venstre forheng
Tornarósa

Tornarósa

Í løtuni spælur Havnar Sjónleikarfelag nýggja, forvitnisliga, føroyska uppseting, sum byggir á ævintýrið Tornarósa hjá brøðrunum Grimm. Tað eru Elin á Rógvi, leikstjóri, og Jóna Thomsen, koreografur, sum í felag skapa ta listaligu myndina. Báðar hava tær nógvar royndir á baki og eru kendar fyri sín dugnaskap. Ikki minst tá tað snýr seg um børn og ung.

Ljóssetingin kemur í stóran mun at verða viðspælari í hesi uppsetingini, og tann uppgávun er latin upp í hendurnar á Árna Baldvinssyni, sum er kendur fyri sítt hegni á hesum øki. Ævintýrabúnarnir gandar skræddarin í miðbýnum, Beinta Vilhelmsen, fram. Fyri tónleikinum, sum eisini er ein týðandi viðspælari, standa Ólavur Jákupsson og Jákup Wardum. Pallmyndina eigur Jóannes Gaard. Pall- & búnarekvisitørar eru Marjun Jóanesardóttir og Jóanes Andreasen.

Leikarar og dansarar telja tilsamans 15 fólk. Við dansi, tónleiki og leiki skapast ein hugtakandi magisk heildaruppliving fyri børn og vaksin.

  • Mikudagin 13.jan.2010 kl.20.00
  • Týsdagin 12.jan.2010 kl.18.00 Útselt
  • Sunnudagin 10.jan.2010 kl.18.00
  • Leygardagin 9.jan.2010 kl.18.00
  • Fríggjadagin 8.jan.2010 kl.18.00
  • Mikudagin 6.jan.2010 kl.20.00
  • Mikudagin 30.des.2009 kl.18.00
  • Týsdagin 29.des.2009 kl.18.00
  • 3.jóladagur 27.des.2009 kl.18.00
  • Mánadagin 22.des.2009 kl.18.00
  • Sunnudagin 21.des.2009 kl.18.00
  • Sunnudagin 20.des.2009 kl.18.00
  • Sunnudagin 20.des.2009 kl.16.00
  • Leygardagin 19.des.2009 kl.18.00
  • Fríggjadagin 18.des.2009 kl.18.00
  • Sunnudagin 13.des.2009 kl.16.00
  • Leygardagin 12. des.2009 kl.18.00 Útselt
  • Fríggjadagin 11.des.2009 kl. 18.00
  • Mikudagin 9.des.2009 kl. 20.00
  • Týsdagin 8.des.2009 kl. 18.00
  • Sunnudagin 6.des.2009 kl 18.00
  • Sunnudagin 6.des.2009 kl 16.00
  • Hósdagin 3.des.2009 kl 18.00
  • Mikudagin 2.des.2009 kl 20.00
  • Týsdagin 1.des.2009 kl 20.00 Frumsýning

Kostnaður: 125 kr