Havnar Sjónleikarfelag - Sjónleikarhúsið

Elin Brimheim Heinesen – 60 ár og útgávuveitsla

Sjónleikarhúsið Niels Finsensgøta 34 Tórshavn FO

2030-01-01T00:00:00 2000-01-01

Samandráttur

ELIN BRIMHEIM HEINESEN fyllir 60 ár 25. juni 2018. Hon hevur valt at hátíðarhalda runda føðingardagin við at geva út nýggja fløgu við heitinum „Handan stjørnurnar“ við 12 løgum, hon sjálv hevur gjørt. Leygarkvøldið 7. juli verður so útgávuveitsla í Sjónleikarhúsinum.

Atgongumerki

Lýsing

Lýsing…

undefined

photo: Alessio Mesiano

ELIN BRIMHEIM HEINESEN er føroysk songkvinna og sangskrivari, sum hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum síðani mitt í 70‘unum. Elin er kanska mest kend sum onnur helvtin av NALJA, sum seinast í 80‘unum gav út eitt kassettuband við væl umtóktum løgum sum „Á, tann deiliga Havn“, „Sjeikurin“ og „Eitt dýpi av dýrari tíð“. 

 

Hóast Elin leingi hevur verið virkin tónleikari, hevur hon bara tvær útgávur á baki: NALJA saman við Kára Linderoth Jacobsen í 1988, har tey gjørdu fimm løg hvør, og so fløguna „Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir“ saman við Ad Libitum, sum kom út í 2010 við ymiskum kendum evergreen-løgum. Báðu ferðina vóru útgávurnar hátíðarhildnar og frumframførdar í Sjónleikarhúsinum - og soleiðis verður eisini triðju ferð.

 

Elin hevur havt ætlanir um eina útgávu við egnum tónleiki, líka síðani NALJA kom út í 1988, men tað hevur ikki eydnast henni fyrr enn nú. Fløgan „Handan stjørnurnar“ er eitt úrval við 12 løgum, sum ongantíð fyrr eru givin út. Elin hevur valt tey burtur úr rúgvuni av løgum, hon hevur gjørt, síðani hon sum ungur tannáringur fór undir at skriva sangir.

 

Elin og aðrir tónleikarar fara at framføra nøkur løg av nýggju fløguni á útgávuveitsluni, sum fyrst og fremst verður fyri innbodnum gestum. Húsið er tó opið hetta kvøldið fyri øllum, sum vilja heiðra Elina við tónleiki ella øðrum íkasti.

Hesi stuðlað Havnar Sjónleikarfelag: