Havnar Sjónleikarfelag - Sjónleikarhúsið

Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!

Sjónleikarhúsið Niels Finsensgøta 34 Tórshavn FO

2030-01-01T00:00:00 2000-01-01

Samandráttur

Atgongumerki

Lýsing

Lýsing…

Frumsýning leygardagin 11.oktober

Havnar Sjónleikarfelag borðreiðir við einari reindyrkaðari farsu í heyst.

Heimskendi skemtileikurin hjá Dario Fo “Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” varð upprunaliga skrivaður í 1974, men í 2006 endurnýggjaði og nútímansgjørdi Dario Fo leikin, og tað verður henda útgáva, ið verður at síggja í Sjónleikarhúsinum 11. Oktober.

Evnið í leikinum er einki broytt síðan sjeytiárini – tíverri, kunnu vit siga: stríðið hjá tí vanliga fólkinum at yvirliva og klára seg við teimum fáu oyrunum man hevur eftir, tá skatturin er farin við sínum og bankin og streymurin og oljan og alt hitt við sínum er enn líka aktuelt. Í leikinum gera konurnar uppreistur, tá prísirnir á matvørum enn einaferð fara upp: í staðin fyri at gjalda tað, tað kostar, so gjalda tær tað tað kostaði í gjár, ella í síðstu viku – og summar gjalda enntá slett einki. Hesar ólógligu matvørur mugu tó krógvast, fyrst fyri monnunum og síðan fyri politinum, og knappliga eru allar konur í grannalagnum uppá vegin samstundis – og allar í minst níggjunda mánað! Tað sum stendst burturúr, er hvørki meir ella minni enn ein reindyrkað farsa!

Dario Fo er ein tann gitnasti høvundurin av skemtileikum í nýggjari tíð, og leikir hansara verða spældir um allan heim. Hann fekk bókmentaheiðursløn Nobels í 1997.

Í Føroyum hevur hann verið á skránni fleiri ferðir seinastu hálvu øldina, og “Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” var eisini sera væl umtóktur tá Gríma spældi hann í ’79, við Eyðun Johannessen og Adelborg Linklett í høvuðsleiklutunum. Hesuferð verða tað Hjálmar Dam, Ria Tórgarð, Sissal Hjaltalin, Rói Næss og Jákup Dahl ið spæla. Hans Tórgarð hevur týtt nýggju útgávuna og leikstjórnar, meðan Hjálmar Dam stendur fyri pallmyndini.

Sum altíð hjá Dario Fo, so verður farsan ikki minni stuttlig av teimum aktuellu, politisku viðmerkingunum – og hóast leikurin er skrivaður í Italia, so kundi tað gott verið her heima hjá okkum.

Frumsýning verður 11. Oktober, og spælt verður allan oktober mánað.

Facebook

Hesi stuðlað Havnar Sjónleikarfelag: