Survivors

Survivors

Leygardagin 10.mars 2007: Frumsýning Survivors eftir Kammu Andersen

Seks fólk eru farin á eitt skeið, ið hevur til endamáls at menna leiðsluhátt teirra.

Orsakirnar til, at tey eru farin á skeiðið, eru ymiskar, og nógv er at missa hjá fleiri teirra, verður skeiðið ikki lokið við nøktandi úrsliti.

Skeiðið, ið verður hildið á eini oyggj í Føroyum, verður fyriskipað av tveimum monnum, ið ikki hava neyðugu menniskjansligu eginleikarnar og førleikarnar at stíla fyri slíkum skeiði.

Leiðararnir seta tískil ótilvitað eina process í gongd, sum teir síðani missa tamarhaldið á.

Skjótt er skeiðið tí ikki longur eitt skeið um persónliga leiðslumenning, men heldur eitt óvænta intermezzo, ið fær hvønn einstakan luttakara at seta spurnartekin við sín leiklut, bæði á oynni í mun til hinar luttakararnar, men eisini í lívi sínum sum heild.

Steðgurin á oynni gerst tí eisini ein spurningur um at yvirliva, bæði ítøkiliga og í fluttari merking.

Jón Thorsteinsson hevur týtt leikin

Leikstjóri: Egi Dam

Dagar:

  • Leygardag 10. mars kl. 20 – Premiera
  • Sunnudag 11. mars kl. 16
  • Týsdag 13. mars kl. 20
  • Mikudag 14. mars kl. 20
  • Hósdag 15. mars kl. 20
  • Leygardag 17. mars kl. 16
  • Sunnudag 18. mars kl. 16
  • Týsdag 20. mars kl. 20
  • Mikudag 21. mars kl. 20
  • Hósdag 22. mars kl. 20
  • Týsdag 27. mars Avlyst !
  • Mikudag 28. mars kl. 20
  • Hósdag 29. mars kl. 20

Atgongumerkir eru eru at fáa í Kunningarstovuna í Tórshavn tel. 302425 og í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning, tel. 31131 ella 311132. Vanligur prísur kr 100 Pensionistar kr 80. Skúlanæmingar: kr 60. Virkir, arbeiðispláss, bólkar fleiri enn 10: kr 80.