venstre forheng

Limafundur: Havnin verður 100

Dancing

Í sambandi við at Havnin verður100 ár næsta ár, er ætlanin at fara undir at gera nakrar havnarmyndir, sum lýsa lívið í býnum seinastu 25 árini.

Limir úr Havnar Sjónleikarfelag og Tjóðpallur Føroya hava arbeitt eina tíð við hugskotum og møguleikum í sambandi við hesa verkætlan, sum skal framførast í 2009.

Tá Havnin fylti 75 ár, hittust limirnir at savna inn tilfar og umskapa tað til pall. Hetta arbeiðið var spennandi og nógv eru tey, sum vóru við tá, sum minnast aftur á eina hugnaliga tíð við nógvum spurningum og kjaki, sum saman við góðum samanhaldi hevði stóran týdning fyri úrslitið: framførslurnar av Havnarmyndum fingu stóra móttøku og vórðu framførdar meira enn 50 ferðir!

Fyri at vita, um áhugi er millum limirnar at verða við í hesum tiltaki, verður kallað inn til limafundar mikukvøldið 2. apríl kl. 20 í Áarstovu.

Á fundinum fara Margreta Næss, Jenny Petersen, Ria Tórgarð og onnur at greiða nærri frá, hvussu farast kann í gongd.

Tit, sum ikki kunnu møta á limafundinum, og sum hava hug at fáa meir at vita/vera við, eru vælkomin at boða frá á tlf 311132 ella 281131 ella senda teldupost: oddva@email.fo

upcoming.org