venstre forheng

Fangaður í netinum

Vit eru farin undir at fyrireika heystleikin, ið hevur premieru 3. november. Talan er um enska glantrileikin Fangaður í netinum (Caught in the Net) eftir Ray Cooney.

Larger image: Fangaður í netinum

Ray Cooney (1932) er kendur fyri sínar lívligu skemtisjónleikir og sum meistari innan glantrileik. Hann hevur eisini drúgvar royndir innan leikstjórn og sum leikari.

Fangaður á netinum er framhald av leikinum Renn fyri vívinum (Run for your Wife) eftir Ray Cooney, sum Jákup Veyhe saman við Havnar Sjónleikarfelag og Spírum setti upp í Sjónleikarhúsinum várið 2006.

Høvuðspersónurin er miðaldrandi hýruvognsførarin John Smith. Hann er giftur og hevur sonin Gavin við Barbaru, samstundis sum hann er giftur við Mary, sum hann hevur dóttrina Vicky við. Barbara og Mary kennast ikki, tí John hevur altíð hildið sítt dupultlív loyniligt. Tá ið so Gavin og Vicky hittast á netinum og finna útav, hvussu nógv tey hava til felags: tey eita bæði Smith, hava bæði ein 51 ára gamlan pápa, sum eitur John og er hýruvognsførari, avtala tey at hittast. Hetta gerst byrjanin til eina komiska søgu um John, ið av øllum alvi roynir at fyribyrgja, at hansara dupultlív verður avdúkað.

Margrethe Koytu (1946) er leikstjóri. Margrethe Koytu er donsk sjónleikarkvinna, útbúgvin á sjónleikarskúlanum við Aalborg Teater í 1974. Margrethe Koytu er bæði kend á sjónleikarapalli, í danska filmsheiminum og í donskum sjónvarpi, millum annað fyri sín leiklut sum Lizzie Boye-Larsen í donsku sendirøðini Taxa (1997-1999). Av øðrum leikum, sum Margrethe Koytu hevur leikstjórnað, kunnu nevnast Don Kisjot (Anemoneteatret, 1990); Hvad skal man tro (Anemoneteatret, 1991); Hva’ nu, Ruth (Masken, 1992). Til stuttleika kann nevnast, at mamma hennara var úr Koytu á Sandi.

Týtt til føroyskt hava Óli Olsen og Jytte Joensen úr donskum og enskum. Tey leikandi eru: Kári Øster, Petur Meinhard E. Andersen, Herborg Mikkelsen, Brynjálvur Tórstún, Eyðfinnur Finnson, Barbara í Stórustovu og Petra Iversen.

Atgongumerkir eru eru at fáa í Kunningarstovuna í Tórshavn tel. 302425 og í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning. Prisur 125 kr.

PDF: Plakat Faldari

Stuðlar:

Eik
Tórshavnar býráð
Atlantic Airways
MáF - Meginfelag Áhugaleikara Føroya
Mentanagrunnur Landsins

upcoming.org