venstre forheng

Budam útgávukonsert

Leygarkvøldið 16. juni 2007 kl. 21 (+19)

Komandi leygardag tann 16.juni kl. 21.00 verður stór konsert í Sjónleikarhúsinum í samband við at nýggja fløgan hjá Budam “Stories of devils, angels, lovers and murderers” kemur út. Og stór verður konsertin, tí har vera ikki færri enn tíggju tónleikarar á palli í senn.. Magnus Johannessen, Rógvi á Rógvi, Mikael Blak, Kim Hansen, Nikolas Kapnas, Ólavur Olsen, Heini Ragnarson, Ása Wraae Olsen, Margreta á Rógvu og sjálvur Budam fara at spæla tónleik av leingi væntaðu fløguni.

Dramatisku og rørandi framførslurnar hjá Budam hava longu bergtikið nógv, eitt nú á Asfalt og G-festivalinum seinasta ár, og á Spot festivalinum í ár, har Gaffa gav honum 5 útav 6 stjørnur fyri sína einastandandi framførslu.

budam: Stories of devils,angels, lovers and murderers

Nýggja fløgan, “Stories of devils, angels, lovers and murderers”, sum hevur tikið meira enn eitt ár at gjørt, og sum hevur verið undir hond bæði í Føroyum, London, Svøríki, Danmark og Týsklandi, verður seld og signerað eftir framførsluna. Atgongumerkir til tiltakið fáast í Kunningarstovuni.

Útselt er til konsertina við Búa Dam leygarkvøldið kl 21. Eykakonsert verður leygarkvøldið kl. 19. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni og við dyrnar

budam