
Rødd og tekstarbeiði
Sjónleikarhúsið Niels Finsensgøta 34 Tórshavn FO
Sýningar
Sýningar…
- fríggjadagur 18. jan 19.00 Atgongumerki
Samandráttur
Arbeitt verður útfrá arbeiðsháttinum hjá Nadine George, frá Voice Studio International í London.
At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara. Hugsa vit um onnur, t.d. lærarar, undirvísarar – so hevur tað eisini her alstóran týdning at vera tilvitaður um, hvussu stóran týdning røddin og ein góður kropsburður hava.
Arbeitt verður við grundleggjandi andadrátsvenjingum og kropsburði til tess at fáa samband við røddina. Út frá hesum verður arbeitt við tekstum og smáum leikbrotum. Arbeitt verður bæði í bólki og við hvørjum einstøkum luttakara.
Atgongumerki
Lýsing
Lýsing…
Endamálið er at gerast tilvitaður um, at røddin og kroppurin eru tengd at hvørjum øðrum. Soleiðis økist førleikin at brúka røddina rætt, og tú fær innlit í tína egnu styrki, og hvat tú kropsliga kann gera fyri at fáa eina størri nærveru – sum sjónleikari á pallinum ella sum t.d. undirvísari ella fyrilestrahaldari.
Skeiðið er fyri øll, sum vilja menna seg á hesum øki.
Teknikkurin tekur støði í hvørjum einstøkum, og arbeitt verður við at menna teg, júst har tú ert nú.
Aldur: +16 ár.
Gjald fyri tilfar kemur aftur at skeiðsgjaldinum.
Lærari er Súsanna Tórgarð, ið er útbúgvin sjónleikari og hevur lokið prógv frá Voice Studio International í London.
Dato:
Fríggjadagin 18.01.2019 kl. 19.00 - 22.00
Leygardagin 19.01.2019 kl. 09. - 16.00
Sunnudagin 20.01.2019 sambært avtalu
Fríggjadag kl. 19.00 - 22.00, leygardag kl. 9.00 - 16.00 og
sunnudag sambært avtalu