venstre forheng

POE OG BLÓÐ
í
SJÓNLEIKARHÚSINUM

Poemorðini

Ræðusøgunnar meistari fagnaður við stórfingnari framførslu

Tann, sum fer inn á YouTube, hevur í dag høvi til at hoyra heimsins bestu yrking lisna upp við sjáldsomum kynstri. Yrkingin eitur The Raven (Gorpurin), yrkjarin er Edgar Allan Poe, og upplesarin er tann gitni enski sjónleikarin Christopher Lee, kendur frá leiklutum sum Frankenstein og Dracula og kendur sum Saruman í filmrøðini Ringanna Harri. Upplesturin byrjar varliga, fær so alt meira ferð og endar í einum dramatiskum crescendo. Tað er, kundi ein hildið, sum at hoyra Poe sjálvan …

Somu uppliving – at møta Edgar Allan Poe himself – kunnu ung og gomul í Føroyum – snøgt sagt øll, sum eru drigin av óhugna og spenningi - í heyst gleða seg til. Tí í miðjum september sær ein nýggjur sjónleikur dagsins ljós í Sjónleikarhúsinum. Ein krimi- og spenningsleikur av teimum dyggu, sum samstundis býður teimum kravsomu bæði sálarfrøðiligan lívsvísdóm, gotiskan óhugna og pikantan heilamýkjandi dialog.

Leikurin er bygdur rundan um nakrar av teimum bestu og mest óhugnaligu søgunum hjá tí stóra amerikanska horror-meistaranum. Rithøvundur er Jeffrey Hatcher. Leikurin varð frumsýndur í New York í apríl 2004, hevur vakt stóran ans í USA og verður framhaldandi leiktur á amerikonskum lærdum háskúlum.

Edgar Allan Poe, sum livdi frá 1809 til 1849, var saman við Hawthorne og Melville við til at hækka støðið í amerikonskum skaldskapi og geva hesum skaldskapi modernað europeiskt flog. Hann var fyrst og fremst yrkjari, essayistur og søguskrivari. Hann skapti nakrar av heimsins fyrstu krimi- og detektivsøgum, hann skrivaði science-fiction, og hansara ræðusøgur eru framvegis millum heimsins bestu. Detektivar sum Miss Marple ella Inspector Lynley og rithøvundar sum Dean Koontz ella Stephen King hava allir sín uppruna í kynstrinum og søgunum hjá Poe. Umframt sjálvsagt Sherlock Holmes, Mr Hyde, Dracula, Hannibal Lecter osfr.

POEMORÐINI, sum tann nýggi leikurin eitur, er flættaður burtur úr søgum sum Morðini í Rue Morgue, Tá ið Ushershús fall, Tann svarta kettan, Smettihjartað, Tað stolna brævið og William Wilson. Ein høvuðsleiklut á pallinum hevur Auguste Dupin, heimsins fyrsti detektivur. Leikurin hjá Jeffrey Hatcher glógvar av vitan um Poe og innliti í hansara verk. Men Hatcher býður so sanniliga eisini Poe av. Í leikinum er nevniliga ein kvinna, sum í fyrstuni er forsøgd og smæðin, men sum so líðandi kemur fyri seg, og sum endar við at geva Poes mannligum hetjum, og serstakliga tí braneggjaða fransmanninum Dupin, ein skarpan gang.

Í øllum góðum leikum er altíð eitt dýpi eftir, sum ilt er at grynna í. Og soleiðis eisini í hesum leiki. Tá ið tað er sagt, tykist hann avspegla eina uppgerð millum tvey sløg av gløggleika, tað rationella og tað intuitiva, mansins skarpa vit og kvinnunnar bjarta hjartalit.

Tey, ið leika í POEMORÐUNUM, eru Hjálmar Dam, Sonne Smith, Hans Tórgarð, Hanna Flóvinsdóttir, Rúna Mortensen, Lisa í Dali, Jákup Dahl, Karin Djurhuus og Durita Flóvinsdóttir. Hanus Kamban týddi leikin.

Ria Tórgarð er leikstjóri og Hjálmar Dam scenografur. Umframt tey medvirka Árni Baldvinsson (ljós), Jón McBirnie (ljóð), Durita Flóvinsdóttir og Durita Hansen (búnar).

POEMORÐINI verða frumsýnd í Sjónleikarhúsinum leygardagin tann 15. september.

Sýningar