Havnar Sjónleikarfelag - Sjónleikarhúsið

Dansk amatørteater og scenekunst: sjónleikafestival fyri tey tilkomnu

DATS (Dansk amatørteater & scenekunst. www.dats.dk) er ein felagsskapur fyri áhugaleikarar í Danmark. Tey skipaðu fyri einum sjónleikafestivali fyri tey tilkomnu, og innbjóðing kom til MÁF.

Skeiðið ella stevnan var 11-15 juni 2019, og vit vóru tríggjar, sum høvdu hug at fara. Skeiðið var á skeiðsdeplinum Hohewarte í Højer, sum er ein frítíðar- og skeiðsdepil. Højer er bara fáar kilometrar frá týska markinum. Ein sera vakur lítil býur við nógvum gomlum húsum og góðum listafólkaumhvørvi.

Temu á leguni vóru litstormur og landamørk og Nolde.

Tey høvdu fyrieikað leguna soleiðis, at úrslitið skuldi vera leikur. Sum fyrireiking til leikin var sangur, framløgur og útferðir. Sjónleikarar gera ofta leikir burtur úr søgum, sum hoyra til teirra landspart ella bygd. Vit hugsaðu beinanveg : akkurát sum vit við "Tuberklaleikinum". Tað hevur jú eitt fínt orð "reminiscence theatre", sum bara merkir minnissjónleikur.

Týsdagur

Stevnan byrjaði kl. 14 .Tvey ung, Lea og Patrick - sokallaðir ambassadørar, vitjaðu okkum og greiddu frá, hvussu tey høvdu upplivað at vera partur av, ávikavist donskum minniluta í Týsklandi og týskum í Danmark. Lea búði í Týsklandi, hevði danska mammu og týskan pápa og hevði gingið í donskum skúla altíð. Hon bleiv sæð sum ein løgin týskari. Patrick, sum búði í Danmark, hevði týskan pápa og pólska mammu og gekk í týskum skúla. Í skúlanum bleiv hann sæddur, sum ein løgin danskari. Vit hoyrdu eisini formannin í ”Grænseforeningen” greiða frá teirra arbeiði. Tey royna at gera felagið minni nationalistiskt og meiri globalt. Seinasta framløgan var eitt umboð frá sjónleikabólkinum ”Højt til himlen”, sum ger ”in site” drama, also drama á staðnum. Tíverri sóu vit ikki teirra leik, sum ætlað. Men vit fóru út til ta gomlu Vidåslúsuna og vøllgarðin har.

Mikudagur
Onnur útferðin var suður um markið til Nolde savnið. Savnið er í bústaðnum hjá Emil Nolde og konuni Adu, og ein stóru litfagur urtagarður er partur av framsýningini. Vit høvdu góða guide, sum greiddi frá Nolde. Áhugavert at hoyra um, hvussu Nolde varð fordømdur í tveimum umførum. Bæði í nazitíðini fyri at gera ”entartete” list og seinni fyri at vera nazistur. Hansara litspæl og landslag skuldi veita íblástur til okkara leik. Heimafturkomin kundu vit velja millum tvey verkstøð, annað var at lita silki, hvør fekk sítt silkiturriklæði. Og hitt var at ”málað” 4 málningar við litaðum silki.

Hósdagur

Hvør dagur byrjaði við sangi, og vit brúktu sang/murrispøl til upphiting. Vit fingu eitt sanghefti við sangum á ymsum málum, m.a. á frísiskum. Tá ið vit komu til at spæla sjálvan leikin, brúktu vit onkrar sangir, sum vit høvdu lært.

undefined

 

Vit byrjaðu so smátt at venja leikpartarnar. Vit vandu at byggja vøllgarðin. Amboðini vóru pinnar og spannir og so vognar at fylla tilfarið í. Vognarnir vóru løriftsstykki, sum vóru fest á tvær stengur – rangan á málningunum, somu løriftsbørur vóru seinni líkkistur. Eingin dialogur var í stykkinum, men nakað av sangi, og klaverundirspæli. Tey tóku eisini sang upp og spældu hann í leikinum. Vit byrjaðu eisini at venja ”litdansin”. Hvør okkara dansaði við sínum litaða silkiturriklæði, ein ung koreograferaði henda partin.

Fríggjadagur

Fyrrapartin vandu vit leikin, og nú sóu vit rættiliga, hvussu hetta skuldi hanga saman. Seinnapartin vístu vit leikin fyri áskoðarum. Søgan er: her á flatlendinum byggja tey vøllgarðar at verja seg ímóti havflóðini. Her er sera vakurt, tann høgi himmalin lýsir í øllum litum á kvøldi. Men náttúran er ovursterk, og havið floymir inn um allar garðar og tekur mannalív, har var klassiskur tónleikur nýttur at skapa óhugna. Tá ið veðrið hasar av, syrgja tey síni deyðu og halda jarðarferð og ervi. Tann leikurin var í 4 pørtum. Síðani var ein annar leikur, sum hevði við landamørk og samleika at gera. Luttakarar vóru úr 7 londum (við Jyllandi og Fyn) og tey hava sítt egna mál og sín stoltleika. Hvør tjóð fekk sín lit, og leikurin vísti so, at tey vóru fyrst góðir vinir og fylgdust og blandaðu litir. Men so kom vátt í reiðrið, og hvør litur savnaði seg um seg og sítt egna og físti eftir hinum. Sera aktuellur leikur í Evropa í dag. Hesin seinni leikurin var gjørdur sum ein ”opin venjing”, og áskoðararnir vórðu bidnir um at koma við hugskotum til spælið.

Leygardagur

Ein útferð varð farin til ta nýggju slúsuna við "det fremskudte dige", sum er ein nýggjari havverjuvøllgarður. Søguliga hava fleiri stórar vanlukkur verið í Suðurjyllandi av vatnflóð í ódnarveðri, og eftirlitsmaðurin á tí nýggju slúsuni segði, at hann var heilt sannførdur um, at veðurlagsbroytingar eru, nú ið hann hevur sæð veðrið har í 20 ár.

Vit vitjaðu eisini Vevkonuna Hanne i Højer, ein pottamakara, Højer Mølle og eitt skeið har listamálarar arbeiddu.

Karin, Bergljót og Bjørg

Sí eisini: http://b-av-s.blogspot.com/

Hesi stuðlað Havnar Sjónleikarfelag: