Havnar Sjónleikarfelag - Sjónleikarhúsið

Aðalfundur felagsins 2015

Sum lýst í bløðunum leygardagin 28. Mars 2015 verður aðalfundur felagsins verður flaggdagin 25. apríl 2015 kl. 17.00 í Sjónleikarhúsinum.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Aftaná verður ábit

Fyri vali standa:
  • Karin Djurhuus
  • Anna Sofía Egilstrøð
  • Beinta Flóvinsdóttir
sum taka við afturvali.

Uppskot til nevdarlimir skulu vera felagnum í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin.

Innkomin mál skulu vera nevndini í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin.

Bert tey sum hava goldið limagjald hava atkvøðurætt til aðalfundin.

Limagjaldið er 200,00 kr og skal flytast á konto 140.156.6 í Eik.

Havnar Sjónleikarfelag er farið undir fyrireikingar til heystleik sum verður:Fólk og dólgar í Kardamummubýi eftir Thorbjørn Egner.

Hesin leikur var seinast framførdur í 2004. Í hesum sambandi verður audition í mai.

Leikread 2015 hevur júst verið í Sjónleikarhúsinum, og í juli/august er Sjónleikarhúsið karmur um Operation Valentine sum Det Ferösche Compagnie setur upp.

So spennandi dagar eru fyri framman.

Møtið fjølment

Vegna nevndina

Karin Djurhuus, formaður

Facebook

Hesi stuðlað Havnar Sjónleikarfelag: