
Leikhúsjól — Jólagleðin ið hvarv
sunnudagur 16.desember 2018 klokkan 15.00
sunnudagur 16.desember 2018 klokkan 15.00
Nú stundar av álvara til jóla, og í ár fer Havnar Sjónleikarfelag á pall við einum nýskrivaðum jólaleiki. Nicolaj Falck hevur skrivað jólaleik til tey smærru børnini, men sjálvandi er leikurin eisini fyri vaksin, tí hesa ársins tíð eru flest okkara barnsliga sálir.