Havnar Sjónleikarfelag - Sjónleikarhúsið

Veljarafundur

Sjónleikarhúsið Niels Finsensgøta 34 Tórshavn FO

Sýningar

Sýningar…
Veljarafundur
http://xn--sjnleikarhsi-7gb5a7i.com/productionlist/veljarafundur2016/veljarafundur-2016-11-04/
2016-11-04T20:00:00
Sjónleikarhúsið
2016-11-04T20:00:00 2016-11-04

Samandráttur

Tað sum tú sært er ikki altíð tað tú fært! Til hetta kommunuvalið halda vit í Sjónleikarhúsinum at vit skulu hava veljarafund unplugged. Ein veljarafund stýrdan av veljaranum og ikki av væl samansettari og vælgjøgnumarbeiddari skrá hjá politisku flokkunum.

Atgongumerki

Lýsing

Lýsing…

Fólkafundur

Tað sum tú sært er ikki altíð tað tú fært! Til hetta kommunuvalið halda vit í Sjónleikarhúsinum at vit skulu hava veljarafund unplugged. Ein veljarafund stýrdan av veljaranum og ikki av væl samansettari og vælgjøgnumarbeiddari skrá hjá politisku flokkunum.

Veljarin skal sleppa at seta teir spurningar sum bylgjast í honum til polittikaran, sum ikki er sloppin at gera eitt svar heimanifrá. Burtur við teim vanligu klisjeunum. Hvør er politikkarin handan vælpoleraðu facebookmyndina spyrja vit, og hevur hann veruligar meiningar sjálvur?

Fundurin verður ikki filmaður, stroymaður facebookaður etc. Skalt tú hava nakað við, mást tú vera í Sjónleikarhúsinum fríggjadagin 4. November kl. 20.00 til ein spennandi, øðrvísi og stuttligan veljarafund av tí gamla slagnum.

Umboð fyri teir flokkar sum stilla upp til kommunuval í Tórshavn vera við.

Orðstýrari verður til fundin.

Tiltakið er ókeypis. Kaffi, te osb. verður til keyps.

Hesi stuðlað Havnar Sjónleikarfelag: