venstre forheng

Poemorðini

Murder by Poe

Poemorðini

Vælkomin í Sjónleikarhúsið, góði áskoðari, hesuferð til eitt forkunnugt slag av leiki, sum ikki so ofta er at síggja á palli í Føroyum. Leikurin er bygdur á nakrar av teimum bestu og mest óhugnaligu søgunum hjá tí stóra amerikanska horrormeistaranum Edgar Allan Poe.

Hóast mong ár er liðin, síðani Poe, sjálvur meistari ræðusøgunnar, skrivaði ræðusøgur sínar, og hóast heimurin á mangan hátt kann tykjast øðrvísi og kanska minni einfaldur enn áður, so verða vit menniskju framvegis og uttan íhald drigin at tí óunniliga og ræðandi. Fasinatiónin av tí ræðuliga er fest í innasta og myrkasta huglag menniskjans, og hóast forfard og ekkafull, so samstundis drigin at hesum sum heygsmenn móti ljósi…

Vit ynskja tykkum eina óunnuliga løtu.

Nevnd
Havnar
Sjónleikarfelags

Leikrit:
Jeffrey Hatcher
eftir søgum hvá
EDGAR ALLAN POE
Týðing:
Hanus Kamban
Pallmynd:
Hjálmar Dam
Ljóð:
Jón McBirnie
Leikstjórn:
Ria Tórgarð
Búnar:
Durita Flóvinsdóttir
Ljós:
Árni Baldvinsson

Ræðusøgumeistarin, faðirin at krimisøgum og psykodrama søgum, Edgar Allan Poe, sigst at hava livað eitt baldrut lív, har sorg, deyði og dramatikkur hava verið trúgvu fylgisneytar hansara. Sjálvur doyr Poe, 40 ára gamal, undir gátuførum og tragiskum umstøðum.

Tá vit lesa Poe, verða vit drigin inn í ein heim, har vit alla tíðina ferðast á eggini og í daprastu avkrókum tilvitskunnar. Deyði og sjúka eru evni, ið Poe hevur skrivað nógv um.

Í eini søgu letur hann detektivin Dupin siga: "Deyðin hjá eini vakrari kvinnu er, ongin ivi um tað, tað mest poetiska evnið í heiminum ". Ónatúrligi deyðin, fólk, ið doyggja ov ung. Fólk, ið vera upptærd av sálarsjúku. Tey, ið av tilvild, ella tilvitað gerast mordarar – og so tey, ið gerast offur fyri brotsgerðum, verða dripin, ella jarðað livandi. Mordarin er sum oftast, fyri Poe, meira áhugaverdur enn offrið. Hvat elvir til morð? Tilvild ella okkurt íborið? Eru vit øll potentiellir drápsmenn? Poe lýsir, í skaldskapi sínum, sálarsjúku eyðkenni hjá menniskjanum, langt áðrenn sálarfrøðingar fara undir at geva diagnosur og seta nøvn á sjúkurnar.

Men hví yvirhøvur fara undir at spæla ein leik, skrivaðan eftir søgum hjá Edgar Allan Poe? Er hansara skaldskapur ikki nóg mikið í sær sjálvum? Ber yvirhøvur til at fáa lýst og viðgjørt hansara skaldskap á palli, í eini sýning, sum bert varðir ein og ein hálvan tíma?

Havi mangan leitað eftir dramatiseringum av skaldskapi Poe's, og at dramatiserað Poe er ikki einfalt. Henda dramatiseringin eftir Jeffrey Hatcher, sum eg mestsum av tilvild kom framá, leggur seg tætt upp at skrivaða orðinum hjá Poe, og skiftini millum forteljing og sjónleik, gera, at hesin leikur kann pallsetast uttan at missa skaldsliga flogið í søgunum, og samstundis vera ein spennandi og øðrvísi uppliving fyri áskoðaran.

At Sjónleikarhúsið í Havn lat dyrnar upp fyri hesum stóra og krevjandi verki, var enn eitt bonus fyri uppsetanina, tí betri karmar til at siga søgurnar hjá Poe, fáast neyvan. Atmosferan er longu her, søgunnar fótafet hoyrast í brakandi gólv fjalunum, og tá vindurin skrykkir í takskeggið, hómast afturljóðini av røddunum á teimum, ið her hava staðið á palli og virkað handan pallin í mannaminni. Tey eru øll her, og vilja enn einaferð taka eitt tak saman við okkum, fyri at høvuðspersónurin, áskoðarin, kann fáa eina uppliving hann seint fer at gloyma.

Ria Tórgarð,
leikstjori

Poe, morðið og kvinnan

Edgar Allan Poe, føddur í 1809, vaks upp í einum USA, har stórbýurin formaði menniskjans grundkor. Tann vinnuligi framburðurin var øgiligur, og millum teir býir, sum nú bólgnaðu upp, vóru Boston, Baltimore, Richmond, Philadelphia og New York. Poe flutti og ferðaðist nógv og kom at kenna hesar býir væl. Her livdi menniskjan einsamøll og sárbær, leys av familju ella Gudi. Her lúrdu freistingin, morðið og hevndin.

Meðan stórbýurin og brotsgerðin soleiðis mynda annan pólin í Poes lívi, mynda kvinnan og kærleikin (ella kynslívið) hin pólin. Tann foreldraleysi Poe var til fosturs hjá einum ríkmanni, men kom til ilnar við stjúkpápan og var nógv hjá fastur síni, Mariu Clemm. Har hitti hann systkinabarn sítt, Virginiu, sum enn var smágenta. Hóast trettan ára aldursmun fingu tey bæði yndi til hvørt annað, og í 1836 giftist Edgar við Virginiu, sum tá bara var 13 ár.

Virginia var yndislig, myrkhærd og dimmoygd. Hon leikti á piano og hevði vakra sangrødd. Hon var hugtikin av sínum gløgga og sjarmerandi systkinabarni, og Poe forgudaði gentuna. Men í januar 1842, meðan hon sang, stakk Virginia upp at bløða úr munninum.

Tað vísti seg, at gentan hevði tuberklar, hesa ræðuligu basillusjúku, sum herjaði vesturheimin, til læknafrøðin í 20. øld fekk bilbugt við henni. Sum Virginia stundum batnaði, stundum versnaði aftur, livdi Poe í einum ótolandi ótta fyri at missa sína elskaðu.

Men morðið og tann doyggjandi kvinnan eru bara partar av Poes skaldskaparligu veitsluborði. Restina hevur hansara hugflog givið okkum. Og hetta hugflog var tvíbýtt og hýsti bæði tí logiska Poe og sjónarmanninum Poe. Tann fyrri gitti loyniskriftir, hefti seg við staklutir og gjørdi abstraktar útrokningar. Tann seinni skoðaði inn í mannahjartans villiniborgir. Hetta tvíbýti gongur aftur til Pythagoras og Platon, sum vóru bæði skald og matematikarar. Tann sanni detektivurin, segði Poe, er skald.

Nú skilja vit betur søgur sum Morðini í Rue Morgue og Tað stolna Brævið. Í tí fyrru er Gud í staklutinum, og tí ber til hjá Dupin, heimsins fyrsta detektivi, at avdúka tann sera óvanliga mordaran. Í tí seinnu ger Dupin seg til eitt við brotsmannin, hugsar og følir, sum var hann tjóvurin, og kann sostatt genialt rokna út, at brævið er krógvað á tann hátt, at tað liggur opinlýst frammi! Til at rokna hetta út krevur tú at vera meira enn ein vanligur løgreglumaður, nevniliga yrkjari.

Hetta bland av yrking og logos ger Poe føran fyri at røntgenavmynda tað modernaða menniskjað. Øðrumegin er hetta menniskjað automatur, hinvegin er tað herjað av angist fyri Samvitskuni. Hetta er tráðurin í søgum sum Tí svørtu Kettuni, Smettihjartanum ella William Wilson, ein tráður, sum er endurnýttur í túsundtals bókum og filmum, Miss Marple, Holmes, Wallander, Morse. Deduktiónin ger á ein hátt detektivin óneyðugan. Tí menniskjan vil avdúkast. Frælsið er avtikið, og bæði morðið og morðsins avdúking eru treytað av jarnhørðum sálarmekanismum.

Partur av hesi lítið hugaligu menniskjamynd er tað kloyvda menniskjað, sál og likam, eingil og djór, borgari og varúlvur. Frá William Wilson gongur leiðin beinleiðis til Jekyll & Hyde, Dorian Gray, Dracula og Twin Peaks.

Níggju av tíggju nútíðar krimifilmum byrja við, at tú sært eina einsamalla smágentu í eini myrkari gøtu ella einum døprum skógi. Tú hómar ein lodnan skugga og gitir straks, hvat fer at henda. Poe visti, at sárbarast í modernitetinum var kvinnan. Hann var í tí tvístøðu bæði at vera tann romantiski kvinnudyrkarin og steppuúlvurin, sum betur enn nakar kendi teir varúlvar, sum hóttu ta góðvarnu Mary Rogers.

Hvussu kanst tú verja tína elskaðu í hesi støðu? Tú hevur hana heima, varda og trygga. Men ein fíggindi var eftir, lúnskari enn allir mordarar, grimari enn allir varúlvar. Hann tók mammu Poe, tá drongurin var bara tvey ár. Í januar 1847 hevði hann boð eftir Virginiu. Tuberklasjúkan hevur tann merkiliga eginleika, at hon ger vakrar kvinnur uppaftur vakrari. Deyðin fríðkaði ta bleiku Virginiu og gav henni roða á kjálkarnar.

Ræðsluna fyri hesum fígginda lýsir Poe í søguni um Sóttina Reyðu. Sorgina eftir missin lýsir hann í yrkingini “The Raven” (Gorpurin). Tann logiski Poe roknar seg fram til, at tann fullkomna yrkingin má snúgva seg um deyðan hjá eini vakrari kvinnu. Tann kensluborni Poe veit, at sorgin eftir missin sloknar aldri. Vilt tú skilja hesa yrking og fata hesa kvøl, so far inn á YouTube og hoyr Christopher Lee (alias Dracula) lesa hana við ógloymandi dramatiskum kynstri.

And my soul from out that shadow
That lies floating on the floor
Shall be lifted – NEVERMORE!

Hanus Kamban

Sýningar

Hár:
Marjun Olsen
Smyrsl
Beinta Flóvinsdóttir
Birita Krossteig
Jan Egil Kristiansen
Hjálparfólk:
Durita Hansen
Anna Sofía Egilstrøð
Kristina Christiansen
Oddvør Petersen
Malan Egilstrøð
Ljós- og ljóðkoyring:
Hjalmar Holm
Ríkin N. Djurhuus
Pallfólk:
Beinta Flóvinsdóttir
Kristina Christiansen
Pallsmiðir:
Hjálmar Dam
Símun Pauli Hansen
Reimar N Djurhuus
Birgir Djurhuus
Niels Petur Jacobsen
Foto:
Finnur Justinussen
Maria G Tórgarð
Pr fólk:
Hanus Kamban
Hans Tórgarð
Plakat og leikskrá:
Durita Flóvinsdóttir
Hans Tórgarð
Umsiting
Karin Djurhuus

Leikarar

  • sonne smith
  • durita flóvinsdóttir
  • hans tórgarð
  • hjálmar dam
  • hanna flóvinsdóttir
  • jákup dahl
  • lisa í dali
  • karin djurhuus
  • rúna mortensen