Havnar Sjónleikarfelag - Sjónleikarhúsið

Verjurøða holubúgvans

Verjurøða Holubúgvans er einmansleikur, eftir amerikanska rithøvundan Rob Becker. Tað er Teatur Grugg og Teatur Mogul sum saman við Havnar Sjónleikarfelag seta leikin upp.

Sum navnið sigur so er hetta ein verjurøða, gjørd sum eitt slag av stand-up.

Leikurin verður framførdur í Sjónleikarhúsinum, og á turné í Føroyum.

Update

 undefined

 

Maðurin á pallinum er troyttur av allatíðina at hoyra um, hvussu strævnir, býttir og ótolandi menn eru. Hann setir sær fyri at royna at finna útav og greiða frá, hví mannfólk og konufólk ofta enda í støðum, har tað ikki ber til at skilja hvønnannan. Misskiljingarnar eru ofta láturligar, tá vit sum her síggja tær á palli – men í veruleikanum eru tær ofta orsøkin til at maður og kona ikki kunnu semjast.

Leikarin leitar heilt aftur til uppruna menniskjans. Hann samanber frummmenniskjuni við tað modernaða menniskja. Við dømum og stuttligum lýsingum av situatiónum, sum flest øll kenna aftur, finnur hann útav, at júst har – í frumtíðini – finna vit kanska frágreiðingarnar og orsøkirnar til, at nútíðarmenniskjuni, hava so nógv at stríðast við – og loysnirnar eru sum oftast einfaldari enn vit halda.

Skemtiligt, hugvekjandi, rørandi og viðkomandi. Ein leikur sum hevur gingið 20 ár á Broadway, og er sýndur í 14 ymiskum londum – Føroyar eru nummar 15! Umsett leikin hevur Teater Grugg

Leikari: Jákup Dahl

Leikstjóri: Ria Tórgarð

Teknikkur: Árni Baldvinsson

Umsiting: Súsanna Tórgarð

Samskipari: Karin Djurhuus

Hesi stuðlað Havnar Sjónleikarfelag: