Havnar Sjónleikarfelag - Sjónleikarhúsið

Pettson og Findus farnir í summarfrí

Sjónleikurin Pettson og Findus sum hevur gingið fyri fullum húsi í Sjónleikarhúsinum í juni mánaða, er farin í summarfrí, men á ólavsøku vitjar hann aftur.

Findus jumping

Leikurin er bygdur á Pettson og Findusbøkurnar hjá Sven Nordqvist, sum eru um ein heldur tvøran gamlan stavn í høgum hatti, sum býr í einum reyðum húsi við hvítum vindeygum, saman við eini kettu. Fyrsta bókin kom í 1984. Í alt eru komnar átta bøkur um Pettson og kettuna Findus. Hesin leikurin er um tá ið Findus flytir út.

Hanna Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam hava týtt og viðkað um leikritið, og tey spæla leiklutirnar sum Pettson og Findus.

Sven Nordqvist er av bestu skaparunum av myndabókum, og tað hevur eydnast Nicolaj Falck og Klæmint H. Isaksen at flyta á pall í Sjónleikarhúsinum, verðina hjá Pettson og Findus, soleiðis at bæði børn og vaksin uppdaga alt møguligt í teim skilaleysu staklutunum.

Turpin N Djurhuus hevur sett ljós, og Jón McBirnie hevur gjørt ljóð. Hesi bæði sampakka so væl at hyggarin alla tíðina veit at nú er morgun, dagur og kvøld.

Jákup Dahl Wardum hevur gjørt sera væleydnaðan tónleik til leikin, og hesin avspeglar tað sum Pettson og Findus havast við, og hvussu lagið á teimum er.

Anna Sofía Egilstrøð hevur staðið fyri búnum, og gjørt t.d. hønur, snifflar og annað sum hevur týdning fyri søguna.

Hetta er barnaleikur til tey minstu, men tað skal ongin ivi vera um at øll fáa nakað burturúr at sita eina løtu í Sjónleikarhúsinum og síggja hvat vit kunnu skapa her á landi.

Hesi stuðlað Havnar Sjónleikarfelag: