Havnar Sjónleikarfelag - Sjónleikarhúsið

Látur Medusu - ein framløga

Sjónleikarhúsið Niels Finsensgøta 34 Tórshavn FO

Sýningar

Sýningar…
Látur Medusu - ein framløga
http://xn--sjnleikarhsi-7gb5a7i.com/productionlist/medusa/2018-02-27/
2018-02-27T19:00:00
Sjónleikarhúsið
2018-02-27T19:00:00 2018-02-27

Samandráttur

GUT//Productions heldur nú fram á síni feministisku rannsóknarferð, og í leitanini eftir kvinnunum
sum mangla í Føroyum.

Atgongumerki

Lýsing

Lýsing…

Kvinnur mangla í Føroyum á nógvar ymiskar mátar. Kvinnur mangla í tali, men eisini í talu, tær
mangla í málinum, í skrift og á skrift. Nógvar av teimum manglandi kvinnunum eru at finna í øllum
teimum óskrivaðu orðunum. Orð, ið ikki eru skrivað, tí at málið er fremmant. Kvinna skriva kvinnu,
sigur franska heimspekingan Hélenè Cixous. Kvinna skriva kvinnu, sigur franska heimspekingan
Hélenè Cixous. Vit mugu skriva kvinnu, tí eingin annar fer at gera tað - men vit tora ikki; at skriva,
at úttrýsta okkum.


Um óttan at úttrýsta seg, sigur Hélenè Cixous m.a. soleiðis:

[…] Aftur og aftur havi eisini eg kent meg so fulla av strálandi streymum at eg kundi brostið -
brostið av skapum nógv vakrari enn tey,
ið eru rammaði inn og seld fyri eina stinkandi múgvu.
Og eisini eg segði einki, vísti einki;
eg opnaði ikki munnin, eg endurmálaði ikki mína helvt av heiminum. […]

Vit taka orðini hjá Hélène Cixous í álvara. Um ein partur av okkum kvinnunum, sum longu eru í
Føroyum mangla í úttrýsti, so er neyðugt at seta orð ella kanska ljóð á tað, sum manglar.
Verkið Látur Medusu snýr seg um hendan mangul og um tað ókúgiliga feminina - í kvinnuni, í
manninum, í djórinum, í náttúruni, ja, í alheiminum.

Í Látur Medusu arbeiða vit við kvinnukroppinum í samanbering við náttúruna. Jørðin verður
neyðtikin av okkum menniskjum og #metoo verður láturliggjørt í miðlum og millum fólk. #metoo,
ferðavinna, náttúra, vinarlag, at vera við barn, at misseydnast og at reisa seg - Hesi eru nøkur av
evnunum í nýskrivaða leikinum Látur Medusu - ein framløga.

Látur Medusu - ein framløga er annar partur í triologiini hjá GUT//Productions, sum byggir á
spurningin: Hvørjar eru kvinnurnar sum mangla í Føroyum? Einaferð var tað eg… æt fyrsti leikurin
hjá GUT//Productions - sýndur í Perluni á heysti 2016. Frumsýning av Látur Medusu - ein framløga
verður fríggjakvøldið 23. februar.

Atgongumerki til leikin kunnu keypast í forsølu á www.atgongumerki.fo.

GUT//Productions

Hesi stuðlað Havnar Sjónleikarfelag: