
Gentan úr maxim
Sjónleikaskúlin sýnir Lítla Havfrúgvin.
Vilt tú spæla við í stuttliga og flotta Disney sangleikinum um lítlu havfrúnna Ariel? 🐠🦀🐙
Tilmelding frá 26. august kl.18.00 á www.kvoldskulin.fo
Venjing byrjar í Sjónleikarhúsinum 16.september 2019:
• 1-2. flokk: mánadag kl. 16.00-17.00
• 3-4. flokk: mánadag kl. 17.00.-18.00
• 5-7. flokk: mikudag kl. 16.00-18.00
• 14 ár +: týsdag og hósdag kl. 16.30 - 18.00
• 18 ár +: mánakvøld og mikukvøld kl.19.30 - 21.00
G.G! Fyrivarnið fyri broytingum. Øll venja saman í páskaferiuni 2020.
Lærarar eru Sóley Danielsen og Guðrun Sólja Jacobsen.
Aðalfundur felagsins verður í Sjónleikarhúsinum leygardagin 13.juni kl 17
Skrá sambært lógum felagsins.
Tveir nevndarlimir skulu veljast, og uppskot skulu vera nevndini í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin.
Fyri vali standa Hanna Flóvinsdóttir og Birgir Djurhuus. Bæði stilla upp aftur.
Innkomin mál skulu eisini vera nevndini í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin.
Bert limir ið hava goldið limagjald kunnu atkvøða.
Limagjald á 200 kr, skal gjaldast áðrenn aðalfundin á konto 9181-140.156.6.
Minnist til at viðmerkja navn.
Niðurteljingin er byrjað: Nú verður Føroya harðasta málmbrak Wacken Metal Battle
Vit gleða okkum púra svakt og vóna at síggja tykkum øll leygarkvøldið 28. mars í Sjónleikarhúsinum.
Bólkar og dómarar verða kunngjørdir seinni.
Atgongumerki á 250 kr fáast við dyrnar, sum lata upp kl 20.
PUSSA HORNINI, KVETT HÁRLASTIKKIÐ OG KOM OMAN OG FEGNAST UM FØROYSKAN MÁLM SAMAN VIÐ OKKUM!
Frásøgn frá International Senior Theater Camp í Højer juni 2019
Yvirskipaða konceptið var formulera sum “at arbeiða við staðnum sum manuscript”
Højer, tætt við sjógv, og stutt frá tyska markinum gav hugskot til ymisk evnir
Mikukvøldið 15. januar handar landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, Mentanarvirðislønir landsins í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Virðislønirnar í ár eru tríggjar.
Umframt Mentanarvirðisløn landsins, sum er kr. 150.000, og Heiðursgávu landsins, sum er kr. 75.000, handar landsstýrismaðurin eisini eina serstaka virðisløn, sum er kr. 50.000.
Tiltakið er alment og byrjar kl. 19.
Framløga verður í Sjónleikarhúsinum sunnudagin 10. November 2019 kl 16.00
Í 240 ár hava havnarfólk spælt sjónleik, og søgan um sjónleikin í býnum fylgir neyvt søguni um, hvussu Havnin mentist til ein modernaðan bý. Sjónleikur var týðandi partur av tí, sum eyðkendi vaksandi borgarastættina í 19. øld, og fyri tjóðskaparrørsluna var sjónleikur ein savnandi máttur. Í 20. øld fekk sjónleikurin kapping frá biografum, sjónvarpi og hópin av øðrum nýggjum tilboðum, men einki hevur megnað at steðga áhaldandi menningini av sjónleikinum í býnum.
Í 2018 varð hátíðarhildið, at 100 ár vóru liðin, síðani sjónleikarar stovnaðu Havnar Sjónleikarfelag. Ein partur av 100 ára hátíðarhaldinum var at fáa søguna um sjónleikin í Havn skrivaða. Í bókini verður greitt frá tí, sum Svabo skrivaði um borgarliga mentan í Vágsbotnstíðini, og søgan um sjónleikin verður fylgd gjøgnum alla 19. øld og fyrstu árini av 20. øld, fram til Sjónleikarfelagið varð stovnað.
Greitt verður frá, hvussu tað eydnaðist Havnar Sjónleikarfelag at fáa bygt Sjónleikarhúsið, og søgan um virksemið í húsinum verður fylgd gjøgnum bæði ringar og góðar tíðir, bretska herseting og mangt annað fram til 1951, tá ið formaðurin Hans Andrias Djurhuus doyði.
Um tíðina eftir 1951 greiða Eyðun Johannessen og nakrir formenn frá sínum virksemi. Tikið verður saman um ymiskar tættir av søgu felagsins, og greitt verður frá størstu leikuppsetingunum síðstu 70 árini. Aftast í bókini er yvirlit yvir allar leikir, sum hava verið í Sjónleikarfelaginum, við nøvnunum á øllum teimum, sum annaðhvørt hava spælt við ella á annan hátt luttikið í leikuppsetingum.
Stuttligur og litríkur jólaleikur til alla familjuna. Høg ferð og skemt í 40 min.
Tað sum tú sært er ikki altíð tað tú fært!
Til hetta løgtingsvalið halda vit í Sjónleikarhúsinum at vit skulu hava veljarafund unplugged. Ein veljarafund stýrdan av veljaranum og ikki av væl samansettari og vælgjøgnumarbeiddari skrá hjá politisku flokkunum.
Veljarin skal sleppa at seta teir spurningar sum bylgjast í honum til politikaran, sum ikki er sloppin at gera eitt svar heimanifrá. Burtur við teim vanligu klisjeunum. Hvør er politikarin handan vælpoleraðu facebookmyndina spyrja vit, og hevur hann veruligar meiningar sjálvur?
Fundurin verður ikki filmaður, stroymaður, facebookaður etc. Skalt tú hava nakað við, mást tú vera í Sjónleikarhúsinum mikukvøldið 21.august kl. 20.00 til ein spennandi, øðrvísi og stuttligan veljarafund av tí góða gamla slagnum – har tað næstan er loyvt at roykja inni, og rópa í høvdið á hvørjum øðrum ;)
28.juli kl. 22 - 29.juli kl. 04
30.juli kl. 01 - 30.juli kl. 04
DATS (Dansk amatørteater & scenekunst. www.dats.dk) er ein felagsskapur fyri áhugaleikarar í Danmark. Tey skipaðu fyri einum sjónleikafestivali fyri tey tilkomnu, og innbjóðing kom til MÁF.
Skeiðið ella stevnan var 11-15 juni 2019, og vit vóru tríggjar, sum høvdu hug at fara. Skeiðið var á skeiðsdeplinum Hohewarte í Højer, sum er ein frítíðar- og skeiðsdepil. Højer er bara fáar kilometrar frá týska markinum. Ein sera vakur lítil býur við nógvum gomlum húsum og góðum listafólkaumhvørvi.
Temu á leguni vóru litstormur og landamørk og Nolde.
Tey høvdu fyrieikað leguna soleiðis, at úrslitið skuldi vera leikur. Sum fyrireiking til leikin var sangur, framløgur og útferðir. Sjónleikarar gera ofta leikir burtur úr søgum, sum hoyra til teirra landspart ella bygd. Vit hugsaðu beinanveg : akkurát sum vit við "Tuberklaleikinum". Tað hevur jú eitt fínt orð "reminiscence theatre", sum bara merkir minnissjónleikur.
Týsdagur
Stevnan byrjaði kl. 14 .Tvey ung, Lea og Patrick - sokallaðir ambassadørar, vitjaðu okkum og greiddu frá, hvussu tey høvdu upplivað at vera partur av, ávikavist donskum minniluta í Týsklandi og týskum í Danmark. Lea búði í Týsklandi, hevði danska mammu og týskan pápa og hevði gingið í donskum skúla altíð. Hon bleiv sæð sum ein løgin týskari. Patrick, sum búði í Danmark, hevði týskan pápa og pólska mammu og gekk í týskum skúla. Í skúlanum bleiv hann sæddur, sum ein løgin danskari. Vit hoyrdu eisini formannin í ”Grænseforeningen” greiða frá teirra arbeiði. Tey royna at gera felagið minni nationalistiskt og meiri globalt. Seinasta framløgan var eitt umboð frá sjónleikabólkinum ”Højt til himlen”, sum ger ”in site” drama, also drama á staðnum. Tíverri sóu vit ikki teirra leik, sum ætlað. Men vit fóru út til ta gomlu Vidåslúsuna og vøllgarðin har.
Mikudagur
Onnur útferðin var suður um markið til Nolde savnið. Savnið er í bústaðnum hjá Emil Nolde og konuni Adu, og ein stóru litfagur urtagarður er partur av framsýningini. Vit høvdu góða guide, sum greiddi frá Nolde. Áhugavert at hoyra um, hvussu Nolde varð fordømdur í tveimum umførum. Bæði í nazitíðini fyri at gera ”entartete” list og seinni fyri at vera nazistur. Hansara litspæl og landslag skuldi veita íblástur til okkara leik. Heimafturkomin kundu vit velja millum tvey verkstøð, annað var at lita silki, hvør fekk sítt silkiturriklæði. Og hitt var at ”málað” 4 málningar við litaðum silki.
Hósdagur
Hvør dagur byrjaði við sangi, og vit brúktu sang/murrispøl til upphiting. Vit fingu eitt sanghefti við sangum á ymsum málum, m.a. á frísiskum. Tá ið vit komu til at spæla sjálvan leikin, brúktu vit onkrar sangir, sum vit høvdu lært.
Vit byrjaðu so smátt at venja leikpartarnar. Vit vandu at byggja vøllgarðin. Amboðini vóru pinnar og spannir og so vognar at fylla tilfarið í. Vognarnir vóru løriftsstykki, sum vóru fest á tvær stengur – rangan á málningunum, somu løriftsbørur vóru seinni líkkistur. Eingin dialogur var í stykkinum, men nakað av sangi, og klaverundirspæli. Tey tóku eisini sang upp og spældu hann í leikinum. Vit byrjaðu eisini at venja ”litdansin”. Hvør okkara dansaði við sínum litaða silkiturriklæði, ein ung koreograferaði henda partin.
Fríggjadagur
Fyrrapartin vandu vit leikin, og nú sóu vit rættiliga, hvussu hetta skuldi hanga saman. Seinnapartin vístu vit leikin fyri áskoðarum. Søgan er: her á flatlendinum byggja tey vøllgarðar at verja seg ímóti havflóðini. Her er sera vakurt, tann høgi himmalin lýsir í øllum litum á kvøldi. Men náttúran er ovursterk, og havið floymir inn um allar garðar og tekur mannalív, har var klassiskur tónleikur nýttur at skapa óhugna. Tá ið veðrið hasar av, syrgja tey síni deyðu og halda jarðarferð og ervi. Tann leikurin var í 4 pørtum. Síðani var ein annar leikur, sum hevði við landamørk og samleika at gera. Luttakarar vóru úr 7 londum (við Jyllandi og Fyn) og tey hava sítt egna mál og sín stoltleika. Hvør tjóð fekk sín lit, og leikurin vísti so, at tey vóru fyrst góðir vinir og fylgdust og blandaðu litir. Men so kom vátt í reiðrið, og hvør litur savnaði seg um seg og sítt egna og físti eftir hinum. Sera aktuellur leikur í Evropa í dag. Hesin seinni leikurin var gjørdur sum ein ”opin venjing”, og áskoðararnir vórðu bidnir um at koma við hugskotum til spælið.
Leygardagur
Ein útferð varð farin til ta nýggju slúsuna við "det fremskudte dige", sum er ein nýggjari havverjuvøllgarður. Søguliga hava fleiri stórar vanlukkur verið í Suðurjyllandi av vatnflóð í ódnarveðri, og eftirlitsmaðurin á tí nýggju slúsuni segði, at hann var heilt sannførdur um, at veðurlagsbroytingar eru, nú ið hann hevur sæð veðrið har í 20 ár.
Vit vitjaðu eisini Vevkonuna Hanne i Højer, ein pottamakara, Højer Mølle og eitt skeið har listamálarar arbeiddu.
Karin, Bergljót og Bjørg
Sí eisini: http://b-av-s.blogspot.com/
JUNGLUBÓKIN er ein Disney sangleikur um Mowgli, ið varð einsamallur eftir í frumskóginum aftaná at Shere Khan tikarin beindi fyri foreldrum hansara.
Vit hitta Mowgli og vinir hansara, pantarin Bagheera og bjørnina Baloo. Men tað eru ikki bara sangur og glaðir dagar, tí Shere Khan vil eisini beina fyri Mowgli, og vinir hansara síggja ongan annan útveg enn at fáa Mowgli aftur til mannabýin.
Á vegnum hittir Mowgli slanguna Kaa og apukongin Louie, ið hava aðrar ætlanir við Mowgli. Leikurin snýr seg um vinalag, tað at gerast vaksin, og at tað bert er Mowgli sum kann avgera hvør framtíð hansara skal verða.
Leikurin varðar umleið ein tíma, vegleiðandi aldursmark 5 ár og eldri.
The amazing FoTattFest will take place for the 8. consecutive year in the lovely Sjónleikarhúsið.
Some of the worlds finest tattoo artists with fantastic Faroese music.
Illir Andar – ein filmur eftir Pablo Merin
Aðalfundur felagsins fríggjadagin 26. Apríl 2019 kl. 18.00. Aftaná aðalfundin verður ábit.
Skrá fyri aðalfundin:
Uppskot um val av stjórnarlimum skulu vera felagnum í hendi 7 dagar fyri aðalfund.
3 nevndarlimir taka ikki við afturvali. 2 felagslimir hava boða frá at teir stilla upp.
Vónandi er onkur afturat sum vil stilla upp til nevnd
Uppskot til innkomin mál skulu vera felagnum í hendi 7 dagar fyri aðalfund
Limagjaldið er 200,00 kr og skal flytast á konto 140.156.6 í betri
Nevndin |
|
Útselt í Sjónleikarhúsinum. Leikurin verður eisini spældur í Vestmanna, í Nólsoy, í Norðurlandahúsið, í Fuglafirði, í Runavík, í Hósvík og á Tvøroyri.
Lívi er langt, listin er stutt.
- Á mínum gravsteini fer at standa: "Her liggur hon, sum ikki bleiv universitetsbókavørður", soleiðis greiðir Ingrid í stuttum frá síni lívssøgu.
Ingrid er ein av teimum 24 misseydnaðu føroyingunum, sum er úttikin til at vera við í nýggjastu uppsetanini hjá leikbólkinum GRUGG. Afturat Ingrid eru kanska eisini onnur, ið tú kennir?
Nei, nú er ov seint hjá tær og mær at fara til upptøkuroynd til leikin; men heldur enn at vera við sjálv, kunnu vit fara at síggja nakrar av misseydnaðu landsbrøðum/systrum okkara royna seg á palli. Fyrsta sýning verður í Sjónleikahúsinum 16. februar kl 20.00. Atgongumerki til leikin vera til sølu á www.atgongumerki.fo.
Leikurin '24 misseydnaðir føroyingar' er ein umskriving av norska leikinum '24 mislykte nordmenn' eftir Jon Jesper Halle. Jon Jesper Halle er viðurkendur norskur rithøvundur, ið umfram leikrit til sjónleik hevur skrivað bæði til útvarp, sjónvarp og dukkusjónleik. Fyri sjónleik, hevur Jon Jesper Halle millum annað fingið Ibsen-prísin í 1997 og Hedda-prísin í 2004.
Leygarkvøldið 30.mars 2019 hevur Havnar Harmonikufelag almennan dans í Sjónleikarhúsinum í
Havn. Kostnaður 150 kr. Byrjað verður kl. 22. og hildið verður á til uml. kl 02.
Nú stundar av álvara til jóla, og í ár fer Havnar Sjónleikarfelag á pall við einum nýskrivaðum jólaleiki. Nicolaj Falck hevur skrivað jólaleik til tey smærru børnini, men sjálvandi er leikurin eisini fyri vaksin, tí hesa ársins tíð eru flest okkara barnsliga sálir.
Hvussu halda vit tey bestu jólini? Skulu jólini vera fullkomin? Og hvussu eru tey fullkomnu jólini? Eru jólini vorðin so handilslig, at vit vaksnu í veruleikanum eru verri enn børnini?
Vit kenna helst øll til, at jólamánaðurin er stuttur, tiltøkini eru mong og alt skal náast. Og av ymsum orsøkum er skjótt at gloyma, at jólini í veruleikanum ikki snúgva seg um gávur, men um nærleika og hugna.
Felagið er sera fegið um at seta henda leikin upp, soleiðis at okkara tilboð í 100 ára haldinum eisini umfatar børnini.
Leikurin, sum er um huldufólk og vættrar, er ætlaður teimum minstu børnunum, við teimum eginleikum, sum tey minstu halda er stuttligt.
Huldufólk og vættrar hittast einaferð um árið at gera fortreð og arga hvønn annan. Men saman gera tey, at jólagleðin verður funnin.
Havnar Sjónleikarfelag ynskir øllum – smáum sum stórum – eini gleðilig jól.
Arbeitt verður útfrá arbeiðsháttinum hjá Nadine George, frá Voice Studio International í London.
At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara. Hugsa vit um onnur, t.d. lærarar, undirvísarar – so hevur tað eisini her alstóran týdning at vera tilvitaður um, hvussu stóran týdning røddin og ein góður kropsburður hava.
Arbeitt verður við grundleggjandi andadrátsvenjingum og kropsburði til tess at fáa samband við røddina. Út frá hesum verður arbeitt við tekstum og smáum leikbrotum. Arbeitt verður bæði í bólki og við hvørjum einstøkum luttakara.
Endamálið er at gerast tilvitaður um, at røddin og kroppurin eru tengd at hvørjum øðrum. Soleiðis økist førleikin at brúka røddina rætt, og tú fær innlit í tína egnu styrki, og hvat tú kropsliga kann gera fyri at fáa eina størri nærveru – sum sjónleikari á pallinum ella sum t.d. undirvísari ella fyrilestrahaldari.
Skeiðið er fyri øll, sum vilja menna seg á hesum øki.
Teknikkurin tekur støði í hvørjum einstøkum, og arbeitt verður við at menna teg, júst har tú ert nú.
Aldur: +16 ár.
Gjald fyri tilfar kemur aftur at skeiðsgjaldinum.
Lærari er Súsanna Tórgarð, ið er útbúgvin sjónleikari og hevur lokið prógv frá Voice Studio International í London.
Dato:
Fríggjadagin 18.01.2019 kl. 19.00 - 22.00
Leygardagin 19.01.2019 kl. 09. - 16.00
Sunnudagin 20.01.2019 sambært avtalu
Fríggjadag kl. 19.00 - 22.00, leygardag kl. 9.00 - 16.00 og
sunnudag sambært avtalu
Havnar Sjónleikarfelag fyllir 100 á í ár, og í tí sambandi hevur nevndin gjørt av at seta leikin Jørund Hundadagakong eftir Jónas Arnasson upp.
Leikurin er stórgaman og skemt, sangur og kæti. Leikevnið er tikið frá einari av teim sjáldsamastu hendingunum í søgu Íslands, eitt ævintýr í sjálvum sær. Høvundurin fer lætt um tað sannsøguliga, men letur tað lúta fyri teim krøvum sum skemtileikur setir, hesum dylir hann ikki fyri men kallar leikin “ósøguligt leikhúsverk”.
Jørundur Hundadagkongur verður ein jubileumsframførsla í orðsins rætta týdningi, fest, farvur, frekt, stuttligt og hugvekjandi. Har verður sangur, dansur tónleikur, akrobatikkur og allskyns kynstur. Umframt høvuðsleikararnar, sum eru 11, vera eini 30 fólk við sum statistar, og til hetta fara vit at fáa sangarar, dansarar, fimleikarar o.o. at seta sín serliga dám á leikverkið.
Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.
…og í ár fer Havnar Sjónleikarfelag á pall við einum nýskrivaðum jólaleiki. Nicolaj Falck hevur skrivað jólaleik til tey smærru børnini, men sjálvandi er leikurin eisini fyri vaksin, tí hesa ársins tíð eru flest okkara barnsliga sálir.
Hvussu halda vit tey bestu jólini? Skulu jólini vera fullkomin? Og hvussu eru tey fullkomnu jólini? Eru jólini vorðin so handilslig, at vit vaksnu í veruleikanum eru verri enn børnini?
Vit kenna helst øll til, at jólamánaðurin er stuttur, tiltøkini eru mong og alt skal náast. Og av ymsum orsøkum er skjótt at gloyma, at jólini í veruleikanum ikki snúgva seg um gávur, men um nærleika og hugna.
Felagið er sera fegið um at seta henda leikin upp, soleiðis at okkara tilboð í 100 ára haldinum eisini umfatar børnini.
Leikurin, sum er um huldufólk og vættrar, er ætlaður teimum minstu børnunum, við teimum eginleikum, sum tey minstu halda er stuttligt.
Huldufólk og vættrar hittast einaferð um árið at gera fortreð og arga hvønn annan. Men saman gera tey, at jólagleðin verður funnin.
Havnar Sjónleikarfelag ynskir øllum – smáum sum stórum – eini gleðilig jól.
Ein spennandi og óhugnaligur sjónleikur til børn úr 2. flokki og eldri
Ein spennandi og óhugnaligur sjónleikur til børn úr 2. flokki og eldri
Huldufólk líkjast menniskjum í útsjónd, men tey hava yvirnatúrlig evni og kunnu gera seg ósjónlig. Tey vita eisini altíð, um illveður brestur á. Ein klókur útróðarmaður veit, at tú mást altíð hyggja, um huldubáturin fer til útróðrar, tí so er vissa fyri, at veðrið er til vildar.
HULDUFÓLK snýr seg um 12 ára gamla Hans og lítlabeiggjan Kristian, sum koma í neyð av tí ónda og sterka bóndasoninum, ið noyðir Hans við til útróðrar, hóast huldufólkini hava ávarað um illveður. Bóndasonurin vil ikki lurta, og tað dámar huldufólkunum ikki.
HULDUFÓLK
Leikrit og leikstjórn: Sóley Danielsen
Leikarar: Børn og ung úr Sjónleikaskúlanum í Havn
Nær og hvar: á Tjóðsavninum klokkan 15 hvønn dag í heystferiuni
Longd: Sjónleikurin varir 30 minuttir, og tað er ókeypis atgongd.
Felagskunning til næmingar og avvarðandi í Sjónleikarhúsinum, sera umráðandi at øll møta!
Her fáa næmingar høvi at síggja venjingarrúm, møta bólkinum og hoyra meira um sangleikin JUNGLUBÓKINA.
Sjálvboðin foreldur og avvarðandi, ið eru áhugað í at t.d. seyma búnar, byggja pall og hjálpa til annars, eru sera vælkomin.
Ynskiligt er, at foreldur boða frá, um har er nakað, Sjónleikaskúlin skal vita t.d. allergi, heilivág, sálarlig- og kropslig viðurskifti ella tílíkt.
Tilmelding á kvøldskúlin mánadagin 27.august kl 18:00
28.juli kl. 22 - 29.juli kl. 04
30.juli kl. 01 - 30.juli kl. 04
ELIN BRIMHEIM HEINESEN fyllir 60 ár 25. juni 2018. Hon hevur valt at hátíðarhalda runda føðingardagin við at geva út nýggja fløgu við heitinum „Handan stjørnurnar“ við 12 løgum, hon sjálv hevur gjørt. Leygarkvøldið 7. juli verður so útgávuveitsla í Sjónleikarhúsinum.
photo: Alessio Mesiano
ELIN BRIMHEIM HEINESEN er føroysk songkvinna og sangskrivari, sum hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum síðani mitt í 70‘unum. Elin er kanska mest kend sum onnur helvtin av NALJA, sum seinast í 80‘unum gav út eitt kassettuband við væl umtóktum løgum sum „Á, tann deiliga Havn“, „Sjeikurin“ og „Eitt dýpi av dýrari tíð“.
Hóast Elin leingi hevur verið virkin tónleikari, hevur hon bara tvær útgávur á baki: NALJA saman við Kára Linderoth Jacobsen í 1988, har tey gjørdu fimm løg hvør, og so fløguna „Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir“ saman við Ad Libitum, sum kom út í 2010 við ymiskum kendum evergreen-løgum. Báðu ferðina vóru útgávurnar hátíðarhildnar og frumframførdar í Sjónleikarhúsinum - og soleiðis verður eisini triðju ferð.
Elin hevur havt ætlanir um eina útgávu við egnum tónleiki, líka síðani NALJA kom út í 1988, men tað hevur ikki eydnast henni fyrr enn nú. Fløgan „Handan stjørnurnar“ er eitt úrval við 12 løgum, sum ongantíð fyrr eru givin út. Elin hevur valt tey burtur úr rúgvuni av løgum, hon hevur gjørt, síðani hon sum ungur tannáringur fór undir at skriva sangir.
Elin og aðrir tónleikarar fara at framføra nøkur løg av nýggju fløguni á útgávuveitsluni, sum fyrst og fremst verður fyri innbodnum gestum. Húsið er tó opið hetta kvøldið fyri øllum, sum vilja heiðra Elina við tónleiki ella øðrum íkasti.
Havnar Sjónleikarfelag er 100 ár í ár!
Hetta vilja vit hátíðarhalda við einum risastórum "jubileums-leiki", sum skal setast upp í heyst.
Í hesum sambandi bjóða vit øllum monnum (20+ ár) til casting í Sjónleikarhúsinum sunnudagin 10.juni kl 16-18 og mikukvøldið 13.juni kl 19-21.
Eingin fyrireiking krevst.
Vit gleða okkum til at hitta tykkum :)
Eru spurningar hesum viðvíkjandi, setið tykkum so í samband við Honnu Flóvinsdóttir.
26. maj 2018 kl. 10.00 til 14.00
Leikutoy – klæðir – prýðislutir – o.a.
Kaffi og vaflur
Vælkomin í Sjónleikarhúsið
Árligi Tattoverings Festivalurin, FO Tatt Fest, verður aftur á skrá í ár. Hetta er sjeyndu ferð vit fáa vitjan av nøkrum av heimsins bestu tattovørum frá nær og fjar.
Atgongumerki fáast við dyrnar. Kostnaðurin er kr. 300,- fyri alt vikuskiftið, og kr. 175,- per dag.
Dyrnar eru opnar soleiðis:
Fríggjadag 18. Mai kl. 14-00
Leygardag 19. Mai kl. 12-00
Sunnudag 20. Mai kl. 12-18
…ein leikur, ið byggir á Macbeth hjá W.Shakespeare.
Ria og Súsanna Tórgarð úr Teatur Grugg, stovnaðu bólkin “Shakespeare
Unplugged” í August 2017 í samráð við Havnar Sjónleikarfelag. Síðani hava vit
arbeitt miðvíst at menna førleikarnar hjá luttakarunum at spæla sjónleik – og
Djarvi Macbeth er fyrsti leikurin hjá bólkinum.
Leikarar:
Nú verður farið undir sýningar til leikin “Látur Medusu - ein framløga”. Tað er GUT//Productions ið hevur skrivað og nú pallsetur verkið. GUT//Productions eru: Durita Dahl Andreasen, Búi Egason Dam & Mariann Hansen.
Kvinnur mangla í Føroyum á nógvar ymiskar mátar. Kvinnur mangla í tali, men eisini í talu, tær
mangla í málinum, í skrift og á skrift. Nógvar av teimum manglandi kvinnunum eru at finna í øllum
teimum óskrivaðu orðunum. Orð, ið ikki eru skrivað, tí at málið er fremmant. Kvinna skriva kvinnu,
sigur franska heimspekingan Hélenè Cixous. Kvinna skriva kvinnu, sigur franska heimspekingan
Hélenè Cixous. Vit mugu skriva kvinnu, tí eingin annar fer at gera tað - men vit tora ikki; at skriva,
at úttrýsta okkum.
Um óttan at úttrýsta seg, sigur Hélenè Cixous m.a. soleiðis:
[…] Aftur og aftur havi eisini eg kent meg so fulla av strálandi streymum at eg kundi brostið -
brostið av skapum nógv vakrari enn tey,
ið eru rammaði inn og seld fyri eina stinkandi múgvu.
Og eisini eg segði einki, vísti einki;
eg opnaði ikki munnin, eg endurmálaði ikki mína helvt av heiminum. […]
Vit taka orðini hjá Hélène Cixous í álvara. Um ein partur av okkum kvinnunum, sum longu eru í
Føroyum mangla í úttrýsti, so er neyðugt at seta orð ella kanska ljóð á tað, sum manglar.
Verkið Látur Medusu snýr seg um hendan mangul og um tað ókúgiliga feminina - í kvinnuni, í
manninum, í djórinum, í náttúruni, ja, í alheiminum.
Í framløguni Látur Medusu arbeiða vit við kvinnukroppinum í samanbering við náttúruna. Jørðin verður neyðtikin av okkum menniskjum og tað verður gjørt gjøldur burtur úr #metoo í miðlum og millum fólk. #metoo, ferðavinna, náttúra, mál, vinarlag, at vera við barn, at misseydnast og at reisa seg - Hesi eru nøkur av evnunum í nýskrivaða leikinum Látur Medusu - ein framløga.
Atgongumerki til leikin kunnu keypast í forsølu á www.atgongumerki.fo.
Í fjør heyst fór Havnar Sjónleikarfelag í samstarvi við Teatur Grugg undir spennandi verkætlan. Ria og Súsanna Tórgarð úr Grugg hava stovnað ein bólk av 6 ungum áhugasjónleikarum, sum øll eru limir í Havnar Sjónleikarfelag.
Tey eru: Rógvi Dam, Eyðbjartur Skaalum, Petur Meinhard E. Andersen, Rúna Johanna Aref, Rebekka Dam á Neystabø og Ebba Malena Debess.
Í bólkinum verður arbeitt kontinuerligt við, at menna førleikarnar hjá luttakarunum í bólkinum at spæla sjónleik. Luttakararnir fáa avbjóðingar og innlit í hvat krevst, fyri at skapa og arbeiða við eini sýning á einum ávísum leiklistarligum støði. Á henda hátt menna vit ein hóp av dugnaligum leikarum, sum kunnu verða kjarnan í størri uppsetingum, sum Havnar Sjónleikarfelag og Grugg fara undir í framtíðini.
Skotska teatrið Captivate Theater í Edinburgh, hevur givið íblástur til hesa verkætlan. Tey hava fleiri ára royndir við júst hesum arbeiðshátti, og við einum kjarnubólki av 10-12 sera dugnaligum og evnaríkum sjónleikarum, skapa tey stórar uppsetanir av kendum sangleikum, umframt smærri leikir. Tey hava júst fingið eina heiðursløn fyri leikin Brave Macbeth, ein umskriving av Macbeth hjá Shakespeare. Leikurin verður nú settur upp á pallinum í Sjónleikarhúsinum í apríl. Á føroyskum hevur hann fingið heitið Djarvi Macbeth, og er ein samanseting av leikbrotum og sangi/tónleiki – ein festlig uppliving fyri allar aldursbólkar. So gleðið tykkum.
Seinnapartin 23.februar handaði Annika Olsen, borgarstjóri, umboðum fyri Havnar Sjónleikarfelag ein kekk uppá 100.000 krónur í sambandi við 100 ára dagin hjá felagnum.
Annika Olsen hugleiddi eitt sindur um at hetta at ganga í teatur í Havn veruliga er avgamalt, helst eini hálvtriðja hundrað ár, men at komedian og sjónleikurin ikki tóku veruliga dik á seg fyrrenn í 1880'unum.
Hon nevndi, at lesir ein bløð og tíðarrit frá teirri tíðini sæst, at helst hevur sjónleikurin havt alvorligan brodd, tí mong av fínara borgaraskapinum í Havn fingu alvorliga ilt í dintilin - serliga av komediunum, og østu seg upp um, at ungdómur og vaksin spiltu tíðina uppá beran stuttleika.
- So longu tá hevur sjónleikurin verið við til at lyfta stemningin upp í býnum - og ein kann bara ímynda sær, hvussu stóran týding tað hevur havt fyri kjakið, humørið og harvið almannaheilsuna, segði Annika Olsen m.a.
Havnar Sjónleikarfelag varð stovnað sum amatørteatur í 1918, m.a. sum úrslit av arbeiðnum hjá Rasmussi Effersøe, sum enn í dag hongur yvir leikpallinum saman við orðunum Til gaman og álvara.
8 ár eftir at felagið varð stovnað varð Sjónleikarhúsið tikið í nýtslu og við tí mentust møguleikarnir fyri sjónleiki stórliga.
- Tað eru nú 100 ár síðan, at lýst varð til "aftenunderholdning" tann 10. februar 1918. Síðan tá hava tit í Havnar Sjónleikarfelag verið partur av mentan og undirhaldi fyri allar føroyingar, bæði til gamans og álvara.
- Tað eru helst fleiri, sum hava nevnt tað í sambandi við føðingardagin, men tað mentanarlív, Havnar Sjónleikarafelag skapti, menti ikki bara føroyingar innan sjónleik og tónleik, men ikki minst hevði virksemið stóran týdning fyri føroyska málið, tí stórarbeiði varð lagt í at útvega føroyskt tilfar.
Sjónleikarhúsið hevði filmssýningar, barnadans og annan dans. Her vóru skótatiltøk, kabarettir og hópur av øðrum tiltøkum sum marknaðardagar, sjónleikaraskúli, og leikhúsjól.
Havnar Sjónleikarfelag hevur havt ómetaligan mentanarligan týdning hesi 100 árini. Í fjør hendi tað gleðiliga, at Sjónleikarfelagið fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs.
Heiðurslønin varð veitt fyri teir mongu barnaleikirnar, sum Havnar Sjónleikarfelag hevur sett upp gjøgnum árini, nógvar stórar leikuppsetingar til fragd fyri bæði stór og smá.
- Felagið hevur havt ómetaligan mentanarligan týdning á fleiri økjum - eg haldi tó at tað átti uppiborið eina heiðursløn aftrat fyri at hava drigið føroyskt mál inn í krókar, hagar tað annars hevði verið torført og drúgvt at vunnið málinum pláss.
- Men um tað ikki akkurát er ein heiðursløn, vit handa í dag, so er tað tó ein sømdargáva, ein væl unt føðingardagsgáva frá høvuðsstaðnum.
- Eg veit at gávan kemur á eitt turt stað, men eg veit eisini, at tit vita best, hvar hon ger størstu og bestu nyttuna, segði Annika Olsen m.a., áðrenn hon handaði Karini Djurhuus, forkvinnu í Havnar Sjónleikarfelag gávukekkin.
Í samband við, at Hamferð útgevur nýggju plátu sína, Támsins likam, verður skipað fyri stórari útgávukonsert í Sjónleikarahúsinum í Havn tann 17. mars. Nýggja verkið verður spælt frá byrjan til enda við heilt serligari uppseting, og ætlanin er at umskapa sjónleikahøllina – bæði í myndum og ljóði – til tann kensluheimin, ið hýsir Támsins likam og Hamferð sum heild.
Í samband við útgávuna fer Hamferð kring Evropa á konsertferð meginpartin av februar mánað og verður tí í toppformi til útgávukonsertina í Sjónleikarhúsinum. Támsins likam hevur tikið nærum 5 ár at smíða, og tað er meira enn tvey ár síðani, at Hamferð spældi við fullum útblástri í Føroyum. Tískil eru bæði plátuútgávan og konsertin rættiliga serstøk tiltøk.
Við sær til tiltakið hevur Hamferð íslendska bólkin Auðn, sum eisini hevur nýggja útgávu á baki, ið nevnist Farvegir fyrndar. Farvegir fyrndar er júst kosin sum næstbesta black metal útgáva í 2017 av Metal Hammer í Týsklandi.
Aðalfundur felagsins verður hóskvøldið 19. Apríl 2018 kl. 18.00
Skrá sambært lógum felagsins
Tveir nevndarlimir skulu veljast, og uppskot skulu vera nevndini í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin
Innkomin mál skulu eisini vera nevndini í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin.
Bert limir í hava goldið limagjald kunnu atkvøða.
Limagjaldið à 200,00 kr skal gjaldast áðrenn 1.apríl á konto 9181- 140.156.6. Minnst til at viðmerkja navn
Aftaná aðalfundin verður ábit
Nevndin
30. januar 1918 stendur lýsing í bløðunum at tey sum vilja verða limir í Havnar Sjónleikarfelag kunnu siga frá ella tekna seg hjá einum av okkum undirskrivaðu. Limagjaldið er 9 kr. um árið, og gevur atgongd til felagsins mánarligu samkomir. Fyrsta samkoman (aftenunderholdning) verður hildin 10. Februar.
Undirskriva av: J. Waagstein, H.C.W. Tórgarð, J. Baia, Andreas Djurhuus, Herluf Lútzen, Holm-Isaksen, Nyholm Debes, M.A.Jacobsen, P.A.Restorff, Poul Hansen, P. Alberg, Oluf Joensen
13.februar 1918 stendur at lesa í Tingakrossi:
Havnar Sjónleikarfelag
Fastelavnssøndag bød den nylig dannede “Havnar Sjónleikarfelag” paa sin første Underholdning. Programmet var helt igennem viet den nordiske Digtkunsts Primas i den nyere Tid BJ. Bjørnsson. I et kort Foredrag fremdroges Digterens Liv i Hovedtræk,og et af hans dramatiske Arbejder. “De nygifte”, oplæstes. Resten af det righoldige Program var forbeholdt et skønsomt Udvalg af Bjørnssons populæreste sange – de sange, hvormed han har sunget sig ind i de tusen hjem i alle de nordiske lande. Udførelsen af saavel den instrumentale som den vocale Del af Programmet var god, og Aftenen formede sig til et smukt Hele og gjorde den nye Forening al Ære; det hele var smagfuldt arrangeret, og der var Flugt og Stemning over aftenen. – Det er sikkert en god Ide saaledes at samle hele Programmet om et enkelt Navn; det kan derved – som Aftenen viste – lykkes at skabe et forholdsvis fyldigt Indtryk af en Digters Person og Livsværk.
Det er Foreningens Agt at afholde en lignende Underholdning hver måned; næste Gang en Drachmann Aften. – Standarden er sat: vi haaber, det maa lykkes “Havnar Sjónleikarfelag” at holde den lige saa højt i Fremtiden
Hin politiski kannustoyparin eftir L. Holberg
Í Tingakrossi stendur 24.juli 1918 at lesa:
Føroysk komedia
Eins og Ludvig Holberg sáli í árinum 1747 byrjaði ein “danske skueplads” við “Den politiske kandestøber”, byrjaði “Havnar Sjónleikarfelag” sítt yrki við hesum sama tiltikna sjónleiki í føroyskari umseting. Hitt forna og fremmanda í tí fornu “comediuni” fær alt ein meira heimligan dám av at vera framført á okkara egna máli. Tað er Richard Long cand.phil, ið týtt hevur.
Tá ið Kannustoyparin kom fram av fyrstan tíð var hann lítið umtóktur av “tí frægari slagnum”, eina mest tí at hitt danska málið – móðurmálið! – var hildið at vera so “simpult”: tey spældu tá einans týskar og franskar sjónleikir í Keypmannahavn. Henda vanvirðing fyri móðurmálinum er tíbetur ikki til yvir høvur í Føroyum nú á døgum og fólk fer nú fult so fegið at síggja føroyska komediu sum nakra aðra.
Útlendskir leikir verða umsettir og spældir, og eftir yvirlitinum sum er at finna í Sjónleikarhúsinum, er tað ikki fyrr enn seint í 20-unum at Havnar Sjónleikarfelag sýnir føroyskir leikir.
Tað var eitt megnartak, tá ið sjónleikaáhugaði fólk í Havnini, so stutt eftir at Havnar Sjónleikarfelag var stovnað, gjørdi tað bragd at fáa húsið upp og við tí skapa so góðar karmar fyri sjónleikin
Tað sum hendir á sjónleikarpallinum í Havn í árunum aftaná, er at finna í bløðunum. Ongar gerðabøkur eru tøkar fyrr enn í 1941.
Enska hersetingin legði hald á Sjónleikarhúsið undir krígnum, so virksemi hjá Havnar Sjónleikarfelag lá meir ella minni stilt hesi árini.
Í Sjónleikahúsinum hevur altíð verið sagt at tá ið kríggið var av, og eingilsmenn fóru úr Sjónleikarhúsinum, hvarv eitt skrivaraborð. Hetta verður eisini umrøtt í brævaskiftið millum Tórshavnar kommunu og Havnar Sjónleikarfelag.
Í hesum skrivaraborðið lógu gerðabøkurnar hjá felagnum, umframt leikrit og onnur skjøl. Ein søga sigur at skrivaraborðið fór inn á Skálafjørðin, onnur at tað fór av landinum. Tað hevur ikki eydnast felagnum at staðfesta hvat hendi, og seinasta roynd felagsins var at venda sær til British Warmuseum, men tey finna onki tilfar frá Havnar Sjónleikarfelag í goymslum teirra.
Virksemi at fáast við áhugaleik er ógvuliga skiftandi, og soleiðis eisini við Havnar Sjónleikarfelag. Umframt at vera karmur um áhugasjónleik, sjónleikaraskúla saman við Tórshavnar kvøld og ungdómsskúla er Sjónleikarhúsið karmur um onnur tiltøk, sum t.d. føroyskan dans, enskan dans, konsertir, ráðstevnur og útleigan til privatar veitslur.
Frá 30-unum og fram til 70-ini er Studentakabarett, við fáum undantøkum, hvørja Ólavsøku í Sjónleikahúsinum. Seinnu árini eru kabarettirnar framleiddar av bólkum her á landi og heiti er nú Ólavsøkukabarett.
Myndatilfar er til taks frá einstøkum av teim fyrstu leikunum, sum allir vóru útlendskir leikir umsettir til føroyskt. Ikki fyrr enn í 50 - unum verður meira regluligt við myndatilfari
Felagið og Sjónleikarhúsið hava í skjótt heila øld verið virkin innan bæði mentan og undirhald til gagns fyri fólkið í Havn og allar føroyingar. Sjónleikarhúsið hevur verið og er ein týðandi mentanarstovnur í býnum og landinum.
Føðingardagsveitslan verður í Sjónleikarhúsinum leygardagin 10. februar kl. 19:00.
Tilmelding á sjonleik@olivant.fo áðrenn 1. februar. Kostnaður er 350 kr.
30. januar 1918 verður lýst í bløðunum, at tey, sum vilja verða limir í Havnar Sjónleikarfelag kunnu siga frá ella tekna seg hjá einum av undirskrivaðu. Limagjaldið er 9 kr. um árið, og gevur atgongd til felagsins mánarligu samkomir. Fyrsta samkoman (aftenunderholdning) verður hildin 10. Februar.
Fyri lýsingini standa J. Waagstein, H.C.W. Tórgarð, J. Baia, Andreas Djurhuus, Herluf Lützen, Holm-Isaksen, Nyholm Debes, M.A. Jacobsen, P.A. Restorff, Poul Hansen, P. Alberg og Oluf Joensen.
Felagið og Sjónleikarhúsið hava í skjótt heila øld verið partur av mentan og undirhald til gaman og álvara fyri fólkið í Havn og allar føroyingar. Nógv fólk hava gjøgnum ár og dag havt týdning fyri felagið og Sjónleikarhúsið, og tí hevði tað glett nevndina at sæð tykkum, sum á einhvønn hátt hava verið virkin í felagnum, til føðingardagsveitsluna.
Føðingardagsveitslan verður í Sjónleikarhúsinum leygardagin 10. februar kl. 19:00.
Tilmelding á sjonleik@olivant.fo áðrenn 1. februar. Kostnaður er 350 kr.
Rimmardansur í Sjónleikarhúsinum 27. Januar kl 23.00 til 04.00
Ein tann populerasti føroyski dansbólkurin nakrantíð, Showmenn, spælir til dans í Sjónleikarhúsinum.
Atgongumerki à 200,00 kr eru at fáa á atgongumerki.fo.
Jól Downtown - Sjónleikarhúsið er karmurin um eitt hugnaligt og stuttligt kvøld.
Ein kavalkada av sangi, tónleiki og skemti.
Á pallinum eru: Jákup Dahl, Ria Tórgarð, Jensina Olsen og Súsanna Tórgarð Við klaveri: Jákup D Wardum.
Atgongumerki: 240,- kr
TILBOÐ: Et & flenn, flenn & et...ella bara flenn!
Áðrenn ella aftaná leik er møguleiki at fáa lekra matskrá frá Hotel Hafnia og Katrinu Christiansen. Les meira á www.hafnia.fo og www.kc.fo
Vit hugna okkum saman við:
Kostnaður 30,00 kr
Havnar Sjónleikarfelag bjóðar kaffi/te, gløgg og saft
Med tilskuerne siddende i en oval kreds som bolværk mod virkeligheden forvandler to skuespillere Blixens ord til fængslende drama.
»Skibsdrengens fortælling« er det berømte gotiske eventyr om den 14-årige skibsdreng Simon, der redder en vandrefalk fra skibets rig og afgør sit eget livs skæbne. Blixens smukke tekst foldes ud og får en uventet dybde, i dette nyskabende fortælleteater, der er en hyldest til det talte ords kraft og Blixens sproglige penselstrøg.
Medvirkende: Petrine Agger og Mette Frank
Konsulent: Karen-Lise Mynster
Producent: Sceneprojekt
Varighed: 35 minutter
Forestillingen spiller i Sjónleikarhúsið,
34 Niels Finsens gøta, Tórshavn
Fredag d. 24. november kl 17.00
Gratis adgang
Facebook
Forestillingen har modtaget støtte fra Statens Kunstfond, Kulturkontakt Norden samt Dansk-Færøsk Kulturfond.
Sissal, Simme og sjónleikur fáa mentanarvirðislønir Tórshavnar býráds 2017.
Onnur barnamentanarheiðurslønin í 2017 verður latin Hjálmari Dam og Honnu Flóvinsdóttir, sjónleikarum. Tey hava hegnisliga skrivað, leikstjórnað og spælt seg inn í hjørtuni á bæði vaksnum og børnum, sigur nevndin millum annað í grundgeving sínari.
Hin barnamentanarheiðurslønin verður latin Havnar Sjónleikarfelag, sum seinastu mongu árini hevur megnað at verið karmur um góðan og fjølbroyttan sjónleik til børn.
“Eldri og nýpallsettir leikir, sum flestu eru bygdir á kendar og virdar barnabókmentir sum t.d. Pinokkio, Klintrimús og hini djórini í Valbakkaskóginum, Fólk og dólgar í Kardamummubýnum og Pettson og Findus, hava fest seg í medvitið hjá børnum kring alt landið,” sigur nevndin í grundgeving sínari.
Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs eru 35.000 kr. hvør.
Havnar Sjónleikarfelag sóknast eftir tilfari, leikrit, leikskráir, myndir, søgur o.a. til bók um felagið, sum verður skrivað í samband við at felagið fyllir 100 ár í 2018.
Um tú hevur eitthvørt sum hevur við Havnar Sjónleikarfelag ella Sjónleikarhúsið at gera hevði tað glett okkum at fingi tilfarið ella sloppi at hugt í tilfarið.
Til ber at senda teldupost til sjonleik@olivant.fo ella ringja til 21 70 29 (Karin Djurhuus, formaður).
Marknaðardagur í Sjónleikarhúsinum leygardagin 28. Oktober kl. 10.00 til 14.00
Kostnaður: 200,00 kr fyri borðið
Bið um borð á sjonleik@olivant.fo
Kaffi og vafflur eru sum vant til keyps
Vælkomin í Sjónleikarhúsið
Í oktober kunnu øll smá og stór gleða seg, tí tá koma Pettson og Findus aftur á pall í Sjónleikarhúsinum.
Pettson er ein hittingarsamur maður, sum býr saman við kettuni Findus og nøkrum hønum.
Søgan snýr seg um teirra felags lív. Pettson og Findus kunnu tosa saman. Findus dámar sær skálkabrøgd og at spæla, og Pettson roknar hann sum sítt barn.
Findus dugir enntá at ganga á afturbeinunum sum eitt fólk.
Pettson og Findus búgva á einum garði. Í húsinum búgva eisini sonevndir snifflar, verur sum Findus sær og tosar við, men sum Pettson ikki sær.
Hesin leikur um Pettson og Findus er um tá ið ið Findus flytir heimanífrá.
Okkara útgáva av leikinum verður til tey smáu, tey størru og tey heilt stóru, sum eina løtu sleppa at vitja í fittu verðini hjá Pettson og Findus.
Atgongumerki kosta 100 kr, og kunnu keypast á atgongumerki.fo, ella við dyrnar í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning.
Leikurin verður spældur mána- týs- hós- fríggja- kl 18 og leygardag kl 16
Forsølan byrjar mánadagin 22.mai kl 10.
28.juli kl. 22 - 29.juli kl. 04
30.juli kl. 01 - 30.juli kl. 04
Sjónleikurin Pettson og Findus sum hevur gingið fyri fullum húsi í Sjónleikarhúsinum í juni mánaða, er farin í summarfrí, men á ólavsøku vitjar hann aftur.
Leikurin er bygdur á Pettson og Findusbøkurnar hjá Sven Nordqvist, sum eru um ein heldur tvøran gamlan stavn í høgum hatti, sum býr í einum reyðum húsi við hvítum vindeygum, saman við eini kettu. Fyrsta bókin kom í 1984. Í alt eru komnar átta bøkur um Pettson og kettuna Findus. Hesin leikurin er um tá ið Findus flytir út.
Hanna Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam hava týtt og viðkað um leikritið, og tey spæla leiklutirnar sum Pettson og Findus.
Sven Nordqvist er av bestu skaparunum av myndabókum, og tað hevur eydnast Nicolaj Falck og Klæmint H. Isaksen at flyta á pall í Sjónleikarhúsinum, verðina hjá Pettson og Findus, soleiðis at bæði børn og vaksin uppdaga alt møguligt í teim skilaleysu staklutunum.
Turpin N Djurhuus hevur sett ljós, og Jón McBirnie hevur gjørt ljóð. Hesi bæði sampakka so væl at hyggarin alla tíðina veit at nú er morgun, dagur og kvøld.
Jákup Dahl Wardum hevur gjørt sera væleydnaðan tónleik til leikin, og hesin avspeglar tað sum Pettson og Findus havast við, og hvussu lagið á teimum er.
Anna Sofía Egilstrøð hevur staðið fyri búnum, og gjørt t.d. hønur, snifflar og annað sum hevur týdning fyri søguna.
Hetta er barnaleikur til tey minstu, men tað skal ongin ivi vera um at øll fáa nakað burturúr at sita eina løtu í Sjónleikarhúsinum og síggja hvat vit kunnu skapa her á landi.
Faroese/International Tattoo & Music Festival.
12 tattoo artists, both local and from all over the world, sling their ink & his year we are also proud to present the master of fangs; Dnash Pheratu!
19 May at 14:00 to 21 May at 12:00
Verjurøða Holubúgvans er einmansleikur, eftir amerikanska rithøvundan Rob Becker. Tað er Teatur Grugg og Teatur Mogul sum saman við Havnar Sjónleikarfelag seta leikin upp.
Sum navnið sigur so er hetta ein verjurøða, gjørd sum eitt slag av stand-up.
Leikurin verður framførdur í Sjónleikarhúsinum, og á turné í Føroyum.
Maðurin á pallinum er troyttur av allatíðina at hoyra um, hvussu strævnir, býttir og ótolandi menn eru. Hann setir sær fyri at royna at finna útav og greiða frá, hví mannfólk og konufólk ofta enda í støðum, har tað ikki ber til at skilja hvønnannan. Misskiljingarnar eru ofta láturligar, tá vit sum her síggja tær á palli – men í veruleikanum eru tær ofta orsøkin til at maður og kona ikki kunnu semjast.
Leikarin leitar heilt aftur til uppruna menniskjans. Hann samanber frummmenniskjuni við tað modernaða menniskja. Við dømum og stuttligum lýsingum av situatiónum, sum flest øll kenna aftur, finnur hann útav, at júst har – í frumtíðini – finna vit kanska frágreiðingarnar og orsøkirnar til, at nútíðarmenniskjuni, hava so nógv at stríðast við – og loysnirnar eru sum oftast einfaldari enn vit halda.
Skemtiligt, hugvekjandi, rørandi og viðkomandi. Ein leikur sum hevur gingið 20 ár á Broadway, og er sýndur í 14 ymiskum londum – Føroyar eru nummar 15! Umsett leikin hevur Teater Grugg
Leikari: Jákup Dahl
Leikstjóri: Ria Tórgarð
Teknikkur: Árni Baldvinsson
Umsiting: Súsanna Tórgarð
Samskipari: Karin Djurhuus
Atgongumerki eru at fáa á www.atgongumerki.fo og á tlf. 228875, ella við dyrnar ein tíma undan sýning.
Góði Limur
Aðalfundur felagsins verður leygardagin 29. Apríl 2017 kl. 17.00
Aftaná aðalfundin verður ábit.
Skrá fyri aðalfundin:
Uppskot um val av stjórnarlimum skulu vera felagnum í hendi 7 dagar fyri aðalfund
Uppskot til innkomin mál skulu vera felagnum í hendi 7 dagar fyri aðalfund
Limagjaldið er 200,00 kr og skal flytast á konto 9181 140.156.6 í Betri
Fyri vali standa:
Karin Djurhuus tekur við afturvali
Anna Sofía Egilstrøð tekur við afturvali
Beinta Flóvinsdóttir tekur við afturvali
Nevndin |
|
Verjurøða Holubúgvans er einmansleikur, eftir amerikanska rithøvundan Rob Becker. Tað er Teatur Grugg og Teatur Mogul sum saman við Havnar Sjónleikarfelag seta leikin upp.
Sum navnið sigur so er hetta ein verjurøða, gjørd sum eitt slag av stand-up.
Leikurin verður framførdur í Sjónleikarhúsinum, og á turné í Føroyum.
Maðurin á pallinum er troyttur av allatíðina at hoyra um, hvussu strævnir, býttir og ótolandi menn eru. Hann setir sær fyri at royna at finna útav og greiða frá, hví mannfólk og konufólk ofta enda í støðum, har tað ikki ber til at skilja hvønnannan. Misskiljingarnar eru ofta láturligar, tá vit sum her síggja tær á palli – men í veruleikanum eru tær ofta orsøkin til at maður og kona ikki kunnu semjast.
Leikarin leitar heilt aftur til uppruna menniskjans. Hann samanber frummmenniskjuni við tað modernaða menniskja. Við dømum og stuttligum lýsingum av situatiónum, sum flest øll kenna aftur, finnur hann útav, at júst har – í frumtíðini – finna vit kanska frágreiðingarnar og orsøkirnar til, at nútíðarmenniskjuni, hava so nógv at stríðast við – og loysnirnar eru sum oftast einfaldari enn vit halda.
Skemtiligt, hugvekjandi, rørandi og viðkomandi. Ein leikur sum hevur gingið 20 ár á Broadway, og er sýndur í 14 ymiskum londum – Føroyar eru nummar 15! Umsett leikin hevur Teater Grugg
Leikari: Jákup Dahl
Leikstjóri: Ria Tórgarð
Teknikkur: Árni Baldvinsson
Umsiting: Súsanna Tórgarð
Samskipari: Karin Djurhuus
After a lengthy tour abroad, Eivør is returning to the Faroes to perform and record a live album.
"We have played a lot of concerts abroad in recent years. Now, the plan is to come home to our beloved Faroe Islands to perform – and record – a couple of concerts, and subsequently release a live album with songs from BRIDGES and SLØR. We are very much looking forward to performing these songs for the Faroese people, and hope that a lot of people will come to aid us in creating a wonderful atmosphere for our upcoming album."
– Eivør.
Supporting act: Marius Ziska
Aftur í ár skipar Dansifelagið Tøkum Lætt fyri tí vælumtókta 13. kvølds dansi í Sjónleikarahúsinum.
Hetta er 24. árið vit skipa fyri hesum tiltakinum, sum eftirhondini er blivið eitt tað størsta av sínum slagi, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Seinnu árini hevur tiltakið verið í Sjónleikarahúsinum, men fyrstu árini var tað í neystunum hjá Havnar Róðrarfelag og Argja Róðrarfelag.
Hetta er vanliga eitt sera gott dansikvøld við nógvum góðum kvæðum. Men kvøðið verður eisini lættari kvæði, so øll kunnu vera við. Út á náttina verður smurt breyð, kaffi, te og smákøkur at fáa.
Hetta er 24. árið vit skipa fyri hesum tiltakinum, sum eftirhondini er blivið eitt tað størsta av sínum slagi, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Seinnu árini hevur tiltakið verið í Sjónleikarahúsinum, men fyrstu árini var tað í neystunum hjá Havnar Róðrarfelag og Argja Róðrarfelag.
Hetta er vanliga eitt sera gott dansikvøld við nógvum góðum kvæðum. Men kvøðið verður eisini lættari kvæði, so øll kunnu vera við. Út á náttina verður smurt breyð, kaffi, te og smákøkur at fáa.
Sangur, søgur og sjónleikur. Gløgg, drekkamunnur og køkur.
Tiltakið er ókeypis.
10. desember 2016 fyllir okkara kæra hús 90 ár.
Konni Kass geva debutplátuna Haphe út á Plátufelagnum Tutl 11/11
Konni Kass geva debutplátuna Haphe út á Plátufelagnum Tutl 11/11, og í tí sambandi fara tey á útgávukonsertferð í Føroyum, Danmark og Týsklandi. Startskotið til konsertferðina verður í Sjónleikarhúsinum í Havn ley. 19/11.
Hetta verður eitt serstakt kvøld við serligum gestum. Bólkarnir Guðrun & Bartal og Jakku eru nevniliga bodnir at hita upp. Guðrun & Bartal góvu hina frálíku "Vónir Er" út í 2013, og arbeiða í løtuni við næstu plátuni. Jakku er elektroniska verkætlanin hjá Bárður Næs og Per Ingvaldur Højgaard Petersen. Sostatt er lagt í ovnin til eitt stórfingið tónleikakvøld í søguligu karmunum í Sjónleikarhúsinum!
Skrá fyri kvøldið:
Guðrun & Bartal
Jakku
Konni Kass
Útgávukonsert við vokalkvintettini KATA - Útgáva: TÍVILS DØTUR
Útgávukonsert við vokalkvintettini KATA - Útgáva: TÍVILS DØTUR - Sangarar: Arnfríð Lútzen - Greta Bech - Guðrið Hansdóttir - Eyð Berghamar Jacobsen - Unn Paturson - Slagverk: Rógvi á Rógvu - Elektroniskar effektir: Lasse Thorning Jæger - Billettir á 150,- fáast á Kunningarstovuni í Havn, og við dyrnar áðrenn konsertina. Børn ókeypis atgongd
Tað sum tú sært er ikki altíð tað tú fært! Til hetta kommunuvalið halda vit í Sjónleikarhúsinum at vit skulu hava veljarafund unplugged. Ein veljarafund stýrdan av veljaranum og ikki av væl samansettari og vælgjøgnumarbeiddari skrá hjá politisku flokkunum.
Tað sum tú sært er ikki altíð tað tú fært! Til hetta kommunuvalið halda vit í Sjónleikarhúsinum at vit skulu hava veljarafund unplugged. Ein veljarafund stýrdan av veljaranum og ikki av væl samansettari og vælgjøgnumarbeiddari skrá hjá politisku flokkunum.
Veljarin skal sleppa at seta teir spurningar sum bylgjast í honum til polittikaran, sum ikki er sloppin at gera eitt svar heimanifrá. Burtur við teim vanligu klisjeunum. Hvør er politikkarin handan vælpoleraðu facebookmyndina spyrja vit, og hevur hann veruligar meiningar sjálvur?
Fundurin verður ikki filmaður, stroymaður facebookaður etc. Skalt tú hava nakað við, mást tú vera í Sjónleikarhúsinum fríggjadagin 4. November kl. 20.00 til ein spennandi, øðrvísi og stuttligan veljarafund av tí gamla slagnum.
Umboð fyri teir flokkar sum stilla upp til kommunuval í Tórshavn vera við.
Orðstýrari verður til fundin.
Tiltakið er ókeypis. Kaffi, te osb. verður til keyps.
10. oktober klokkan 17 setir japanski mentunnarsendimaðurin í Keypmannahavn, Kyosei Urabe, festivalin.
10. OKTOBER
Klokkan 17 setir japanski mentunnarsendimaðurin í Keypmannahavn, Kyosei Urabe, festivalin.
17.05-18.35:
»Enoshima Prism«
江ノ島プリズム
(c)2013 gEnoshima Prismh Production Committee.
18.45-20.46:
»Love for Beginners«
今日、恋をはじめます
copyright (c)2012 "Love for Beginners" Film Partners
11. OKTOBER
17.00-19.03:
»I just wanna hug you«
抱きしめたい 真実の物語
19.20-20.42:
»Wonderful World End«
ワンダフルワールドエンド
copyright (C)2014 avex music creative inc.
12. OKTOBER
17.00-17.25:
»Little Witch Academia«
リトルウィッチアカデミア
© Yoh Yoshinari / TRIGGER / Agency for Cultural Affairs, Government of Japan / “AnimeMirai 2013”.
17.40-18.35:
»Little Witch Academia:
The Enchanted Parade«
リトルウィッチアカデミア
魔法仕掛けのパレード
© 2015 TRIGGER / Yoh Yoshinari / GOOD SMILE COMPANY
19.00-20.23:
»Tamako Love Story«
たまこラブストーリー
(c)Kyoto Animation/Usagiyama Shopping Street
ÓKEYPIS ATGONGD
Friday 7 October :
18.30-19.00 Opening
19.00-19.15 Helmut and Helia (Latvia)
19.20-19.35 Macbeth unplugged (Faroe Islands)
19.40-19.55 The Art of conversation (Denmark)
20.00-20.15 Spring Joy (Lithuania)
20.15-20.35 Break
20.35-20.45 Entertainment: Nicolaj Falck & Jákup D. Wardum
20.45-21.00 The Mother (Estonia)
21.05-21.20 Karusel (Latvia)
21.25-21.40 The Blind Spot (Denmark)
Saturday 8 October:
14.00-14.15 On Lake Peipsi (Estonia)
14.20-14.35 Fuck Tinder (Finland)
14.40-14.55 Devilishly one (Lithuania)
15.00-15.15 Grøn orka (Green energy) (Faroe Islands)
15.15-15.35 Break
15.35-15.45 Entertainment: Nicolaj Falck & Jákup D. Wardum
15.50-16.00 Dimmalimm (Iceland)
16.00-16.10 Projekt: Kränkt (Sweden)
16.15-16.30 The Tape Testers (Denmark)
16.35-16.45 Dog (Latvia)
16.50-17.05 King Mindaugas (Lithuania)
Tað er við gleði, at vit hervið kunngera, at tað longu er liðið eitt heilt ár, síðan vit seinast runnu ørindi á flogvøllin eftir okkara kæru útisetum og ólavsøkugestum. Tað merkir eisini, at tað nú stundar til tað, ið ein verulig ólavsøka við virðing fyri sær sjálvari ikki kann vera fyri uttan, – ja, onkur hevur kanska longu lisið yvirskriftina – Ólavsøkukabarettina!
Tað er nevniliga soleiðis, at aftur í ár fær tann vanligi føroyingurin høvi at vera vitni til hesa fantastisku siðvenju, sum í mong Harrans ár hevur virkað sum ein samfelagskritisk rødd, og onkuntíð enntá eisini hevur fingið summi at flent.
Tað krevur sín mann, og í ár, pílar og skot, eisini sínar kvinnur, at standa fyri einari Ólavsøkukabarett. Tey, sum í ár hava átikið sær stóru uppgávuna, eru vælkendu, vøkru og royndu leikararnir: Búi Rouch, Petur Meinhard Ellebye Andersen, Durita Dahl Andreasen og Mariann Hansen, við hjálp frá Dáva Djurhuus, Aldu Egilstrøð Magnussen og pulvurkaffi. Tað er sostatt talan um ein javnrættindis hóp, ið líkist nógv tí frá sera vælumtóktu kabarettini í fjørð.
Og sum var hetta ikki ivaleyst, so hava vit fingið tónleikararnar í bólkinum Punjab, ið vunnu ársins FMA virðislønir fyri bæði “Ársins Bólk” og “Ársins Nýggja Navn”, at spæla undir og at syrgja fyri, at Ólavsøkukabarettin 2016 verður ársins brak av einari konsert - og uppliving!
Verið øll hjartaliga vælkomin í Sjónleikarhúsið um ólavsøkuleitið at minnast árið, ið fór!
Við kvøðu,
Ólavsøkukabarettin 2016
Føroyskur dansur.
Opið er:
Fríggjadag 14:00 - 24:00
Leygardag 12:00 - 24:00
Sunnudag 12:00 - 18:00
https://www.facebook.com/FoTattFest/
Góði felagslimur
Sum lýst í Útvarpinum 23. Mars verður aðalfundur felagsins 25. Apríl 2016 kl. 17.00
Skrá sambært lógum felagsins
Aftaná aðalfundin verður ábit
Tveir nevndarlimir skulu veljast, og uppskot skulu vera nevndini í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin
Innkomin mál skulu eisini vera nevndini í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin.
Bert limir í hava goldið limagjald kunnu atkvøða.
Limagjaldið à 200,00 kr skal gjaldast áðrenn 25.apríl á konto 9181- 140.156.6. Minnst til at viðmerkja navn
Er tað tær vit leita eftir?
Vit søknast eftir leikarum til nýggja spælifilmin "El imaginarium de Bruno Domenech", sum spanski filmsleikstjórin Pablo Merin eftir ætlan fer at taka upp í september 2016
Vit hava brúk fyri kvinnum 20-50 ár og monnum 20-60 ár
Um tú hevur hug at royna teg, kom so til audition í Sjónleikarhúsinum mikudagin 27.apríl kl 16:00
Hevur tú spurningar hesum viðvíkjandi, set teg so í samband við Honnu Flóvinsdóttir á Facebook.
Storur Beatles-dansur.
Øðrvísi, forkunnugur og spennandi marknaðardagur í Sjónleikarhúsinum leygardagin 2. apríl kl. 10-14
Vit selja klæðir og skógvar úr klædnagoymsluni í Sjónleikarhúsinum – kom og finn okkurt, sum eingin annar hevur. Harumframt ber til at leiga borð (tilmeldingarfreist fríggjadag) fyri 200 kr. Sum vant verður køkutombola og fiskibrunnur og tær serligu sjónleikarhúsvaflurnar.
• Loppumarknaður, har tú kanst leiga tær borð fyri 200 kr fyri hvørt borðið
• Fiskibrunnur
• Klæðir úr klædnagoymsluni hjá Sjónleikarhúsinum verða til sølu
• Køkutombola
• Heimskendu vaflurnar og kaffi/te fyri 30,00 kr
Eisini vitjar leyvan úr Kardamummubýnum
Tit, sum vilja leiga borð, kunnu skriva her, senda mail til sjonleik@olivant.fo ella venda tykkum til húsavørðin á tlf. 311132 millum kl. 08.00 og 16.00 gerandisdagar.
Vit gleða okkum at síggja tykkum til ein hugnaligan dag í Sjónleikarhúsinum.
Klaksvíkar Sjónleikarafelag er farin í holt við ein nýggjan, spennandi og øðrvísi leik. Leikurin eitur Gittaristarnir. Line Knutzon hevur skrivað leikin, og Bergur Rasmussen hevur týtt úr donskum.
Talan er um ein komi/tragiskan leik, id torir at nema við aðrar leiðir, enn tað vit eru von við í Føroyum. Leikurin snýr seg í stuttum um, at vísusangarin og tólvtónakunstnarin John Hansen er deyður. Umhvørvið rundan um hann er skelkað. Fýra trúðfastir fjepparar gera av at halda eina minniskonsert frammanfyri víðagitnu húsini hjá John Hansen, sála. Sjónleikurin verður væntandi sýndur í januar/februar mánað.
Leikarar eru: Høgni Olsen, Sára Skarðenni, Jógvan á Høvdanum (yngri) og Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar. Ria Tórgarð er leikstjóri, og fyriskipari er Rudolf Joensen.
Havnar Sjónleikarfelag letur býarportrið upp til Kardamummu :)
"Fólk og dólgar í Kardamummubýnum" er ein stuttligur familjuleikur við nógvum góðum tónleiki og sangum, sum vit øll kenna.
Frumframførslan verður leygardagin 7.novembur kl 19.
Sýningar verða týs- miku- og fríggjakvøld kl 18
og leygar- og sunnudagar kl 16.
Sýningin leygardagin 16.januar er kl 13.00
Góði børn, foreldur, ommur og abbar
Ja, so fara vit aftur í Kardamummubý. Tað eru 11 ár, síðan vit vóru har seinast, og nógv børn eru komin afturat síðan tá. Børn, ið saman við foreldrum, sum kanska sóu leikin seinast, eisini skulu sleppa at uppliva henda barnaklassikara sum ættarliðini frammanundan eru vorðin so góð við.
Hví eru vit góð við søgurnar hjá Thorbjørn Egner?
Tað er tí hann hevur ein einfaldan boðskap: Vit skulu øll vera her, tað er pláss fyri okkum øllum, og vit eru øll partur av felagskapinum.
Bastian syngur:
Eg havir gjørt eina lætta lóg
Øll halda hon er góð
Henda Kardamummu-lummalóg er so:
Tú skalt ikki plága onnur
Ella gera nakað ilt
Annars kannst tú liva sum tú vilt
Havnar Sjónleikarfelag hevur sum endamál javnan at seta stórar barnaleikir upp. Hetta krevur nógv at felagnum, nevnd og limum, men lønin vit fáa aftur við børnum og vaksnum sum stuttleika sær og fáa okkurt at hugsa um hesa løtuna í Sjónleikarhúsinum kann ikki samanberast við nakað.
So góðu tit stór og smá hyggið nú…
Vegna nevndina
Karin Djurhuus, formaður
Flestu fólk kenna søgurnar um Karius og Baktus, um Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum og um Fólk og Dólgar í Kardamummubýi. Bøkurnar hjá norska rithøvundanum eru umsettar til fleiri enn 20 mál og fleiri ættarlið kenna tær.
Hvussu ber tað so til?
Tað eru ongar hetjur og ongi óargadýr i alheiminum hjá Thorbjørn Egner. Tú verður góður við dovnar dólgar, svangar revar, Suffíu mostir, sum altíð er ill, og skaðiligar bakteriur.
Søgurnar eru altíð ein javnvág millum tað fantasikenda og spælandi øðrumegin, og einfalda boðskapin um tolsemi, rættvísi og tað at vera menniskjaligur hinumegin
Tú ert so hugsunarsamar góði Mortan segði omman. Ja segði Mortan, eg kann ikki lata vera við at hugsa um, hvussu gott tað hevði verið í skóginum, um vit bara øll vóru vinir, so kundi tey stóru hjálpt teimum smáu, og tey smáu hjálpt teimum stóru.
Karius og Baktus hava allar tær menniskjaligu kenslurnar, frá gleði og væntanum til argandi óndskap, vreiði og sorg. Alt kenslur, sum øll kenna aftur. Tað fær fólk at royna at liva seg inn í tær kenslur og tann atburð, sum fólk hava, og tí skilja hvønn annan betur.
Í Fólk og dólgar í Kardamummubýi er tolsemi og ymiskleiki eitt týðandi tema. Øll,ið búgva í Kardamummubýi, hava evnir og eginleikar, sum kunnu brúkast til felags besta. Í tí heiminum, sum Thorbjørn Egner skapar, eru rúmligheit og fjølbroytni positiv virðir. Boðskapurin er, at tú skal velja tað góða, og í tann mun tú kanst laga teg til felagskapin, samstundis sum pláss skal vera fyri øllum.
Thorbjørn Egner var útbúgvin teknari, men hann var eisini listafólk, rithøvundur, sangskrivari, tónaskald og umsetari. Hann hevur skrivað bøkur fyri børn og vaksin, men tað eru serliga hansara barnabókmentir, sum fólk hava tikið til sín. Sjálvur sigur Thorbjørn Egner:
Eg haldi tað er týdningarmikið, at børn tá ið tey hava tann aldur har tey eru viðkvom, hava hugflog og kenslusemi er størst, fáa fatanir, sum geva teimum álit og trúgv á lívið.
Sýningar Operation Valentine:
Allar tíðir eru tá leikur byrjar
18. aug. kl. 20.00 Undanframførsla v. áskoðarum
19. aug. kl. 20.00 Undanframførsla v. áskoðarum
21. aug. kl. 20.00 Frumframførsla (útselt)
leygard. 22. aug. kl. 17.00
Sunnud. 23. aug. kl. 17.00
ongin sýning mánad. 24. aug.
Týsd. 25. aug. kl. 20.00
Mikud. 26. aug. kl. 20.00
Hósd. 27. aug. kl. 20.00
Fríggjad. 28. aug. kl. 20.00
Legyard. 29. aug. kl. 20.00
Sunnud. 30. aug. kl. 17.00
ongin sýning mánad. 31. aug.
Týsd. 1. sept. kl. 20.00
Mikud. 2. sept. kl. 20.00 (útselt)
Hósd. 3. sept. kl. 20.00
Fríggjad. 4. sept. kl. 20.00
Leygard. 5. sept. kl. 20.00
Sunnud. 6. sept. kl. 17.00
Ongar eykasýningar vera!
Atgongumerki kunnu bílleggjast við at skriva til information.dfc@gmail.com
ella ringja á tlf. 50 91 90
Prísur 200,-
Verið øll hjartaliga vælkomin í Sjónleikarhúsið um ólavsøkuleitið!
Halló, kæra harkalið!
Tað er við gleði, at vit kunngera, at LGBT, eftir drúgvar samráðingar við Yvirfriðingarnevndina og Rúna Djurhuus, aftur í ár hevur fingið loyvi til at forkela borgaran við at skipa fyri eini ólavsøku. Og í hesum sambandi hava tey, sum nakað heilt nýtt, gjørt av at leggja hesa tjóðarhátíð longu nú í endanum av juli.
Henda stutta freist hevur tó havt við sær, at Løgtingið noyðist at koma saman í ótíð fyri at venja fetini til skrúðgonguna á Karlamagnusarbreyt, og at trappan hjá Lenu helst ikki verður liðug til tíðina.
Men fellið ei í fátt! Tí vit vita øll, at hetta eru bara smábagatellir, sum í síðsta enda eru týdningarleysar. Tað er jú bara eitt, sum ein verulig ólavsøka við virðing fyri sær sjálvari ikki kann vera fyri uttan, og tað er – ja, onkur hevur kanska longu lisið yvirskriftina – Ólavsøkukabarettin!
Aftur í ár fær tann vanligi føroyingurin nevniliga høvi at vera vitni til hesa fantastisku siðvenju, sum í mong Harrans ár hevur virkað sum ein samfelagskritisk rødd, og onkuntíð enntá eisini hevur fingið fólk at flent (les: OMG!).
Tað krevur sín mann og umleið annaðhvørt ár kvinnu at standa fyri einari ólavsøkukabarett. Og teir, sum í ár hava átikið sær hesa stóru uppgávu, eru vælkendu, vøkru og royndu leikararnir: Mike, Jákup Wardum, Petur Meinhard Ellebye Andersen og Búi Rouch, við hjálp frá Dáva Djurhuus og Prozac.
Tað kann væl vera, at Visjón 2015 ikki ordiliga bleiv til nakað, og at tað einasta, vit nú hava at síggja fram til, er ein nýggj ístíð. Men tað skal í øllum førum ikki forða okkum í at hátíðarhalda okkara tjóðardag, flenna saman og minnast buldruta árið, ið fór.
Verið øll hjartaliga vælkomin í Sjónleikarhúsið um ólavsøkuleitið!
26.juli kl. 20.00
27.juli kl. 18.00 og 20.00
28.juli kl. 18.00 og 20.00
29.juli kl. 18.00 og 20.00
30.juli kl. 18.00 og 20.00
28.juli kl. 22 - 29.juli kl. 04
30.juli kl. 01 - 30.juli kl. 04
Sum lýst í bløðunum leygardagin 28. Mars 2015 verður aðalfundur felagsins verður flaggdagin 25. apríl 2015 kl. 17.00 í Sjónleikarhúsinum.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Aftaná verður ábit
Uppskot til nevdarlimir skulu vera felagnum í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin.
Innkomin mál skulu vera nevndini í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin.
Bert tey sum hava goldið limagjald hava atkvøðurætt til aðalfundin.
Limagjaldið er 200,00 kr og skal flytast á konto 140.156.6 í Eik.
Havnar Sjónleikarfelag er farið undir fyrireikingar til heystleik sum verður:Fólk og dólgar í Kardamummubýi eftir Thorbjørn Egner.
Hesin leikur var seinast framførdur í 2004. Í hesum sambandi verður audition í mai.
Leikread 2015 hevur júst verið í Sjónleikarhúsinum, og í juli/august er Sjónleikarhúsið karmur um Operation Valentine sum Det Ferösche Compagnie setur upp.
So spennandi dagar eru fyri framman.
Møtið fjølment
Vegna nevndina
Karin Djurhuus, formaður
Losjan Glotti í Gøtu: Dreymur Jóansøkurnátt, leikurin Aksel Tórgarð týddi eftir Shakespeare, kemur hesa vikuna til Sjónleikarhúsið.
Atgongumerkið kann bíleggjast á tlf. 280 820
Nú fara vit at dansa í Sjónleikarhúsinum tann 11. apríl saman við Tvey av Kamarinum. Har fara nógvir góðir tónleikarir at lutaka so nú er bara at busta skógvarnir. Víð eru Birgar, Árni, Jóan Petur, Djóni og Hans Kristian.
Atgongumerki kr 150 í Kunningarstovan.
Leikurin snýr seg um eina heilt vanliga familju, sum heldur eini heilt vanlig jól. Ella eru tey nú so heilt vanlig? Og halda tey nú eini heilt vanlig jól? Og ber tað yvirhøvur til at halda jól gangnam-style?
Nú stundar av álvara til jóla, og aftur í ár fer Havnar Sjónleikarfelag á pall við einum jólaleiki. Í 2012 varð farið á pall við nýskrivaða jólaleikinum Gangnam jól eftir Hjálmar Dam. Leikurin var ein stór succes – hjá bæði børnum og vaksnum – og í ár hevur Havnar Sjónleikarfelag avgjørt at taka táttin upp aftur, eftir óteljandi áheitannir.
Hvussu halda vit tey bestu jólini? Skulu jólini vera fullkomin? Og hvussu eru tey fullkomnu jólini? Eru jólini vorðin so handilslig, at vit vaksnu í veruleikanum eru verri enn børnini? Vit kenna helst øll til, at jólamánaðurin er stuttur, tiltøkini eru mong og alt skal náast. Og av ymsum orsøkum er skjótt at gloyma, at jólini í veruleikanum ikki snúgva seg um gávur, men um nærleika og hugna.
Leikararnir eru Hanna Flóvinsdóttir, Jákup Wardum, Hjálmar Dam, Birgir Djurhuus, Rói Næs, Tanja Kruse Dam og Tróndur Karlsson Mouritsen og lítla Hildur. Hjálmar Dam leikstjórnar øllum hurlivasanum, men sum vant eru hópin av øðrum fólkum, sum hjálpa til, umframt at leikurin verður stuðlaður av Mentanargrunni Landsins, Tórshavnar Býráði, Tryggingarfelagnum Føroyum og MáF.
Leikurin er um eina heilt vanliga familju, sum heldur eini heilt vanlig jól. Ella er familjan nú so heilt vanlig, og halda tey nú eini heilt vanlig jól? Og ber tað yvirhøvur til at halda jól gangnam-style?
Komið oman í Sjónleikarhúsið og fái sjón fyri søgn!
Atgongumerkir fáast í VisitTórshavn og við dyrnar 1 tíma undan sýning. Kostnaður kr. 50,- fyri øll.
Havnar Sjónleikarfelag borðreiðir við einari reindyrkaðari farsu í heyst.
Heimskendi skemtileikurin hjá Dario Fo “Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” varð upprunaliga skrivaður í 1974, men í 2006 endurnýggjaði og nútímansgjørdi Dario Fo leikin, og tað verður henda útgáva, ið verður at síggja í Sjónleikarhúsinum 11. Oktober.
Evnið í leikinum er einki broytt síðan sjeytiárini – tíverri, kunnu vit siga: stríðið hjá tí vanliga fólkinum at yvirliva og klára seg við teimum fáu oyrunum man hevur eftir, tá skatturin er farin við sínum og bankin og streymurin og oljan og alt hitt við sínum er enn líka aktuelt. Í leikinum gera konurnar uppreistur, tá prísirnir á matvørum enn einaferð fara upp: í staðin fyri at gjalda tað, tað kostar, so gjalda tær tað tað kostaði í gjár, ella í síðstu viku – og summar gjalda enntá slett einki. Hesar ólógligu matvørur mugu tó krógvast, fyrst fyri monnunum og síðan fyri politinum, og knappliga eru allar konur í grannalagnum uppá vegin samstundis – og allar í minst níggjunda mánað! Tað sum stendst burturúr, er hvørki meir ella minni enn ein reindyrkað farsa!
Dario Fo er ein tann gitnasti høvundurin av skemtileikum í nýggjari tíð, og leikir hansara verða spældir um allan heim. Hann fekk bókmentaheiðursløn Nobels í 1997.
Í Føroyum hevur hann verið á skránni fleiri ferðir seinastu hálvu øldina, og “Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” var eisini sera væl umtóktur tá Gríma spældi hann í ’79, við Eyðun Johannessen og Adelborg Linklett í høvuðsleiklutunum. Hesuferð verða tað Hjálmar Dam, Ria Tórgarð, Sissal Hjaltalin, Rói Næss og Jákup Dahl ið spæla. Hans Tórgarð hevur týtt nýggju útgávuna og leikstjórnar, meðan Hjálmar Dam stendur fyri pallmyndini.
Sum altíð hjá Dario Fo, so verður farsan ikki minni stuttlig av teimum aktuellu, politisku viðmerkingunum – og hóast leikurin er skrivaður í Italia, so kundi tað gott verið her heima hjá okkum.
Frumsýning verður 11. Oktober, og spælt verður allan oktober mánað.