Havnar Sjónleikarfelag - Sjónleikarhúsið

Gangnam jól – Leikhúsjól 2014

Sjónleikarhúsið Niels Finsensgøta 34 Tórshavn FO

2030-01-01T00:00:00 2000-01-01

Samandráttur

Leikurin snýr seg um eina heilt vanliga familju, sum heldur eini heilt vanlig jól. Ella eru tey nú so heilt vanlig? Og halda tey nú eini heilt vanlig jól? Og ber tað yvirhøvur til at halda jól gangnam-style?

 

Atgongumerki

Lýsing

Lýsing…

Nú stundar av álvara til jóla, og aftur í ár fer Havnar Sjónleikarfelag á pall við einum jólaleiki. Í 2012 varð farið á pall við nýskrivaða jólaleikinum Gangnam jól eftir Hjálmar Dam. Leikurin var ein stór succes – hjá bæði børnum og vaksnum – og í ár hevur Havnar Sjónleikarfelag avgjørt at taka táttin upp aftur, eftir óteljandi áheitannir.

Hvussu halda vit tey bestu jólini? Skulu jólini vera fullkomin? Og hvussu eru tey fullkomnu jólini? Eru jólini vorðin so handilslig, at vit vaksnu í veruleikanum eru verri enn børnini? Vit kenna helst øll til, at jólamánaðurin er stuttur, tiltøkini eru mong og alt skal náast. Og av ymsum orsøkum er skjótt at gloyma, at jólini í veruleikanum ikki snúgva seg um gávur, men um nærleika og hugna.

Leikararnir eru Hanna Flóvinsdóttir, Jákup Wardum, Hjálmar Dam, Birgir Djurhuus, Rói Næs, Tanja Kruse Dam og Tróndur Karlsson Mouritsen og lítla Hildur. Hjálmar Dam leikstjórnar øllum hurlivasanum, men sum vant eru hópin av øðrum fólkum, sum hjálpa til, umframt at leikurin verður stuðlaður av Mentanargrunni Landsins, Tórshavnar Býráði, Tryggingarfelagnum Føroyum og MáF.

Leikurin er um eina heilt vanliga familju, sum heldur eini heilt vanlig jól. Ella er familjan nú so heilt vanlig, og halda tey nú eini heilt vanlig jól? Og ber tað yvirhøvur til at halda jól gangnam-style?

Komið oman í Sjónleikarhúsið og fái sjón fyri søgn!

undefined

  • Hugskot, leikstjórn og pallur: Hjálmar Dam
  • Ljós og ljóð: Sámal Clothier og Simun Pauli Hansen
  • Búnar: Leikarar og Anna Sofía Egilstrøð
  • Pallsmíð: Hjálmar, Birgir, Poul Dávur og aðrir
  • Mamman: Hanna Flóvinsdóttir
  • Pápin: Jákup Wardum
  • Abbin: Hjálmar Dam
  • Vætturin: Birgir Djurhuus
  • Jólamaðurin: Rói Næs
  • Gentan: Tanja Kruse Dam
  • Drongurin: Tróndur Karlson Mouritsen
  • Diddan: Hildur H Dam
Leikurin verður sýndur hesar dagar:
  • Mánadagin 8. desembur: 18.00
  • Týsdagin 9. desembur: 18.00
  • Mikudagin 10. desembur: 18.00
  • Hósdagin 11 . desembur: 18.00
  • Fríggjadagin 12. desembur: 18.00
  • Sunnudagin 14. desembur: 16.00
  • Mánadagin 15. desembur: 18.00
  • Týsdagin 16. desembur: 18.00
  • Mikudagin 17. Desember kl. 18.00
  • Seinasta sýning:
  • Hósdagin 18. Desember kl. 18.00

Atgongumerkir fáast í VisitTórshavn og við dyrnar 1 tíma undan sýning. Kostnaður kr. 50,- fyri øll.

undefined

Facebook Flickr Kunning.fo

Havnar Sjónleikarfelag

Hesi stuðlað Havnar Sjónleikarfelag: