Havnar Sjónleikarfelag - Sjónleikarhúsið

Djarvi Macbeth

Í fjør heyst fór Havnar Sjónleikarfelag í samstarvi við Teatur Grugg undir spennandi verkætlan. Ria og Súsanna Tórgarð úr Grugg hava stovnað ein bólk av 6 ungum  áhugasjónleikarum, sum øll eru limir í Havnar Sjónleikarfelag.

Tey eru: Rógvi Dam, Eyðbjartur Skaalum, Petur Meinhard E. Andersen, Rúna Johanna Aref, Rebekka Dam á Neystabø og Ebba Malena Debess.

Í bólkinum verður arbeitt kontinuerligt við, at menna  førleikarnar hjá luttakarunum í bólkinum at spæla sjónleik. Luttakararnir fáa avbjóðingar og innlit í hvat krevst, fyri at skapa og arbeiða við eini sýning á einum ávísum leiklistarligum støði. Á henda hátt menna vit ein hóp av dugnaligum leikarum, sum kunnu verða kjarnan í størri uppsetingum, sum Havnar Sjónleikarfelag og Grugg fara undir í framtíðini.

Skotska teatrið  Captivate Theater í Edinburgh, hevur givið  íblástur til hesa verkætlan. Tey hava fleiri ára royndir við júst hesum arbeiðshátti, og við einum kjarnubólki av 10-12 sera dugnaligum og evnaríkum sjónleikarum, skapa tey stórar uppsetanir av kendum sangleikum, umframt smærri leikir. Tey hava júst fingið eina heiðursløn fyri leikin Brave Macbeth, ein umskriving av Macbeth hjá Shakespeare. Leikurin verður nú settur upp á pallinum í Sjónleikarhúsinum í apríl. Á føroyskum hevur hann fingið heitið Djarvi Macbeth, og er ein samanseting av leikbrotum og sangi/tónleiki – ein festlig uppliving fyri allar aldursbólkar. So gleðið tykkum.

Hesi stuðlað Havnar Sjónleikarfelag: