Felagið og Sjónleikarhúsið hava í skjótt heila øld verið virkin innan bæði mentan og undirhald til gagns fyri fólkið í Havn og allar føroyingar. Sjónleikarhúsið hevur verið og er ein týðandi mentanarstovnur í býnum og landinum.


Hesi stuðlað Havnar Sjónleikarfelag: