eitt einasta orð

Dansiteatur í Sjónleikarhúsinum!

Týsdagin 17.apríl verður fyrsta framførsla av dansiteatri í Sjónleikarhúsinum.

Í leikinum "eitt einasta orð" verða brot / løtur úr einum menniskjalívi lýst í dansi, sjónleiki, myndum og tónleiki. Leikurin er samansettur sum ein kollasja ella brotamyndir.

Tað er 19 ára gamla Rúna Jóhanna Aref, sum eigur hugskotið og hevur evnað til innihaldið í leikinum. Rúna hevur gingið á Den Rytmiske Daghøjskole í Keypmannahavn, og har tikið eitt ára dansiteaturskeið. Skúlaárið endaði við eini framførslu, og tað er m.a. brot úr hesari, sum Rúna hevur sett saman við øðrum koreografium, tónleiki og orðum.

Við Rúnu á pallinum er Búi Rouch.

Myndirnar til leikin hevur Greta Svabo Bech tikið, og hon hevur eisini komponerað ein part av tónleikinum.

Modell á myndunum er Barbara Lætitia Méresse.

Leikstjóri er Súsanna Tórgarð.

Tað verða 5 sýningar í Sjónleikarhúsinum:

  • týskvøldið 17. apríl kl.20.00
  • mikukvøldið 18.apríl kl.19.00 og kl.21.00
  • hóskvøldið 19.apríl kl.19.00 og kl.21.00

Atgongumerki á 60,-kr fáast í Kunningarstovuni í Tórshavn og ein tíma undan sýning í Sjónleikarhúsinum.

eitt einasta or�

Flick myndir

Marknaðardagur

Leygardagin 28.april 2007 kl.10 - 16

Vit taka ímóti LOPPUM:
- Mánadagurin 16. - fríggjadagurin 20.apr: 8.00 - 16.00
- Leygardagurin 21.apr: 12.00 - 18.00
- Mánadagurin 23. - fríggjadagurin 27.apr: 8.00 - 20.00

Markna�uardagur