venstre forheng
Heim

Heim

Ikki øll hava eitt heim ella nakran kæran

Elsti og mest royndi bólkurin í sjónleikaraskúlanum spælir frumsýningina av leikinum Heim sunnudagin tann 22. mai 2011.

Tað er ein leikur um átta børn, sum ongantíð hava havt nakran kæran hjá sær. Tey hava aldrin lært, hvussu man skal uppføra seg. Tey banna, drekka, roykja, verða við barn o.s.fr. Tó eru tey ikki meir enn frá 8 til 17 ára gomul.

Hetta ljóðar ivaleyst ræðuligt, men er ein veruleiki hjá nógvum.

Vit hava mett, at leikurin er óhóskandi fyri børn undir 13 ár, tí hann er ógvusligur.

Tað kostar 50 kr at síggja leikin. Atgongumerkir kunnu keypast við dyrnar ein tíma undan sýning.

Sýningarnar verða 22, 24., 27 og 28 mai kl 19.30.

Høvundurin er russiska Ludmila Razumovskaja
Leikstjóri: Hedvig Westerlund-Kapnas
Pallur: Jóanes Andreasen
Ljós: Hjalmar Holm

Leikarar:
  • Inga Svabo Vestergaard
  • Katarina Kyster
  • Marianna Horsdal
  • Barbara Eysturoy
  • Lilja Luid
  • Judit Tummasardóttir
  • Sarita Holm
  • Dagmar Johannesen
  • Rannvá Nær Hoydal
  • Bjørk Búadóttir Torgarð
  • Bjørk Breckmann
  • Beinta Hansen
  • Anna Poulsen
  • Una Skaalum

Leikurin hevur átta leiklutir, tað hevur við sær, at tveir leikarar skiftast um at spæla.

Leikararnir eru frá 14 til 17 ár, allar gentur, og hava “liva við” leikin í meir enn eitt ár. Talan er um eitt stórt leikverk, ein modernaðan sorgarleik frá 70 árunum.

Heim

Skúlin er eitt samstarv millum Havnar Sjónleikarfelag og Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla. Vit takka MáF fyri stuðul.