venstre forheng
Sangur í mjørka

Sangur í mjørka

Frumsýningin av nýskrivaða leikinum Sangur í mjørka, eftir Elina á Rógvi, verður leygardagin 2. novembur.

Atgongumerkir til sýningarnar fáast til keyps, DKK 120, í Visit Tórshavn, í Gamla Bókhandli á Vaglinum.

Leikurin sigur frá síni egnu søgu, sum er knýtt at samtíð áskoðarans, men samstundis nýtir sangirnar hjá Hans Andriasi Djurhuus á ein hátt, sum bæði undirbyggir persónarnar og verurnar í leikinum og sjálva søgugongdina í honum. Leikurin tekur upp eitt viðkomandi evni í nútíðini – tað at missa sambandið við okkara eldri dementu næstringar – og flytur tað yvir í ein hugaheim, har sangir og søguverur og søguheimurin hjá Hans Andriasi natúrliga knýta seg til persónar og hendingar í leikinum.

  • Týsdagur 03/12 kl. 19.00
  • Mikudagur 04/12 kl. 19.00
  • Fríggjadagur 06/12 kl. 19.00
  • Leygardagur 07/12 kl. 16.00
  • Sunnudagur 08/12 kl. 16.00

Visit Tórshavn Facebook Flickr