venstre forheng

Haroun og søguhavið

eftir Salman Rushdie

Cover from the Puffin edition

Komandi vikuskifti framførir elsti bólkur í Skúlanum í Havnar Sjónleikarafelagi leikin Haroun og Søguhavið eftir Salman Rushdie.

Leikurin byggur á skaldsøgu við sama navni, sum Rushdie skrivaði til synir sínar, tá hann mátti liva krógvaður, tí at hann var blivin lagdur undir ein fatwā ella islamitiskur deyðadóm. Men í staðin fyri at fella í fátt, skrivaði Rushdie eina fantasiríka søgu um talufrælsi, ævintýr og familju.

Faktiskt eru fleiri søgur vovin hvør inní onnur. Drongurin Haroun er keddur tí mamman er rýmd heiman. Hon orkar ikki at liva við manni sínum, sum “hevði høvdið í skýggjunum og beinini leys av jørðini”. Tá hon fer, steðgar hugflogið hjá Rashid pápa. Haroun setir seg fyri, at fáa søgusigarkynstrið hjá pápanum í rættarlag aftur.

Hetta førir hann út í dreymaverð, til Kahani, sum er annar máni hjá jørðini. Har er soleiðis skipað, at helvtin av Kahani, Gup, er í ævigum ljósi, og øll kjakast um alt. Hin helmingurin, Chup, er í ævigum myrkri, og har ræður Khattam Shud, tagnarstjórin.

Við sær hevur Haroun fylgisneytarnir Umm og Menn, og á vegnum hittir hann ikki sørt av øðrum søguverum...Tilsamans klára tey at skipa fyri ein eydnuríkan enda.

Haroun og Søguhavið er millum størstu leikverkini sum skúlin hevur roynt seg við. 17 leikarir í aldrinum 13 – 15 undir leiðslu av Hedvig Westerlund-Kapnas eru á palli. Umsetingin hevur Rakel Helmsdal gjørt.

Sýningar

Atgongumerki kostar 30 kr og fæst við dyrnar.