venstre forheng

Undanfarnir leikir


Fólk og dólgar í Kardamummubýi

Audition: Fólk og dólgar í Kardamummubýi

9.mai 2015 kl 10

Havnar Sjónleikarfelag fer í heyst at pallseta leikin Fólk og dólgar í Kardamummubýnum eftir Thorbjørn Egner.

Í hesum sambandi bjóðar felagið til almenna upptøkuroynd í Sjónleikarhúsinum leygardagin 9.mai kl 10. Brúk er fyri nógvum fólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at royna seg.

Tey sum vilja luttaka, skulu fyrireika eina lítla søgu upp á uml.2-3 min, sum tey skulu “selja” seg við. Harumframt skulu tey saman við leikstjóranum arbeiða við einum ókendum teksti.

Vælkomin í Sjónleikarhúsið.


Aðalfundur

Aðalfundur felagsins

Sum lýst í bløðunum leygardagin 28. Mars 2015 verður aðalfundur felagsins verður flaggdagin 25. apríl 2015 kl. 17.00 í Sjónleikarhúsinum.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Les meira…


Dreymur Jóansøkurnátt

Dreymur Jóansøkurnátt

Fríggjadagin 23. 24. og leygardagin 24. 25.apríl 2015

Losjan Glotti í Gøtu: Dreymur Jóansøkurnátt, leikurin Aksel Tórgarð týddi eftir Shakespeare, kemur hesa vikuna til Sjónleikarhúsið.

Atgongumerkið kann bíleggjast á tlf. 280 820

Les meira…


Tvey av Kamarinum

Tvey av Kamarinum

Leygardagin 11.apríl 23.00

Nú fara vit at dansa í Sjónleikarhúsinum tann 11. apríl saman við Tvey av Kamarinum. Har fara nógvir góðir tónleikarir at lutaka so nú er bara at busta skógvarnir. Víð eru Birgar, Árni, Jóan Petur, Djóni og Hans Kristian.

Atgongumerki kr 150 í Kunningarstovan.

FacebookEventfulLast.FM


LeikREAD 2015

LeikREAD 2015

Friggjadagin 27.mars 19.00

Leygardagin 28.mars 19.00

  • Rithøvundarnir eftir Alejandro Leiva Wenger (se) Gunnar Hoydal týddi.
  • UMsorg eftir Toril Goksøyr & Camilla Martens (no) Ria Tórgarð týddi.
  • Sek eftir Hrafnhildur Hagalín (is) Pauli Nielsen týddi.
  • Sangir við gráa havsins strendur eftir Pipsa Lonka (fi) Hans Tórgarð týddu.
  • Sár á sál eftir Kristinu Sundar Hansen
  • Allir dreymar mínir verða veruleiki eftir Chrstian Lollike (dk) Jonhard Mikkelsen týddi.

FacebookEventful


Gangnam jól

Gangnam jól – Leikhúsjól 2014

Leikurin snýr seg um eina heilt vanliga familju, sum heldur eini heilt vanlig jól. Ella eru tey nú so heilt vanlig? Og halda tey nú eini heilt vanlig jól? Og ber tað yvirhøvur til at halda jól gangnam-style?

Komið oman í Sjónleikarhúsið og fái sjón fyri søgn!

Frumsýning manadagin 8,desember 18.00

Les meira…

Seinasta sýning Hósdag 18. Desember kl. 18.00


Non si paga, non si paga!

Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!

Frumsýning leygardagin 11.oktober 2014

Havnar Sjónleikarfelag borðreiðir við einari reindyrkaðari farsu í heyst.

Heimskendi skemtileikurin hjá Dario Fo “Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” varð upprunaliga skrivaður í 1974, men í 2006 endurnýggjaði og nútímansgjørdi Dario Fo leikin, og tað verður henda útgáva, ið verður at síggja í Sjónleikarhúsinum 11. Oktober.

Les meira…


Simon Lynge

Simon Lynge

Leygardagin 13.september 2014 kl 21

Atgongumerki eru at fáa í Kunningarstovuni Visit Tórshavn

FacebookLast.FMNyt album: The absence of fear


Fyrkatspillet

Fyrkatspillet

Fyrkatspillet sigur ár undan ári frá góðum søgum, sum eru undirhaldandi og skemtiligar.

Íblástur frá víkingatíðini og miðøld - samfelagsliga og mentanarliga, og halda tey seg beinleiðis til tær verunligu hendingarnar, sum vóru tá.

Eyðkent fyri søgunar er at nútíðar speisemi er lagt afturat.

Sjálvt um søgurnar hava støði í eini farnari tíð, so er tað tað avgerandi samskifti millum fólk sum nomið verður við.

Fyrkatspillet er til reiðar at senda okkum víða um. Hesa ferð er tað um ránsferð sum fer av kós, so skipið kollsiglir við Føroyar.

Víkingarnir koma til skeivu oyggjarnar.


Marknaðardagur

Marknaðardagur í Sjónleikarhúsinum

Leygardagin 3.mai kl.1000

Vit taka ímóti loppum allar gerandisdagar frá kl.800–1600.
Í viku 18 frá 800–1800.

  • Loppumarknaður
  • Fiskibrunnur
  • Køkutombola
  • Kaffi & vaflur

Aðalfundur

Aðalfundur felagsins

Aðalfundur felagsins verður flaggdagin 25. apríl 2014 kl. 17.00 í Sjónleikarhúsinum.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Innkomin mál skulu vera felagnum í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin.
Uppskot til nevndarlimir skulu vera felagnum í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin.

Aðalfundurin er lýstur á portal hjá www.in.fo fríggjadagin 28. Mars 2014.

Limagjaldið 200 kr kann flytast á konto 9181 140.156.6 ella gjaldast á aðalfundinum.

Aftaná aðalfundin verður ábit – møtið fjøllment.

Nevndin


Raddarskeið

Raddarskeið

Góði Felagslimur !

Nú hevur tú møguleika at læra at brúka tína rødd, og fáa forðingar burtur sum møguliga darva tær í ávísum høpi.

Ria og Súsanna geva frálæru í raddarvenjing, andadrátti, kroppsligum støðufesti, kroppsmáli, atburði.

Angist er ofta partur av tí at standa framman fyri áskoðarum. Angistin nýtist ikki at vinna, og steðga okkum..

Nógv okkara vilja gjarna standa framman fyri áskoðarum , bera okkara fram, geva og fáa, sleppa at ávirka, geva øðrum okkurt tey kunnu brúka.

Skeiðið byrjar fríggjakvøld 4.apríl 2014 kl 19.00 til 22.00, og heldur fram leygardag 5. apríl 2014 kl. 11.00 til 17.00.

Meldi til á sjonleik@olivant.fo ella við at ringja til Birgir 222000.

Skeiðið er ókeypis fyri limir og pláss er fyri 20 luttakarum.


Sangur í mjørka

Sangur í mjørka

Les meira…


Audition

Í fjør skrivaði Havnar Sjónleikarfelag út kappingina Ber til at gera sangleik við støði í barnarímunum hjá Hans Andrias Djurhuus? Vinnandi leikritið gjørdist Sangur í mjørka, sum Elin á Rógvi hevur skrivað.

Havnar Sjónleikarfelag fer nú undir at seta leikin upp, og fyrsta framførsla verður væntandi í seinnu helvt av oktober. Leikarar skulu finnast, og Havnar Sjónleikarfelag bjóðar tí til audition leygardagin 31. august 2013 kl. 10.00 í Sjónleikarhúsinum.

Til leikin er brúk fyri gentum og dreingjum, eldri enn 13 ár, umframt kvinnum og monnum í øllum aldri.


Elin á Rógvi

Elin á Rógvi: Sangur í mjørka

Í ár eru liðin 130 ár síðani Hans Andrias Djurhuus, skald, varð borin í heim. Hans Andrias er kendur fyri yrkingar sínar, bæði fosturlandssangir og sálmar, men serliga barnarímurnar standa framvegis sum ein varði í bókmentasøgu okkara.

Nevndin í Havnar Sjónleikarfelag gjørdi í fjør av at skriva út kapping at skriva sangleik við støði í barnarímunum hjá Hans Andrias.

Uppgávan var at skriva ein barnasangleik, sum nýtir barnarímur hjá Hans Andrias í leikgongdini. Í aðrar mátar avgjørdi høvundin sjálvur evnið í leikinum, og hvussu barnarímurnar vórðu nýttar.

Vinnari av leikritakapping hjá Havnar Sjónleikarfelag Ber til at gera sangleik við barnarímunum hjá Hans Andrias Djurhuus gjørdist Elin á Rógvi við leikinum Sangur í mjørka. Ein samd nevnd gav leikinum hesa meting:

Leikurin sigur frá síni egnu søgu, sum er knýtt at samtíð áskoðarans, men samstundis nýtir sangirnar hjá Hans Andriasi Djurhuus á ein hátt, sum bæði undirbyggir persónarnar og verurnar í leikinum og sjálva søgugongdina í honum. Leikurin tekur upp eitt viðkomandi evni í nútíðini – tað at missa sambandið við okkara eldri dementu næstringar – og flytur tað yvir í ein hugaheim, har sangir og søguverur og søguheimurin hjá Hans Andriasi natúrliga knýta seg til persónar og hendingar í leikinum. Soleiðis eru nútíðar veruleikin, hugflogsheimur barnsins og skaldsligi heimurin hjá Hans Andriasi hegnisliga knýtt saman í hesum leikritinum, sum ein samd dómsnevnd hevur valt at vera vinnandi verkið i kappingini.

Fyrstu fyrireikingarnar at seta leikin upp til frumframførslu í oktober eru farnar í gongd. Marita Dalsgaard leikstjórnar, og Turpin N Djurhuus setir ljós. Umframt hetta verður scenografiin øðrvísi, enn vit eru von við, og dansur og sangur fara at bera okkum inn í ein annan heim.


Summartónar

Summartónar: Max Brand Ensemble

Mikudagin 3.juli 2013 kl 20.00

  • Eberhard Reiter (saxophone, clarinet)
  • Joanna Lewis (violin)
  • Simon Frick (violin)
  • Martina Engel (viola)
  • Arne Kircher (cello)
  • Tibor Kövesdi (bass)
  • Christoph Cech (conductor)

Music by SKWERES, CECH, PROBST, KARASTOYANOVA-HERMENTIN, AGER

DKK 50

Facebook - Last.FM


Hamferð

Hamferð, Earth Divide, Asyllex @ Summartónar

Fríggjadagin 21.juni 2013 kl 20.00

Tann 21. juni verður tungmálmskonsert á Summartónum við Hamferð, Earth Divide og Asyllex. Konsertin verður í Sjónleikarhúsinum í Havn, har dyrnar lata upp kl 20.00. Atgongumerki fáast hjá Tutl fyri 100 kr.

Facebook - Last.FM


Agnar Lamahuge, bass

Cultural Evening

Summartónar 14.juni 2013 kl 19.00

  • Martin Joensen (vocal, guitar)
  • Herluf Lützen (guitar), Agnar Lamhauge (bass), Rógvi á Rógvu (drums)
  • The Experiment choir conducted by Sigrið Sivertsen
  • The movie Summarnátt directed by Sakaris Stórá
  • Faroese chain dance

DKK 350. (Booking TUTL, Niels Finsensgøta 9c, Tórshavn. Tel +298 314504. Email: shop@tutl.com


Romeo og Julia

Romeo og Julia

9.juni 2013 kl 18.00

Skúlin í Havnar Sjónleikarfelagi og Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla framførir Romeo og Julia eftir William Shakespeare, týding og viðgerð Jákup Berg, Hans Tórgarð og Hedvig Westerlund-Kapnas.

Kostnaður:
50,- kr. fyri vaksin
30,- kr. fyri børn undir 15

Leikurin er um tvey børn, eina 14 ára gamla gentu og ein 16 ára gamlan drong, ið eru børn av tveimum ymiskum húsum, ið hata hvønn annan. Húsini kallast Capulet og Montague. Romeo og Julia fella fyri hvørjum øðrum, og tað er tá, alt gongur galið…

- Kom og hygg at leikinum, fyri at finna út av meira!

Leikarar eru:
  • Alda Lamhauge
  • Annika A Durhuus
  • Annika Olsson
  • Anny Vinther
  • Emma Stóra
  • Katrin Joensen-Næss
  • Maria R Slættanes
  • Maria Sjóvará
  • Silja Skaalum
  • Sissal Matras
Leikstjórar:
  • Hedvig Westerlund-Kapnas
  • Sanne Storm

Facebook


Eitt minni um okkara uppruna

Eitt minni um okkara uppruna

9.juni 2013 kl 17.30

Ein fólkalívsfrøðilig fantasi eftir Ruth Mandel, tónleikur Antonio Vivaldi.

Facebook

Leikarar: Lea, Felisia, Laila, Íðunn, Rannvør, Rakul, Eyð, Hanna, Lý, Følv

Leikstjørn: Hedvig

Atgongumerk 50 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn, við dyrnar.


Mask

FO TATT FEST

17. - 19.mai 2013

  • Benjamin Petersen
  • Guðrun og Bartal
  • Franskarin
  • Rebekka Petersen

Facebook - Last.FM


Mask

Marknaðardagur 2013

Leygardagin 4.mai kl.10.00 í Sjónleikarhúsinum

Vit taka imóti loppum frá mánadegnum 29.apríl tíl fríggjadagin 3.mai, frá kl 8.00 - 20.00


Seinasti bandið hjá Krapp

Seinasti bandið hjá Krapp

'Seinasta bandið hjá Krapp' er ein mynd av menniskjanum og tøknini. Gamli Krapp situr í sínari holu við sínum gamla spolabandupptakara, tekur seg sjálvan uppá band, og lurtar eftir gomlum upptøkum av sær sjálvum, og tað hevur hann gjørt í eini fjøruti ár.

  • Sunnukvøldið 24.feb 18.00
  • Týskvøldið 26.feb 20.00
  • Mikukvøldið 27.feb 20.00
  • Hóskvøldið 28.feb 20.00
  • Fríggjakvøldið 1.mar 20.00
  • Leygarkvøldið 2.mar 18.00
  • Sunnukvøldið 3.mar 18.00

Atgongumerki á 150,- fáast í Kunningarsstovuni, og við dyrnar ein tíma undan sýning.

Upcoming.org - Facebook


Gangnam jól

Gangnam jól

Leikurin snýr seg um eina heilt vanliga familju, sum heldur eini heilt vanlig jól. Ella eru tey nú so heilt vanlig? Og halda tey nú eini heilt vanlig jól? Og ber tað yvirhøvur til at halda jól gangnam-style?

Komið oman í Sjónleikarhúsið og fái sjón fyri søgn!

Les meira…

Eykasýning hóskvøldið 20 des kl. 19.30


Mítt lív sum apukattur

Eyðun Johannessen:
Mítt lív sum apukattur

Fríggjadagin 23/11 kl. 19.30

Leygardagin 24/11 kl. 18.00

Sunnudagin 25/11 kl. 18.00

Mítt lív sum apukattur
Eitt sindur um: HVÍ – HVAT – HVUSSU – HVAR OG NÆR

Eyðun sigur: Hetta er eitt SHOW, sum er evnað til og leikt av mær sjálvum – um meg sjálvan.

Meira ego-centriskt kann tað næstan ikki verða.
”Og hvat rakar hatta meg?” spyr kanska onkur.

Handa spurningin havi eg eisini sett mær sjálvum – aftur og aftur. Uttan at hava funnið eitt nøktandi svar, eri eg komin til tað niðurstøðu: EG KANN IKKI LATA VERA. Og kanska er hetta netupp svarið. So má svíða sum svøllur.

Við øðrum orðum:
EG FARI Á PALLIN, AT BRÚKA MEG SJÁLVAN TIL AT ROYNA AT LÝSA MÍNA FASINATIÓN AV LEIKLISTINI ÍGJØGNUM EITT HAMPULIGA LANGT LÍV!!!

Um HVÍ? HVAT? HVUSSU? HVAR? og NÆR?

HVAR? Í Føroyum! Ja! Har havi eg verið so heppin at uppliva, at áhugin fyri LEIKLISTINI hevur djúpar røtur NÚ OG HER. Eisini havi eg bæði lisið og frætt og funnið útav, at hesin áhugin hevur røtur her á landi langt, langt aftur í tíðina.

Henda sýning fer m.a. at snúgva seg um: frá, tá ið eg á fyrsta sinni, sum seks ára gamal, sá ein sjónleik í Sjónleikarhúsinum í Havn í 1944, og fram til í dag. Eitt tíðarskeið ið fevnir útvið 70 ár. Um sjónleikalívið í 1952, - tá ið eg fyri fyrstu ferð leikti á pallinum í Sjónleikarhúsinum og fram til 1979 - og eg síðani fór at fjakka sum frælsur leikari og leikstjóri í leiklistaheiminum.

Innihaldið rúmar mínar egnu upplivingar. Frásagnir. Hugleiðingar. Sjónleikasøgu úr Havn síðani 1917.

Og hitt um: HVÍ – HVAT og HVUSSU eg valdi EITT LÍV SUM ”APUKATTUR”!!!?

Sýningar í Sjónleikarhúsinum:

  • Fríggjadagin 23/11 kl. 19.30
  • Leygardagin 24/11 kl. 18.00
  • Sunnudagin 25/11 kl. 18.00

Atgongumerkir á kr. 150,- fáast í Kunningarstovunim, á info@tjodpallur.fo ella við dyrnar 1 tíma undan sýning.


Fountain House

Fountain House

Leygardagin 20.okt.2012 kl. 21

Stuðulstiltak til frama fyri Fountain House Føroyar og minniskonsert fyri Rasmus Rasmussen.

Fyrileistrar:

  • Fountain House - Súna Mørk, Súsanna Winther Poulsen
  • Sjúklingurin - Heri Kragesteen

Tónleikur:

  • Hanus G Johansen
  • Makrel
  • 200
  • Sveinur
  • Diatribes
  • Kári P.

Atgongumerki á 100,- fáast við dyrnar.

Stuðla: 9181 1677286

Upcoming - Facebook


Poemorðini

POEMORÐINI

Ræðusøgunnar meistari fagnaður við stórfingnari framførslu

POE OG BLÓÐ í SJÓNLEIKARHÚSINUM
Frumsýning: 15. september 2012
Tíðindaskriv
upcoming.yahoo.com
Facebook

  • Sunnudagin 16.sept 20.00
  • Týsdagin 18.sept 20.00
  • Mikudagin 19.sept 20.00
  • Fríggjadagin 21.sept 20.00
  • Leygardagin 22.sept 20.00
  • Sunnudagin 23.sept 20.00
  • Týsdagin 25.sept 20.00
  • Mikudagin 26.sept 20.00
  • Fríggjadagin 28.sept 20.00
  • Leygardagin 29.sept 20.00
  • Sunnudagin 30.sept 20.00
  • Týsdagin 2.okt 20.00
  • Mikudagin 3.okt 20.00
  • Fríggjadagin 5.okt 20.00 Eykasýning
  • Leygardagin 6.okt 23.00 Miðnáttareykasýning
  • Sunnudagin 7.okt 20.00 Eykasýning
Seinastu sýningarnar:
  • Týsdag 09.10.12 kl. 20.00
  • Mikudag 10.10.12 kl. 20.00
  • Fríggjadag 12.10.12 kl. 20.00
  • Leygardag 13.10.12 kl. 20.00
  • Sunnudag 14.10 12 kl. 20.00

Atgongumerki á 150 kr eru at fáa í Kunningarstovuni og við dyrnar 1 tíma undan sýning.

Upcoming


Hans Andrias Djurhuus

Ber til at gera sangleik við barnarímunum hjá Hans Andrias Djurhuus?

Les meira…


Føroyskur dansur

Føroyskur dansur á Ólavsøku

  • Ólavsøkuaftan 28.juli 23.00 – 04.00
  • Aftaná felagssangurin 01.00 – 04.00

Skrímslini

Skrímslini

25 – 28. juli 2012

Nýggi leikurin hjá Karavella Marionett-Teatri verður frumsýndur 22. juli. Leikurin er bygdur á 4 tær fyrstu bókunum um lítla og stóra skrímsl eftir Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og Rakel Helmsdal. Almennu sýningarnar byrja 25. juli. Tá verða 2 sýningar dagliga til og Ólavsøkuaftan. Kl. 15 og 17 í Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum.

Les meira…


a metal mask

Marknaðardagur 2012

5.mai kl. 10.00 – 15.00

  • Loppumarknaður
  • Fiskibrunnur
  • Køkutombola
  • Kafe við vaflum.
Vit taka ímóti lutum:
  • gerðandisdagur 8 – 16 fra d.d.
  • Leygardagurin 28.april 12 – 18.
  • Mán. 3.apr – frí. 4. mai 12 – 20.

Aðalfundur leygardagin 28. apríl kl. 17.00

Skrá sambært lógum felagsins.

Nevndin

(Veitsla kl 19.)


Wacken Metal Battle Føroyar

Wacken Metal Battle Føroyar

Leygardagin, 24.mars 18.30

Facebook
Norðurlandahúsið
tutl


 Revinum við silkiturriklæðinum

Revinum við silkiturriklæðinum

leygardagin 17. mars 2012 klokkan 15
leygardagin 17. mars 2012 klokkan 17
sunnudagin 18. mars 2012 klokkan 15
sunnudagin 18. mars 2012 klokkan 17

Revinum við silkiturriklæðinum

Karavella Marionett-Teatur spælir fýra almennar sýningar av Revinum við silkiturriklæðinum í Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum

Inngongd er í kjallaranum á Sjónleikarhúsinum.

Høvið er eisini at keypa nýggju bókina um Revin við silkiturriklæðinum til niðursettan prís.

Atgongumerki á 100 kr eru at fáa við dyrnar 1 tíma undan sýning


Árni, marni & vinmenn

Leygarkvøldið, 3.mars 22.00

FacebookLast.FM


Kaj Klein: Í andglettinum

11.januar 2012


Pinocchio

Frumsyning leygardag 22.oktober

Les meira...


Sjónleikarskúlin 2011/2012

Tekning frá mánadagur 5. september

Les meira…


Ólavsøkan 2011

Atgongumerkjasøla til Ólavsøkukabarettina byrjar 25.07.11 kl 16.00 til 18. Eisini verður selt týsdag og mikudag í somu viku kl 16.00 til 18.00.

Sýningarnar eru:

  • 27.07.11 kl. 20.00
  • 28.07.11 kl. 18.00 og 20.00
  • 29.07.11 kl. 18.00 og 20.00
  • 30.07.11 kl. 18.00 og 20.00
  • 31.07.11 kl. 18.00 og 20.00
  • Eykasýning:: Fríggjakvøldið 5. august kl. 19.00

Dansurin verður Ólavsøkuaftan kl. 22 til 04 og Ólavsøkudag kl. 01 til 04.


Guðrið Hansdóttir & Petur Pólson

Guðrið Hansdóttir & Petur Pólson

Dupult Útgávukonsert

Leygarkvøldið 18. juni kl 20 hava Guðrið Hansdóttir og Petur Pólson dupult útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Upcoming - Facebook - Last.FM


heim

Heim

Ikki øll hava eitt heim ella nakran kæran

Elsti og mest royndi bólkurin í sjónleikaraskúlanum spælir frumsýningina av leikinum Heim sunnudagin tann 22. mai.

Tað er ein leikur um átta børn, sum ongantíð hava havt nakran kæran hjá sær. Tey hava aldrin lært, hvussu man skal uppføra seg. Tey banna, drekka, roykja, verða við barn o.s.fr. Tó eru tey ikki meir enn frá 8 til 17 ára gomul.

Hetta ljóðar ivaleyst ræðuligt, men er ein veruleiki hjá nógvum.

Sýningarnar verða 22, 24., 27 og 28 mai kl 19.30.

Les meira...


maske

Yngri bólkarnir í Sjónleikaraskúlanum

Hósdagin 12. mai kl. 17.00

Velbastaðbólkurin spælir Tryms kvæði eftur gomlum eddukvæði, ums. Bergur Rasmussen og Jeffrei Hendriksen. Havnarbólkanir spæla Hin syrgni kongurin eftir Ingun Andreasen, ums. Birita Weihe og Sangurin hjá jørðini eftir Josefine Ottesen, ums. Maiken Poulsen.

Sýningin er uml. ein tími til longdar. Atgongumerki fyri vaksin 40 kr, børn ókeypis atgongd.

Børnini, ið spæla eru millum 7 og 13 ár, lærarar eru Hedvig Westerlund-Kapnas og Sanne Storm. Skúlin er eitt samstarv millum Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla og Havnar Sjónleikarfelag. Vit takka Meginfelag Áhugaleikara Føroya fyri stuðulin.

Facebook Flickr Upcoming


maske

Marknaðardagur

Leygardagin 7.mei 10.00 til 15.00

Uppboðssølan kl. 10.30

Í viku 18 taka vit ímóti lutum allar dagar frá kl. 08.00 til 19.00

4. 5. og 6. mai heinta vit lutir aftaná kl. 16.00


Martin Joensen

Mikudagin 13. april 2011
Hósdagin 14. april 2011
Fríggjadagin 15. april 2011


Eitt døkt kamar

Eitt døkt kamar

Leygardagin 12.mars 19.00
Sunnudagin 13.mars 19.00

Eitt døkt kamar, er sjónleikur, ið næmingar á NámX fara at framføra í mars mánað. Leikurin snýr seg um happing av 16 ára gomlu Elisu, og um hvussu hetta ávirkar umhvørv hennara.

Harriet Poulsen Vágadal, ið er lærari í NámX, hevur skrivað leikin og leikstjórnað hann. Hon sigur Happing er til, hvørja fatan vit enn hava av fyribrigdinum! Happing hvørvur ikki, bert tí at vit ikki tíma at fáast við tað! Happing er sera álvarsamt, og kann hava deyðiligar fylgir, ið er vorðið eitt hugtak, ið nevnist Bullyside. Tí betur er eisini vón fyri tí, ið verður happaður, um viðkomandi fær hjálp, so at happingin verður steðgað. Tað snýr seg ofta um at tora at hjálpa og at gera tað, ið ein, innast inni veit er tað rættað!

Upcoming
Facebook
NamX


Robert McBirnie

Robert McBirnie

Fríggjakvøldið 25. februar kl. 21.00 verður stór konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn, nú Robert McBirnie hevur rundað hálva øld á palli sum sangari, tónleikari og undirhaldari.

Konsertin verður eitt samankók av tí nógva, Robert McBirnie hevur verið við til á palli ígjøgnum meira enn 50 ár, og fleiri forkunnugir gestir kunnu eisini upplivast á palli saman við honum hetta kvøldið, ið verður hildið í góðum og kendum umhvørvi í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Eitt orkestur við fleiri av okkara fremstu tónleikarum leggur botnin undir tí nógva og f jølbroytta tónleikinum, sum verður at hoyra hetta kvøldið, umframt at gestir úr bæði Red Boys, Faroe Boys og onnur, ið hava verið á palli saman við Robert, verða at hoyra.

Teir, ið mannað »grundorkestrið«, eru Finnur Hansen (tangentar og sang), Ólavur Øster (guitar), Arnbjørn Sivertsen (guitar), Kolbein Simonsen (bass), Brandur Jacobsen (trummur), Malan Thomsen (kór) og Torkil Johannesen (kór og slagverk).

Forsølan er byrjað í Tutlhandlinum á Káta horninum.

http://upcoming.yahoo.com/event/7871345/


Ljós og ljóðskeið

MáF: Ljós og ljóðskeið

21. – 23. januar 2011


Hamferð

Hamferð, Petur Pólson og Lyon

Fríggjadagin 7. januar 2011 20.00

Í vetrarmyrkrinum fyrst í januar fara Hamferð, Petur Pólson og Lyon at standa fyri tí myrkastu, mest stemningsfullu konsertferðini í Føroyum anno 2011. Lyon fer millum annað at framføra nøkur myrkari løg, sum vanliga ikki verða framførd av honum, Petur Pólson fer at skapa ein heilt serligan stemning við sínum bólki (Lyon Hansen og Benjamin Petersen) og Hamferð fara at runarbinda við spildurnýggjum, myrkum tilfari.

upcoming.org


Leikhúsjól 2010

Leikhúsjól

12. – 21. desember 2010
Les meira…


Týr

Týr

Leygardagin 13.november 2010 kl 21.00


Uriah Heep

John Lawton + Deiggj

Leygardagin 16.oktober 2010 kl 22.00

Les meira...


Ryoko

Listabolkurin FØRKA

Mikudagin 20.oktober 2010 kl 19.37 til sunnudagin 31.

Listabólkurin FØRKA hevur sítt fyrsta tiltak.

Hetta er ein forvitnislig installatión við málningum, upplestri av yrkingum o.ø..

Av tí at hetta ikki er eitt heilt vanligt tiltak, men stimbrar sansir okkara á ein heldur øðrvísi hátt, hava vit valt einans at sleppa 17 gestum inn í senn, so øll kunnu fáa eina so góða uppliving sum gjørligt.

Vit bjóða tykkum at vera vælkomin til hetta tiltakið, sum er tað fyrsta av sínum slag, og sum kemur at verða hvørt kvøld í tíðarskeiðinum 20/10 - 31 /10.

Atgongumerkir á 117,- kr. kunnu keypast í Sjónleikarhúsinum frá 18 /10 kl.:18.30 ella bíleggjast á tlf.: 226570... ella á Facebook.

FØRKA er nýstovnaður listabólkur, sum hevur í hyggju at skipa fyri øðrvísi, nýskapandi tiltøkum, har bert hugflogið setur mørk.

Í bólkinum eru: Anna Sofía Egilstrøð, Jytte Joensen, Ellindur Egilstrøð og Jónvá Danielsen.


Ljótu býttlingarnir

Ljótu Hálfvitarnir

Leygardagin 25.september kl.21

Tónleikabólkurin Ljótu hálfvitarnir, ella ljótu býttlingarnir, er ein tann mest vælumtókti tónleikabólkurin í Íslandi og sigst at vera stuttligast, gløggasti og mest undirhaldandi tónleikabólkurin har. Og teirra konsertir eru veruliga eitt sætt upplivilsi. Sjálvir siga teir seg bert vera nakrar óbúgvnar býttlingar úr norður Íslandi, sum hugna sær saman. Í bólkinum eru níggju menn, sum spæla á nógv ymisk ljóðføri. Konsertirnar eru eitt slag av kabarett, har humor og spæligleðin eru í hásæti.

Leygardagin 25 september kl 15 í sjónleikarahúsinum verur sjónleikurin Bólu-Hjálmar sýndur og beint eftir verur sjónleikurin Jörundar Hundadagakongur sýndur. Samanlagt taka sýningarnar 2 tímar. Um kvöldið kl 21 í Sjónleikarahúsinum spæla Ljótu hálfvitarnir konsert.
Atgongumerkið fyri beggja sjónleikir kr 120 voksin – kr 60 börn
Atgongumerkið um kvoldid kr 120
Fyrir allar triggjar syningar kr 200

Les meira...


Bólu-Hjálmar + Søgan um Jørund

Bólu-Hjálmar
Søgan um Jørund

Leygardagin 25.september 2010 kl.15

Í septembur fara tveir íslendskir sjónleikarabólkar og ein tónleikabólkur at vitja í Føroyum. Tey fara at framføra báði í Tórshavn og úti í Nólsoy. Bólkarnir leggja stóran dent á at hava tætt samband við áskoðaran, og stórur dentur verður lagdur á form og undirhaldsvirði.

Leikbólkurin Stoppleikhópurinn sýnir virðislønta leikin Bólu-Hjálmar, sum er um hetta fjølgávaða almúguskald, ið alla sína tíð mátti líða undir fátækt, illvilja frá grannum sínum og órættvísi frá myndugleikunum. Hann legði eftir seg stórfingnan skaldskap, har mótstøðumenn hansara fáa av at vita.

Tímamótaverksmiðjan sýnir leik um Jørund Hundadagakong, ið tók valdið í Íslandi frá danska-norska konginum og sjálvur gjørdist einaræðisharri í landinum bláa summarið 1809. Søgan um Jørund er ótrúlig. Hann var fyrsti dani, sum sigldi kring knøttin, og harumframt var hann á stórhvalaveiði í Suðurhøvum, landkannari og njósnari. Men hann drakk illa og hevði ta sjúkligu trongd at spæla um pengar, kom sær í óføri og varð dømdur í útlegd í Tasmaniu. Søguna siga tveir leikarar og tríggir tónleikarar: Spæl, songur, dansur og frágreiðing eru samantvinnað.

Press release Poster

sloðir:


Johnny og sjey vinir hansara

Johnny og sjey vinir hansara

Mánadagin 20.september – mikudagin 22.september 2010

Les meira...


Bárður Johannesen

Bárður Johannesen – Ancient Forgotten Stories

Hósdagin 9.september 2010 kl 20.00

Útgávukonsert. Atgongumerki fáast í forsølu í handlinum hjá TUTL. Atgongumerki fáast eisini við dyrnar hálvanannan tíma undan konsertini.

Líggjas Olsen og Flóvin E Viderø hita upp.

The Band:

  • Bárður Johannesen
  • Rúni Eysturlíð
  • Eyðun Eilersson Johannesen
  • Brandur Jacobsen
  • Ólavur Olsen

MyspaceFacebookUpcoming


Føroyskur dansur

Føroyskur dansur

Ólavsøkuaftan 28. juli kl. 23.00 - 04.00
Ólavsøkudag 29. juli kl. 23.00 - 04.00

(upcoming.yahoo.com)


Bush

Ólavsøkukabarettin 2010

27. juli kl. 19.00
28. juli kl. 18.00 og 20.00
29. juli kl. 18.00 og 20.00

(Facebook) (upcoming.yahoo.com)


Elin Heinesen

Yndisløg

Mánadagin 12.juli 2010 20.30

CD Release: Elin Brimheim Heinesen & Ad Libitum


Magnus Dam Jacobsen

Magnus Dam Jacobsen

Týsdagin 6.juli 2010


Rasmus Raski og Uglurnar.
The Rime of the Ancient Mariner.

Týsdagin 25. og mikudagin 26.mai 2010 kl 19


Eivør

Eivør Pálsdóttir

Mikudagin 12. og Kristi himmalsferð 13. mai 2010 kl 21

Billettir (DKK 250) kunnu keypast á www.ebillett.fo, MESS og á Kunningarstovuni í Havn og í Runavík ella við at ringja á tlf. 219570


maske

Marknaðardagur

Leygardagin 8.mei 10.00 til 19.00

Árligi marknaðardagurin í Sjónleikarhúsinum verður leygardagin 8. mei 2010 kl. 10.00 til 15.00.

Vit taka ímóti lutum man–frí frá kl. 08.00 til 19.00, tó ikki Dýra Biðidag. Leygardagur 12.00–18.00.


maske

Havgird

Fríggjadagin 30. Apríl 2010 kl. 17.00 og 20.00
Leygardagin 1. Mai kl. 17.00 og 20.00
Sunnudagin 2. Mai kl. 17.00 – Útselt

Kostn. vaksin 125 kr – børn undir 14 ár 60 kr.
Kunning og atgongumerki á tlf. 287084 – og 1 tíma innan sýning við norðaru inngongd í húsinum.

Royndin í Nólsoy


Pietà

Pietà

Sunnukvøldið 7. Mars kl. 19.00
Altjóða Kvinnudegnum 8. Mars kl. 19.00

Birita Mohr spælir leiklutin sum tann tilkomna karrierukvinnan Ria, ið ein morgun vaknar í eini dupultsong á einum hotelkamari við dundrandi timburmonnum. Ein fremmandur yngri maður liggur við hennar lið. Hvør er hann? Hvussu er hann komin upp í hennara song? Ria hevur í langa tíð livað lívið við fullari ferð. Arbeiðslív og privatlív eru við at sindrast. Sjónleikurin varð spældur í juli og august mánaði í fjør á Meiarínum í Havn.

Atgongumerki á 180,- fáast á www.nlh.fo og á Kunningarstovuni í Havn, tlf. 30 2425
Kunning annars á tlf. 50 6690

Meira á Facebook...


Dánjal á Neystabø

Dánjal á Neystabø

Leygarkvøldið 27.februar 2010 kl 21.00

Konsert við Dánjal á Neystabø. Dánjal á Neystabø býr í Danmark og er í Føroyum í samband við, at Ævintýraferðin hjá honum og Búa Dam ferðast kring landið við nýggjum leiki. Leygardagin fer hann at framføra egnan tónleik við bólki sínum.

Nú ber til at keypa atgongumerki til konsertina í forsølu á MESS skrivstovuni, ið er opið frá kl. 13-18 hvønn gerandisdag. Kostnaðurin er 110,-.


Hanus G Johansen

Hanus G Johansen

Nýggj løg til Poul F

Mikudagin 10.februar 2010 kl 20

Hanus fer nú aftur á pallin við nýggjum løgum til yrkingar hjá Poul F. Hetta verður mikukvøldið 10. februar í Sjónleikarahúsinum. Mikael Blak spælir á bass og Magnus Johannesen á tangentar. Einans 150 atgongumerkir verða seld og tí muga fólk, ið ynskja at hoyra Hanus frumframføra nýggj løg, muga tí skunda sær í TUTLhandilin á Káta Horninum.

Flickr.com


Tornarósa

Tornarósa

Í løtuni spælur Havnar Sjónleikarfelag nýggja, forvitnisliga, føroyska uppseting, sum byggir á ævintýrið Tornarósa hjá brøðrunum Grimm. Tað eru tær báðar Elin á Rógvi, leikstjóri og Jóna Thomsen, koreografur, sum í felag skapa ta listaligu myndina. Afturat sær hava tær onnur dugnalig listafólk.

Les meira…


Fiddling Faroes

Forkunnugur føroyskur dansur

Týsdagurin 27.okt. 19.30
Útgávukonsert - Fiddling Faroes (fiddlingfaroes.com)
Tað er nú týskvøldið 27.okt, at topp violinspælarnir Poul Bjerager Christiansen og hálvi føroyingurin Rune Tonsgaard Sørensen fara at spæla til konsert í Sjónleikarahúsinum. Eftir konsertina verður føroyskur dansur.

Teir báðir eru í Føroyum fyri at útgeva fløguna “Fiddling Faroes” har teir hava umsett fleiri føroyskar vísur og kvæði til violin.

DKK 75


Colorless Day

Colorless Day

Fríggjadagurin 23.okt. 21.00
Útgávukonsert - Katrina: Colourless Day
katrinasounds.com facebook.com myspace.com


Margt smátt

Les meira…


Peace One Day

Peace One Day

Leygardagin 19.sept 2009: Peace one day


Tórsvøllur

Postkort úr Havn

Havnar Sjónleikarfelag fer saman við Tjóðpalli Føroya at seta upp leikverkið Postkort úr Havn í sambandi við, at Havnin er 100 ár sum fólkavald kommuna.

Les meira...

upcoming.org – past events at Sjónleikarhúsið