venstre forheng

Sjónleikaraskúlin og (hálv)Bendir Spónar á festival til India

Klintrimús og Mikkjal
Photo by Philippe Carré

Sjónleikaraskúlin hjá Havnar Sjónleikarafelagi hevur fingið eina innbjóðing til at vera við í sjónleikarafestivali í Delhi, India, og har framføra sangleikin Fez eftir hollendska rithøvundanum Marcel Van Rijn. Festivalurin eitur The 9th International Children’s Festival for Performing Arts og verður í Ryan International School í New Delhi frá 27. november til 1 desember 2008. Eini 20 altjóða bólkar eru valdir út at framføra, umframt upp móti 50 indiskar bólkar. Luttakarar koma frá Iran, Pakistan, Uganda, Týsklandi, Litava... og nógv onnur lond.

Sjónleikaraskúlin er eitt samstarv millum sjónleikarhúsið og kvøldskúlan, og gevur undirvísing í sjónleiki til uml. 60 børn og ung. Børnini eru bólkaði eftir hvussu leingi tey hava gingið til sjónleik, og tey kunnu halda fram so leingi tey eru í fólkaskúlaldri.

Seinastu tvey árini hevur skúlin staðið fyri Leikhúsjól í Sjónleikarhúsinum, og teir næmingar, sum hava gingið fleiri ár í sjónleikaraskúlanum, hava sostatt fingið høvi til at spæla alment og eisini at royna tann partin av leiklistini sum er at spæla nógvar sýningar og møta einari áskoðarafjøld.

Jólini 2007 spældi elsti bólkur ein lítlan sangleik eftir hollendska MarcelVan Rijn. Leikurin Fez snýr seg um sjómenn, sum fara út í verðina og vitja í tí fremmanda Turkalandi. Ein av matrósunum verður illa happaður, men tá ið hann fær hendur á einum gandahatti (fez) sleppur hann sjálvur at royna hvussu tað er at vera leiðari og fyrimynd, men finnur útav, at vinalag er meira enn vald og pengar. Gandahatturin (fez´in) er reyður tráður í leikinum sum ein mynd av tí, sum øll tráa eftir, men sum ikki gevur eydnu hóast alt. Sangleikurin varð framførdur við ungdómsorkestrinum “Bendar Spónir” á pallinum. Bendar Spónir er mannaður av fimm tónleikarum sum til dagligt venja í Margarinfabrikkinum í Havn, og har fleiri eisini fylgja MGK (konservatoriifyrireikandi) skeiðið í Tórshavnar musikkskúla. Fýra av spónunum, Jón, Johannes, Kriss og Per, verða við í New Delhi. Sjónleikarar eru Heidi, Astrið, Saga, Marjun, Lilja, Jóhanna, Rannvá, Armgarð og Ronja. Hedvig leikstjórnar og Gundur og Rúna verða ferðaleiðarar.

9th International Children’s Festival of Performing Arts festivalurin verður hildin á hvørjum ári, og hetta er eitt tað besta høvið hjá sjónleikaraáhugaðum børnum kring allan heim at hittast og framføra. At fara til India við leikinum “Fez” verður eitt fantastiskt høvi hjá evnaríkum føroyskum ungum at hitt børn og ung frá øðrum londum, sum hava øðrvísi átrúnað, siðvenju og mentan, men sum eru saman um eitt felags áhugamál, nevniliga “performing arts”, sum er evnið fyri festivalin. Evnini í leikinum gera leikin sera væl egnaðan til ein slíkan festival, har eitt av málunum er global identity og understanding of different cultures.

Vit halda, at hesi børnini kunnu vera við til at gera Føroyar til ein part av umheiminum. At tey við ferðini fáa vitan um onnur lond og aðrar mentanir, og samstundis byggja upp sambond og vinabond um allan heim. Ikki minst fáa tey eisini eina uppliving av, at mentan kann flyta mørk. Luttakararnir hava arbeitt hart, og hóast tey bara eru millum 12 og 18 ár, eru tey longu blivin góðir sjónleikarar og tónleikarar. Ein uppliving av hesum slagi fer uttan iva at geva teimum stóran íblástur framyvir, soleiðis at tey fara at halda fram at arbeiða við sjónleiki og tónleiki og harvið geva øðrum - ungum sum eldri - her heima upplivingar og íblástur. Eisini vænta vit, at tey fáa og kunnu geva víðari eina fatan av einum størri og marglittum heimi.


Myndir...

Stuðlað ferðina hava Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Mentanargrunnur Landsins, Meginfelag Áhugaleikara Føroya, Havnar Sjónleikarfelag, S/P Mallac, Vodafone, Føroya Tele, Atlantic Airways, umframt nakrir vinnustuðlar sum ynskja at vera ónevndir. Vit takka fyri, at tit hava gjørt ferðina møguliga!