venstre forheng
Leikhúsjól 2010

Leikhúsjól 2010:

Millum skins og hold

12. desember fer Havnar Sjónleikarfelag undir at sýna Millum skins og hold. Hetta er leikur ætlaður teim minnstu og barnsligum sálum.

Leikurin er týddur úr donskum, skrivaður av Jens Kløft, og snýr seg um tríggjar vættrar.

V. U. Hammershaimb sigur um vættrar:

Vættrar eru smáir, fríðir til útsjóndar, góðir andar, sum búgva í húsunum hjá góðum fólki, og undir teirra lívd njóta tey sælu og fáa styrk av teimum, so at alt gongur væl í lag í tí húsi, hvar vættrar eru; sælur er vættra vinur, tí hann kann hvørki trøll ella huldufólk ella nakar livandi undir jørðini ella á jørð granda.

Okkara vættrar eru forvitnir og eitt sindur forherðaðir. Teir búgva millum skins og hold, og teir vilja gjarna vera saman við fólkunum, men tað ber ikki til tí fólk hava ikki evni at síggja vættrar. So er tað at okkurt óvænta kann henda, okkurt sum órógvar fólkini og sum tey ikki fáa greiðu á.

Ria Tórgarð leikstjórnar og leikarnir eru Barbara Hentze í Stórustovu, Hanna Flóvinsdóttir og Rasmus Eysturoy.

Sýningar:
  • Sunnudag 12.12 kl. 18.00
  • Mánadag 13.13 kl. 18.00
  • Týsdag 14.12 kl. 18.00
  • Mikudag 15.12 kl. 18.00
  • Fríggjadag 17.12 kl. 18.00
  • Leygardag 18.12 kl. 16.00
  • Sunnudag 19.12 kl. 16.00
  • Mánadag 20.12 kl 18.00
  • Týsdagur 21.12 kl. 18.00