venstre forheng

Høgni Reistrup

poster

Sjónleikarhúsið bjóðar leygardagin tann 22 desember kl 20 Føroya fólki fyri seinastu ferð í ár ta serliga autentisku tónleikauppliving, sum bert er møgulig í Sjónleikarhúsinum.

Hesuferð er tað 23 ára gamli singer/songwriter Høgni Reistrup, sum eigur pallin. Høgni gav fyrstu fløgu sína Hugafar á ferð út í summar. Fløgan hevur fingið góð ummæli bæði í Føroyum og uttanfyri landoddarnar. Lagið Vit vita at so er kom beinleiðis inn á eitt fyrsta pláss á 15 teim bestu og var á ovastu rók, til lagið varð tikið av listanum aftur. Á konsertini leygarkvøldið fara vit at hoyra løg frá fløguni og eisini okkurt nýtt lag. Høgni Reistrup hevur fingið 8 tónleikarar at spæla saman við sær á konsertini, hesir eru Rúni Mouritsen, Høgni Fagraberg, Ísak Sambleben, Finnur Jensen, Tróndur Olsen, Heiðrun Petersen, Jona Jacobsen og Tóri Restorff. Eftir konsertina verður møguligt at keypa fløguna og at fáa hana signeraða.

Sjónleikarhúsið hevur í 2007 verið karmur um nakrar av ársins bestu konsert upplivingum. Budam, Teitur Lassen og Guðrið Hansdóttir teljast millum tey, sum í ár hava havt ógloymandi konsertir í húsinum.

Jan Lamhauge sigur soleiðis um sjónleikarhúsið í Dimmalætting (Nr. 109) tann 11. juni 2007 í ummælinum av útgávukonsertini hjá Teiti Lassen:

Men tað er tó trupult at ímynda sær eitt betri konsertstað enn hetta søguliga og hugnaliga húsið mitt í Havnini…(...)…og ikki minst so kennist í øllum húsinum – í flisunum, litunum á veggunum, á pallinum, balkongini, ja, í øllum sjónleikarhúsinum – ein andi av søgu og hita.

Sjónleikarhúsið fegnast um at kunna enda tónleikavirksemið fyri í ár við eini eksklusivari konsert við Høgna Reistrup.

Atgongumerki til konsertina fáast í forsølu á Kunningarstovuni í Havn.

upcoming.org