venstre forheng

Lena Anderssen

Lena Anderssen

Føroyska sangkvinnan Lena Anderssen trýnur nú aftur á pall. Hetta er fyrsta almenna konsertin í føroyska høvuðsstaðnum í skjótt 18 mánaðir.

Lena Anderssen, sum bara spældi eina almenna konsert í Føroyum í fjør - einútseld konsert í Atlantis í Klaksvík - fer á pall í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 14. juni. Við sær hevur hon mannin hjá sær Niclas Johannesen á guitara, umframt at onkur gestur verður aftrat.

Tá Lena gav út fløguna Let Your Scars Dance í fjør, var hetta við fyrstu føroyskum tónum úr  víðagitnu Abbey Road upptøkuhølunum í Onglandi. Føroyingar hava eisini tikið sera væl ímóti nýggjastu fløguni, ið hevur fingið heiðurin at vera kosin "Ársins Fløga" til bæði Planet Awards og av lesarunum hjá Dimmalætting.

Hóast lítið hevur verið at hoyrt til Lenu á føroyskum palli seinasta árið,so var hon á stórari konsertferð kring alt Evropa í fjørheyst, har føroyska sangarinnan var serligur gestur við avstralska artistinum Xavier Rudd.Konsertferðin var útseld, og Lena fekk sera góð skoðsmál. "Suverænt og undirhaldandi" skrivaði stóra týska netsíðan Musicheadquarter eftir Lenusa framførlsu í Frankfurt.

Lena, sum í juni verður við á danska Spot Festivalinum, sum partur av NordicCowriters, fer seinni í juni at spæla í Danmark og Írlandi eisini. Men fyrst er konsert í góða, gamla Sjónleikarhúsinum á skránni.


upcoming.org