venstre forheng
Mike Viderø as Pinocchio

Pinocchio

Forsølan av atgongumerkjum til barnaleikin Pinocchio byrjar mánadagin 17.oktober í Kunningarstovuni í Havn. Kostnaður er 130 kr.

Sýningar Pinocchio:
  • Sunnudag 23. oktober kl. 16.00
  • Týsdag 25. oktober kl. 18.00
  • Mikudag 26. oktober kl. 18.00
  • Sunnudag 30. oktober kl. 16.00
  • Mikudag 2. november kl. 18.00
  • Fríggjadag 4. november kl. 18.00
  • Leygardag 5. november kl. 16.00
  • Sunnudag 6. november kl. 16.00
  • Týsdag 8. november kl. 18.00
  • Mikudag 9. november kl. 18.00
  • Fríggjadag 11. november kl. 18.00
  • Leygardag 12. november kl. 16.00
  • Sunnudag 13. november kl. 16.00
  • Týsdag 15. november kl. 18.00
  • Mikudag 16. november kl. 18.00
  • Leygardag 19. november kl. 16.00
  • Sunnudag 20. november kl. 16.00
  • Týsdag 22. november kl. 18.00
  • Mikudag 23. november kl. 18.00
  • Fríggjadag 25. november kl. 18.00
  • Týsdag 29. november kl. 18.00
  • Mikudag 30. november kl. 18.00
  • Leygardagin 3. desember kl. 16.00
  • Sunnudagin 4. desember kl. 16.00
  • Mikudagin 7. desember kl. 18.00
  • Fríggjadagin 9. desember kl. 18.00

Søgan um Pinocchio

Pinocchi with bagged fox and cat

Leikurin tekur støðið í upprunasøguni um Pinocchio hjá Carlo Collodi, men leikurin er lagaður til nútíðarbørn.

Carlo Collodi, sum fann upp á at skriva um hesa eitt sindur kúllaligu trædukkuna ella marionettdukkuna, var italiumaður. Hann hevði stóran áhuga í samfelagnum, sum hann var partur av, og byrjaði avísina Il Lampione sum speiskliga viðgjørdi hendingar í hansar nútíð.

Í 1875 fór hann at skriva fyri børnum. Hann skrivaði ævintýr og eina røð av skaldsøgum, og í 1880 fekk hann tað hugskot at brúka ein fittan, kúllaligan og eygagóðan figur, sum gjøgnum smáar myndasøgur, einar 3 til 5 myndir, frambar eitthvørt sjónarmið hjá Carlo Collodi. Hann nevndi hesa søgurøð Søgan um eina marionettdukku ella søgan um Pinocchio. Hesar søgur vóru prentaðar í eini italskari avís fyri børn, tann fyrsta av sínum slagi í Italiu. Carlo Collodi andaðist í 1890 uttan at vera greiður yvir, hvussu kend og vælumtókt hansara hugskot gjørdist.

Ævintýrið um Pinocchio kom seinast út á føroyskum í 2005 í glæsiligari útgávuni frá Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Nógv hava nýtt søgurnar um Pinocchio sum grundarlag, og ein hin kendasta er søgan hjá Walt Disney. Walt Disney fyritøkan ger ofta syrgiligar søgur barnavinarligar og stuttligar, eitt nú søguna um Pinocchio og um Ta lítlu havfrúnna.

Havnar Sjónleikarfelag hevur sett Pinocchio upp tvær ferðir áður, í 1986 og í 1996. Í fyrra førinum var tað ein sangleikur evnaður til av sviunum Staffan Gøtestam og Peter Flack, sjónleikarar og tónleikarar. Oskar Hermansen týddi til føroyskt.

Í seinna førinum var tað søguútgávan hjá Walt Disney, sum varð nýtt. Allan Dalsgarð týddi.

Í uppsetingini í 2011 verður talan um eina samanrenning av upprunasøguni hjá Carlo Collodi og einari nýtulking av søguni.

Pinocchio letur seg lokka, og hann vil heldur gera tað, sum er stuttligt, enn tað, sum hann er biðin um at gera. Og tá man ger tað, so hendir ofta, at tað gongur galið. Men tá ið alt gongur galið, so fær man at vita, hvøjir rættu vinirnir eru, og Pinocchio broytist frá at vera ein sjálvsøkin trædukka til at gerast eitt veruligt barn, sum skilir onnur menniskju og fær kenslur fyri øðrum menniskjum.

Søgur um Pinocchio eru spennandi, stuttligar og tað er heilt vist, at onkur ansar eftir og er góður við Pinocchio, og tað er gott, tí tað hevur týdning fyri okkum øll, at onkur ansar eftir okkum og er góður við okkum.

Pinocchio in the hole Pinocchio and the fish Pinocchio on the ground

Týtt og dramatisera:
Egi Dam
Leikstjóri:
Egi Dam
Hjálparleikstjóri:
Búi Dam
Scenografi og búnar:
Sámal Blak
Animatión:
Miguel Rodrigues
Hjálparfólk:
Súni Joensen
Ljós:
Súni Joensen
Hjalmar Holm
Ljóð:
Kjartan Nolsøe Jespersen
Seymað búnar:
Durita Hansen
Anna Sofía Egilstrøð
Hár og smyrsl:
Beinta Flóvinsdóttir
Rúna Mortensen
Tónleikur:
Kjartan Nolsøe Jespersen
Pallsmíð:
Hjálmar Dam
Jóanes Andreassen
Reimar Djurhuus
Poul Dávur Hammer
Rasmus Eysturoy
Birgir Djurhuus
Pallstjóri:
Rúna Mortensen
Pallfólk:
Ann Sofía Egilstrøð
Sissel Eyðfinnsdóttir
Elsa Jacobsen
Beinta Jacobsen
Birgir Djurhuus
Reimar N Djurhuus
Rekvisittir:
Jóanes Andreassen
Leikskrá:
Johan Ludvig Laksafoss
Framleiðsla:
Karin Djurhuus
Pinocchio:
Mike Viderø
Álvagenta /frásøgufólk:
Hanna Flóvinsdóttir
Veggjatutl:
Mariann Hansen
Gepetto:
Rói Næs
Revur/Tunfiskur:
Kári Mouritsen
Ketta/Lampuveikur:
Jákup Dahl
Eldslúkur/Reyði/Lítli:
Klæmint Isaksen
Columbine/Lækni/arbeiðsfólk/akrobat:
Sissal Hjaltalin
Harlekin/lækni/kráka/kolmaður/barn/fiskur
Barbara Andreassen
Pantelone/lækni/kona/barn/fiskur
Bina Svartá
Gomul kona:
Karin Djurhuus

pinocchio_y8q2037 pinocchio_y8q2021 pinocchio_y8q2014 pinocchio_y8q1996 pinocchio_y8q1994 pinocchio_y8q1984 pinocchio_y8q2223 pinocchio_y8q2205 pinocchio_y8q2203 pinocchio_y8q2181 pinocchio_y8q2235 pinocchio_y8q2217 pinocchio_y8q2171 pinocchio_y8q2161 pinocchio_y8q2138 pinocchio_y8q2134 pinocchio_y8q2127 pinocchio_y8q2104

pinocchio_y8q2228 pinocchio_y8q1980 pinocchio_y8q2145

Stuðla hava: