venstre forheng

Eingin kann gera tað perfekta

Eingin kann gera tað perfekta

Nýggi filmurin hjá Katrini Ottarsdóttur Eingin kann gera tað perfekta um myndahøggaran Hans Paula Olsen verður nú sýndur í Havn.

Filmurin hevði eina væleydnaða, útselda frumsýning á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 30. januar og hevur síðani verið sýndur tvær ferðir í Føroyahúsinum. Fyrst í marts mánaða skal hann væntandi vísast í Politikens Hus við Ráðhúsplássið í Keypmannahavn í sambandi við framsýning, sum Hans Pauli skal hava har.

Føroyska frumsýningin av filminum verður í Sjónleikarhúsinum mánakvøldið 25. februar kl. 20.00. Til hesa sýning verða "giraffarnir" – Katrin og Hans Pauli – til staðar og eftir sýningina verður høvi hjá áskoðarunum at skifta orð við tey um filmin. Almenn atgongd er til frumsýningina.

Sýningar verða eisini 26., 27., 28. februar og 4. mars kl 20.

Atlantsflog hevur stuðlað frumsýningini.

Vinaliga bílegg atgongumerki á 100 kr í Sjónleikarhúsinum á tlf. 321131 ella 281131 ella teldupost: oddva@gmail.fo.

Blue Bird Film

Hans Pauli Olsen