venstre forheng
Hans Andrias Djurhuus

Ber til at gera sangleik við barnarímunum hjá Hans Andrias Djurhuus?

Havnar Sjónleikarfelag skrivar út kapping um sangleik fyir børn, har støðið verður tikið í barnarímunum hjá Hans Andrias Djurhuus. Sangleikurin skal framførast á heysti 2013.

Um sangleikin:
Komandi ár eru liðin 130 ár síðani Hans Andrias Djurhuus, skald, varð borin í heim. Hans Andrias er kendur fyri yrkingar sínar, bæði fosturlandssangir og sálmar, men serliga barnarímurnar standa framvegis sum ein varði í bókmentasøgu okkara. Kappingin snýr seg um at skriva eina barnasangleik, sum nýtir barnarímur í leikgongdini. Í aðrar mátar ger høvundin sjálvur av, hvat evnið í leikinum er, og hvussu barnarímurnar verða nýttar.

At tryggja navnaloynd skulu leikritini ikki merkjast við navni. Saman við leikritinum skal leggjast ein afturlatin brævbjálvi við navni rithøvundans. Tilfarið skal sendast Havnar Sjónleikarfelag, Postsmoga 1066, 110 Tórshavn. Brævbjálvin skal merkjast Leikrit til kapping.

Ein nevnd, samansett av yrkisfólki og limum úr nevndini í Havnar Sjónleikarfelag, gera av hvørt virðisløn verður latin. Virðislønin er  25.000 kr. Nevndin treytar sær rætt til ikki at lata nakra virðisløn.

Freistin at lata inn handrit er mikudagin 03. apríl 2013 kl. 12.00.