Havnar Sjónleikarfelag - Sjónleikarhúsið

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráds 2017

Sissal, Simme og sjónleikur fáa mentanarvirðislønir Tórshavnar býráds 2017.

 

Onnur barnamentanarheiðurslønin í 2017 verður latin Hjálmari Dam og Honnu Flóvinsdóttir, sjónleikarum. Tey hava hegnisliga skrivað, leikstjórnað og spælt seg inn í hjørtuni á bæði vaksnum og børnum, sigur nevndin millum annað í grundgeving sínari.

Hin barnamentanarheiðurslønin verður latin Havnar Sjónleikarfelag, sum seinastu mongu árini hevur megnað at verið karmur um góðan og fjølbroyttan sjónleik til børn.

“Eldri og nýpallsettir leikir, sum flestu eru bygdir á kendar og virdar barnabókmentir sum t.d. Pinokkio, Klintrimús og hini djórini í Valbakkaskóginum, Fólk og dólgar í Kardamummubýnum og Pettson og Findus, hava fest seg í medvitið hjá børnum kring alt landið,” sigur nevndin í grundgeving sínari.

Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs eru 35.000 kr. hvør.


undefined

Hesi stuðlað Havnar Sjónleikarfelag: