Havnar Sjónleikarfelag - Sjónleikarhúsið

24 misseydnaðir føroyingar

Sjónleikarhúsið Niels Finsensgøta 34 Tórshavn FO

Sýningar

Sýningar…
24 misseydnaðir føroyingar
http://xn--sjnleikarhsi-7gb5a7i.com/productionlist/24/20190309/
2019-03-09T20:00:00
Sjónleikarhúsið
24 misseydnaðir føroyingar
http://xn--sjnleikarhsi-7gb5a7i.com/productionlist/24/2019-02-21/
2019-02-21T20:00:00
Sjónleikarhúsið
24 misseydnaðir føroyingar
http://xn--sjnleikarhsi-7gb5a7i.com/productionlist/24/2019-02-19/
2019-02-19T20:00:00
Sjónleikarhúsið
24 misseydnaðir føroyingar
http://xn--sjnleikarhsi-7gb5a7i.com/productionlist/24/2019-02-17/
2019-02-17T20:00:00
Sjónleikarhúsið
24 misseydnaðir føroyingar
http://xn--sjnleikarhsi-7gb5a7i.com/productionlist/24/2019-02-16/
2019-02-16T20:00:00
Sjónleikarhúsið
2019-02-16T20:00:00 2019-03-09

Samandráttur

Lívi er langt, listin er stutt.

Atgongumerki

Lýsing

Lýsing…

undefined

- Á mínum gravsteini fer at standa: "Her liggur hon, sum ikki bleiv universitetsbókavørður", soleiðis greiðir Ingrid í stuttum frá síni lívssøgu. 

Ingrid er ein av teimum 24 misseydnaðu føroyingunum, sum er úttikin til at vera við í nýggjastu uppsetanini hjá leikbólkinum GRUGG. Afturat Ingrid eru kanska eisini onnur, ið tú kennir?  

  • Grannakonan, sum er sjúkrameldað við koyrilsbresti.
  • Hon sjálv, sum sær alt sum eina prestatión.
  • Sveinur sum altíð var ov seinur. "Ov seinur Sveinur" sum tey í flokkinum kallaðu hann. 
  • Hin sum snakkar og snakkar og snakkar og snakkar… og ongantíð steðgar aftur…
  • Og kanska tú ella eg? 

Nei, nú er ov seint hjá tær og mær at fara til upptøkuroynd til leikin; men heldur enn at vera við sjálv, kunnu vit fara at síggja nakrar av misseydnaðu landsbrøðum/systrum okkara royna seg á palli. Fyrsta sýning verður í Sjónleikahúsinum 16. februar kl 20.00. Atgongumerki til leikin vera til sølu á www.atgongumerki.fo.

 

Leikurin '24 misseydnaðir føroyingar' er ein umskriving av norska leikinum '24 mislykte nordmenn' eftir Jon Jesper Halle. Jon Jesper Halle er viðurkendur norskur rithøvundur, ið umfram leikrit til sjónleik hevur skrivað bæði til útvarp, sjónvarp og dukkusjónleik. Fyri sjónleik, hevur Jon Jesper Halle millum annað fingið Ibsen-prísin í 1997 og Hedda-prísin í 2004.

Teatur Grugg

Hesi stuðlað Havnar Sjónleikarfelag: