venstre forheng
Gatas Gynt

Hósdagin 5.juni 19.00

Filmurin Gatas Gynt til Føroyar

Eitt serliga hugtakandi og tankavekjandi tiltak verður í Sjónleikarhúsinum hósdagin tann 5. juni kl. 19.

Filmurin Gatas Gynt verður frumsýndur hetta kvøld. Sostat er Føroyar næsta landið, sum fær gleði av filminum.

Hann varð sýndur á stórskýggja sum útisýning á einum stórum torgi í Oslo fyrr í ár, og Haraldur kongur var millum áskoðararnar, sum upplivdi heimleysar rúsmisnýtarar spæla Ibsen.

Filmurin Gatas Gynt er ein annarleiðis filmatisering av Peer Gynt hjá Henrik Ibsen.

Fimsleikstjórin Hallvard Bræin fekk hugskotið til filmin og setti seg í samband við Njál Djurhuus, sum beinanvegin segði ja til at luttaka í hesum gevandi projekti.

Allir leiklutir eru spældir av heimleysum rúsmisnýtarum, sum Frelsunarherurin í Oslo hevur samband við ígjøgnum sína rúsumsorgan.

Kombinatiónin av vísdómi Ibsens og tulkingin hjá leikarunum, væl leikstjórnað av Hallvard Bræin, ger sýningina sera hjartanemandi. Filmurin er bygdur yvir 5. akt av Peer Gynt hjá Henrik Ibsen. Tað er, tá ið Peer møtir sìnum lívslygnum og stendur heilt einsamallur, hesin sjálvsdyrkandi keisarin, sum skuldi ráða yvir allari verðini, blívur úrlatin og má taka uppgerðina við seg sjálvan, áðrenn hann finnur sína náði, sín kærleika.

Møti millum orð Ibsens og sjónleikararnar er ein uppliving av teimum stóru.

Í filminum eru eisini dokumentarisk brot, har vit fáa innlit í lívið hjá leikarunum.

Njál &Hallvard

Aftaná sýningina verður pallborðsfundur. Í pallborðinum sita Njál Djurhuus, majorur, Hallvard Bræin, filmsleikstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharri, Pál Weihe, yvirlækni og Magni Garðalíð, sum starvast í Herberginum. Poul Jákup Thomsen, ráðgevi, verður orðstýrari.

Tað er Elin Karbech Mouritsen, sjónleikari, sum hevur staðið fyri tiltakinum.

Almenn sýning verður hósdagin 5. juni kl. 19 í Sjónleikarhúsinum

Áðrenn sýningina spælir hornorkestrið hjá Frelsunarherinum í Havn uttanfyri.

Atgongumerki á 100 kr fáast á Kunningarstovuni í Havn tlf. 312425

Allur ágóðin av sýningini fer til Herbergið. Í hesum sambandi verður jólagrýtan hjá Frelsunarherinum sett fram í gongini í Sjónleikarhúisnum, har fólk hava møguleika at lata eina gávu.

upcoming.yahoo.com